týsdagur 11. apríl 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 11. apríl 2006
Sp/f Høgni Mikkelsen selt alt
Her stendur Høgni Mikkelsen framman fyri Blómubrekku, sum Sp/f KJ Smíð nú eigur.
Nýggja nevndin
lagt til brots
Læra at handfara hundar
Serstøk páskavitjan
úr Klaksvík
Føroya Bjór best
í kongaríkinum
Mykines: Við nýggja
formanninum á odda,
hevur ungmannafelagið
í Mykinesi, nevnt Súlan,
sett sær stór mál fyri
framman.
Formaðurin, Katrin
Johannesen og hini
í nevndini løgdu á
aðalfundi týsdagin í farnu
viku fram eina ætlan um at
seta gomlu dansistovuna í
upprunaligan stand.
Í
nevndini
eru
annars Jógvan Mein-
hard
Johannesen,
næstformaður
og
Esbern í Eyðansstovu,
kassameistari. Eykalimir
eru Oskar Joensen og
Randi Zachariassen.
Felagið varð stovnað í
1945. Í tí eru 43 limir.
sb.
Argir: Kennir tú hundar,
ið ikki ganga pent í bandi?
Hundar, sum goyggja
ómetaliga illa? Veitst tú
um hundar, sum hoppa
upp, tá ið tú kemur inn at
vitja, og sum halda seg
vera fólk?
Tey, sum í øllum førum
hava áhuga í hesum evni
er
Hundaeigarafelag
Føroya. Felagið er nú so
smátt farið í gongd við
virksemið sítt.
Í hesum sambandi koma
høvuðsinstruktørarnir,
Anette og Erling Olsen
frá Dansk Kennel Klub
higar at skipa fyri skeiði
í venjing av hundi. Hetta
skeiðið er ætlað fólki, ið
ynskja at læra at handfara
og venja hundar.
Sagt verður, at um
onkur hevur hug at gerast
hundavenjari og limur í
føroyska hundafelagnum
HUFF/DKK, so er hetta
skeiðið júst fyri tey.
Skeiðið verður hildið
á Argja skúla nú um
páskahátíðina, tvs. í
døgunum 13. til 16.
apríl.
sb.
Kalsoy: Á páskum vitja
nógv fólk út á bygdirnar
kring landið. Kalsoyggin
er helst einki undantak í
so máta.
Nú hava Pól Johanne-
sen, trúboðari hjá Heima-
missiónini og Øssur
Kjølbro, missiónsleiðari
hjá Kirkjuliga Missións-
felagnum lagt ætlanir
saman um at fara út í
Kalsoynna um skíris-
halguna at hava møtir á
Húsum og Mikladali.
Møtini byrja skírisaftan,
tá ungdómsmøti verður í
bygdarhúsinum á Húsum.
Skírisdag verður møti
í Mikladals kirkju og
langafríggjadag
er
familjumøti á sama
staði.
Tey, sum eru stødd á
Kalsoynni um páskirnar
fáa
her
møguleika
at hoyra bæði talur,
sangir, bíbliusøgur og
vitnisburðar.
sb.
Enn einaferð yvirhálar
øl frá Føroya Bjór
onnur ølsløg úr øllum
kongaríkinum. Á árligu
ølsmakkingini
hjá
felagnum
“Selsskab
for Vestjydsk ølkultur”
nú um dagarnar legði
páskabryggin hjá Føroya
Bjór seg so klárt á odda
framman fyri hópin
av páskabryggi hjá 10
øðrum bryggjaríium um
alt Danmark. Talan er
um klassa 2 øl ella tað
vit kalla “Gullstyrki”.
Hetta er ikki fyrstu
ferð, at ølið frá tí
norðasta bryggjarríinum
í kongaríkinum liggur
millum best smakkandi
ølsløgini. Í fjør lá
páskabryggin hjá Føroya
Bjór á einum 2. plássi.
Vanliga er ølsmakking
tvær ferðir um árið, í
sambandi við jólini og
páskini. Hjá Føroya Bjór
eru tey sera errin av, at
hava vunnið enn eina
ølsmakking. Hetta eru
eisini góð tíðindi fyri
norðingar, hóast Undir-
sjóvartunnilin
skjótt
verður latin upp og tað
mesta snýr seg um hann.
Sp/f Høgni
Mikkelsen hevur selt
allar ognirnar og
fríggjadagin varð tað
seinasta undirskrivað.
Sp/f KJ Smíð hevur
keypt Blómubrekku,
bygningin á
Hjalla, amboðini
og menninar.
Bjarni Poulsen,
byggimeistari, hevur
keypt trøðna oman
fyri Berjabrekku og
Sp/f J&K Petersen
trøðna á Boðanesi.
Søla
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Tórshavn: – Eg havi arbeitt
innan byggivinnuna í 25 ár,
og nú havi eg brúk fyri at
taka mær av løttum í eina tíð.
Eg havi leingi ætlað at selt
allar ognirnar hjá felagnum,
so tað er frálíkt, at allar
avtalurnar nú eru komnar
upp á pláss, sigur Høgni
Mikkelsen.
Sp/f KJ Smíð við Kristini
Johansen á odda hevur
keypt alt arbeiðið, sum
er í gerð í Blómubrekku
– t.e. 39 íbúðir. Somuleiðis
hevur felagið keypt stóra
bygningin á Hjalla, amboðini
og menninir, sum starvast
hjá Sp/f Høgna Mikkelsen,
eru bodnir at halda fram at
arbeiða í Blómubrekku, men
nú hjá Sp/f KJ Smíð.
– Eg spurdi Høgna í
skemti, um eg kundi keypa
ognirnar hjá felagnum, men
hann segði ja næstan við tað
sama. Ætlanin var í fyrstu
syftu at keypa allar ognirnar
hjá Sp/f Høgna Mikkelsen
– eisini byggistigið á
Løgmannabreyt,
men
peningastovnarnir vildu ikki
at fíggja tað, sigur Kristin
Johansen.
Áðrenn Sp/f KJ Smíð
keypti Blómubrekku, vóru
allar íbúðirnar seldar,
og eigararnir verða teir
somu, nú Sp/f KJ Smíð
er ánari. Kristin Johansen
sigur, at hann ætlar at gera
allar íbúðirnar lidnar sum
skjótast:
– Vónandi áðrenn árið
2006 er farið afturum.
Bygningin á Hjalla ætli eg
at royna at leiga út, sigur
Kristin Johansen og leggur
afturat, at arbeiðsmenninir
hjá Høgna vórðu kløkkir,
tá teir í gjár fingu at vita, at
ognin var seld.
Í alt arbeiða átta mans
hjá Sp/f Høgna Mikkelsen,
og í hesi løtu hava seks av
teimum samtykt at halda
fram at arbeiða hjá Sp/f KJ
Smíð.
Kristin Johansen hevur
somuleiðis stórar byggi-
ætlanir undir Gráasteini,
har ætlanin er at byggja
96 nýggjar íbúðir. Men
felagið sleppur ikki framat
enn, so í fyrstu atløgu
fær Blómubrekka fyrsta
prioritet, váttar Kristin.
32 marglætisíbúðir
J&K Petersen hevur keypt
stóru trøðna á Boðanesi
í Havn frá Sp/f Høgna
Mikkelsen. John Petersen
stjóri, váttar, at felagið
ætlar at byggja 32 íbúðir á
økinum:
– Vit hava leingi ætlað at
keypt eina trøð. Tá Høgni
Mikkelsen so beyð okkum
at keypa hesa, smekkaðu vit
bara til. Allar 32 íbúðirnar
fara at verða úr góðari
góðsku – marglætisíbúðir.
Men somuleiðis fara vit at
selja nøkur grundstykkir,
sigur John Petersen.
Berjabrekka víðkað
Bjarni Poulsen, byggi-
meistari, er triði keyparin.
Hann hevur keypt trøðna
oman fyri Berjabrekku:
- Ætlanin er at víðka um
Berjabrekku, so nýggju
íbúðirnar fara at minna um
tær, ið longu eru. Eg ætli mær
at fara í gongd sum skjótast.
Eg havi longu fingið nakrar
fyrispurningar frá fólki, ið
ynskja at keypa, sigur Bjarni
Poulsen.