Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 72 - 11. apríl 2006 Deja Vu og Høgni Lisberg fara miku­ kvøldið á pallin í Miðla­húsinum í Vágs­ botni at framføra løg av bestu fløgunum í 2005, sambært lesar­ unum hjá Dimma­ lætting og Sosialinum Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Mikukvøldið klokkan 19 verður konsert í Miðla­húsin­ um við monnunum handan bestu fløgurnar í 2005. Deja Vu átti við fløguni A Place To Stand On, sambært lesarum hjá Dimmalætting bestu fløgu í 2005, meðan fløgan Morning Dew hjá Høgna Lisberg vann sama heiður á Planet Awards. Høgni Lisberg fer at fram­ føra løg av Morning Dew. Deja Vu fer somuleiðis at spæla nakað av A Place To Stand On, so her verður møguleiki at meta um sjálvur hvørji løg hava munin. Ella bara njóta tónleikin, ið ferð­ ast innan inniligan popp. Konsertin er í samband við, at fleiri føroyskir bólkar fara til Reykjavíkar í næstu viku, at hava konsertir fyri íslendingum. Hetta er eitt sokallað AME-Reykjavík (Atlantic Music Event) tiltak, sum Menningarstovan, Tutl og Norðurlandahúsið skipa fyri í felag. Endamálið við ferðini er at skapa áhuga fyri føroyskum tónleiki í Íslandi. Høgni Lisberg og Deja Vu eru við í hópinum, sum fer til Íslands, og konsertin í Miðlahúsinum er tískil ein lítil upphiting fyri teir báðar bólkarnar, og eitt kærkomið høvi hjá føroyingur at smakka nakað av tí, ið íslendingar fáa borð­ reitt. Konsertin byrjar kl. 19 og er til umleið 21.30. Kost­n­að­ ur er 100 kr. Hós­dagurin er frídagur, so vón­andi verða nógv andlit at síggja í Miðla­ húsinum miku­kvøldið. Ættargransk­ingar­ felagið KT Slekt hevur havt aðalfund. Felagði arbeiðir við at gera alt ættargranskingartilfar teldutøkt ÆTTARGRANSKING Tíðindaskriv Aðalfundurin samtykti at heita á Landsskjalasavnið um at fáa innheinta alt tað tilfar, sum Landsskjalasavnið eftir lógunum eigur at liggja inni við. Eitt nú skulu all­ar upplýsingar í kirkju­bók­un­ um, við undantak av ætt­ leiðingarmálum, verða tøk á Landsskjalasavninum, tá tær eru eldri enn 50 ár. Tríggir nevndarlimir Göran Wennerström, Sofus D. Johannesen og Steinbjørn í Dali stóðu fyri valið. Allir blivu afturvaldir. Limatalið hjá felagnum veksur støðugt. Við árslok í 2005 vóru 480 limir. Av teimum eru eini 60 uttan­ lands úr sjey ymiskum lond­ um. Í felagnum KT Slekt møt­ ast limirnir bert einaferð um árið, og tað er á árliga aðalfundinum. Dagliga sam­ skifta limirnir bert heima­ síðuna www.genealogi.fo, sum er sera vælumtókt. Kjak­ torgið og tær innskrivaðu fólkateljingarnar eru best umtóktar av teimum út við 200 dagliga vitjanunum á heimasíðuni. Á heimasíðuni eru millum annað meira enn 54.000 nøvn úr fólkateljingum frá 1801 og frameftir, sum limir felagsins kunnu leita í. Tað gongur støðugt framá at skriva fólkateljingar inn, men felagið sóknast eftir fólki at skriva inn fólkateljingarnar úr Norðoyggjunum. Felagið arbeiðir eisini við at skráseta allar gravir í Føroyum. Nakað av tilfari er longu tøkt á heimasíðuni. Ein onnur størri verkætlan, sum felagið ætlar sær undir er, at skriva allar kirkjubøkur inn á teldu, soleiðis at tær eisini verða teldutøkur hjá limunum. Avtala er gjørd við danskt systurfelag um loyvi at brúka teirra telduskipan til innskrivingina. Sparikassagrunnurin hjá Føroya Sparikassa hev­ur stuðlað felagnum at gjøgnum­ føra verkætlanina við teldu­ tøkum fólkateljingum. Pen­ ingurin er brúktur til keyp av tænastum frá Lands­ skjalasavninum. Hesin pen­ ingur er nú uppbrúktur, og felagið noyðist at fíggja rest­ ina av verkætlanina við lima­ gjaldsinntøkum, um felagið ikki fær annan stuðul. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, hava á fundi við Krabbameinsfelagið boðað frá, at ein føroysk virkisætlan á krabbameinsøkinum verður við í eini fólkaheilsuætlan Krabbameins­ ætlan Ein krabbameinsvirkis­ætl­ an fyri Føroyar er nú nærri veruleikanum. Á fundi í farnu viku kundu Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, greiða umboðum úr Krabba­meins­felag­num frá, at fyrsta stigið til eina før­ oyska virkis­­ætlan á krabba­ meinsøkinum er niðurfelt í fólkaheilsuætlanina, sum verður løgd fyri tingið í næst­um. Áheitan frá Krabba­ meins­felagnum Lands­stýris­maðurin upp­ lýsti harumframt, at næsta stigið verður at seta ein ser­ frøðingabólk at gera virk­ isætlanina. Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag móti Krabbameini, fegn­ ast um, at løgmaður og lands­­stýrismaðurin í heilsu­ málum hava tikið áheitanina frá Krabbameinsfelagnum í so stórum álvara og so skjótt. Tað var í februar, at Før­ oya Felag móti Krabba­ meini heitti á løg­mann, ið er verji hjá Krabba­meins­ felagnum, um saman við felagnum at seta sjøtul á ar­beiðið at orða eina krabba­meinsvirkisætlan fyri Før­oyar. Áheitanin varð send í sam­ bandi við visjón 2015. Ein krabba­meins­virkisætlan er ein heildarætlan, ið umfatar fyribyrging av krabbameini og viðgerð og røkt av krabba­meinssjúklingum. Tíverri eru Føroyar, sum er, eftirbátur á hes­um økjum. Skal krabba­meins­ økið mennast og viðgerðin vera á sama stigi sum í londunum kring okkum, er alneyðugt, at vit í Føroyum fáa eina virkisætlan, ið kann seta út í kortið, hvussu vit skipa fyribyrgjandi til­tøk og hvussu krabba­ meinsviðgerin og -røktin mennist á best møguligan hátt í komandi árum, siga umboð fyri Føroya Fealg móti krabbameini. ave Krabbameins­ virkisætlan fyri Føroyar Met um bestu fløguna í Miðlahúsinum Virka fyri teldutøkari ættargransking KT SLEKT er ættar­gransk­ ing­ar­felag hvørs enda­mál m.a. er at fáa ættar­gransk­ ingartilfar teldutøkt. Í nevnd felagsins sita: Göran Wennerström, for­ maður, Hans Suni Jensen, næst­formaður, Randi Á. Jakobsen, skrivari, Sofus Johannesen, kassa­ meistari, Steinbjørn í Dali, netumsit­ari. Løgmaður og landsstýrismaðurin í heilsumálum saman við Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag móti Krabbameini Pætur við Keldu, Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni fara saman á pallin leygar­ kvøldið í føroyska vertshúsinum í Keyp­ mannahavn, Skarv Tónleikur Niels Uni Dam nielsunidam@sosialurin.fo Leygarkvøldið leggur Skarv pall til eina sera roynda og dugnaliga Trio. Pætur við Keldu á tangentum og sangi, Eyðun Nolsøe á kassagittara og sangi og Trónd Enni á trompet, bassi og sangi. Hvør sær, eru teir allir tríggir kendir sum sangarar og tónleikarar, Pætur við Keldu, føroyski sangarin í danska grand prixnum, tan­gentleikari í Frændum og sum eintaklingur og í bólk­inum Tiðnað á kristna før­oyska tónleikapallinum. Eyðun Nolsøe, oddamaður í Frændum og sum ein­stak­ lingur ella saman við Terja. Tróndur Enni er ein tann besta songrøddin, ið er kom­ in av Tvøroyri seinastu árini, hann hevur spælt rætti­liga nógv í ymiskum sam­an­­hang­ um og sum ein­stak­lingur. Hetta eru fyrstu ferð, at henda trio fer á pallin á Skarv. Teir venja í løtuni óført. Eisini inni á Skarv verður í hesum døgum fyri­ reikað til kvøldið. Seinasta vikuskiftið gekk ein for­ styrkjari fyri, júst eins og annleggið gekk fyri, tá Kári P. herfyri spældi konsert har. Tí verða ljóðumstøðurnar nú betraðar. Skarv hevur opið miku­ dag, hósdag, fríggjadag og leygardag hesa vikuna. Øll kvøldini er tað DJ ESJ, ið leggur tónleika á, hann leggur somuleiðis tón­leik á, leygarkvøldið tá livandi tónleikur ikki er á pall­in­ um. Pætur, Eyðun og Tróndur á Skarv Myndatekstur: Tróndur Enni, Pætur við Keldu og Eyðun Nolsøe venja í løtuni á Oyrasundskollegiinum. mynd: ES