Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 72 - 11. apríl 2006 Landslagið í Norð­ oyggjum og barna­ árini í Klaksvík er nakað av tí, sum hevur givið íblástur til málningarnar hjá Magnu Auðunsson, sum hendan mán­aðin hevur fram­sýn­ing í Norðoya Kunn­ ingarstovu Listaframsýning Magna Auðunsson hevur búð nógv ár í Íslandi, har hon eisini av álvara byrjaði at royna seg sum listakvinna. Um tíðina í Íslandi sigur Magna, at umhvørvið var sera kveikjandi, bæði tá tað ráddi um tekni- og máli­hættir, men eisini í tí prakt­iska arbeiðinum við at ramma inn og og seta fram­ sýningar upp. Magna hevur nomið sær kunnleika um list frá lærarum á Listaskola Islands, Hægri lærustovni í Aberdeen, á Thorstedlund Kunsthøjskole í Danmark og eisini á Føroya Læraraskúla, har hon tók læraraútbúgving við list sum sergrein. Hon hevur búð í Føroyum síðani fyrst í nítiárunum og hevur havt hópin av framsýningum bæði her heima, í Íslandi, Noreg, Svøríki og Danmark. Um íblásturin til sínar máln­ingar sigur Magna so­leiðis – Mínar naturalistisku lands­lagsmyndir verða til í eini samanrenning av náttúru­ upplivingum og tí inn­ara uni­vers­in­um, tí inn­ara lands­ lagnum. Eg gjørdist tíðliga sera hugtikin av náttúruni rundan um meg. Tað kennist sum at upplivingar, myndir og hugløg frá barnaárunum hava sett seg føst á nethinn­ una, og tað kann onkuntíð verða til mystiskar og ab­straktar málningar, sigur Magna. 26 størri og smærri akryl­ málningar eru við á fram­ sýningini í Norðoya Kunn­ ingarstovu, sum er opin allan apríl mánað. ave Langa fríggjadag fer kvinnukórið Suð úr Klaksvík á konsertferð til Aberdeen, har tær fara at syngja satsir úr Messias. Eftir konsertferðina fer kórið at framføra satsirnar í Føroyum   Konsertferð Konsertin í Aberdeen verð­ur hildin í St. Machar Cathedral í Aberdeen 1. páskadag kl. 19:45. Á skránni eru 16 satsir úr Messias hjá Handel. Hetta eru bæði kórsatsir, ið eru útsettir til tríggjar kvinnurøddir umframt nak­rar ariur og nøkur resita­tiv. Afturat Messias fer Suð at syngja ymiskt før­oyskt og brot úr øðrum kendum verkum. Jóhannes Andreasen verður við sum klaverleikari. Síðst í apríl og um hálvan mai fer Suð at framføra satsirnir úr Messias í Føroy­ um. ave Vikuskiftið 21.-23. apríl skipa Ung í MáF fyri skeiði í Eysturskúlanum, har undirvíst verður í Forum teatri. Eisini er aðalfundur á skránni Skeið/Aðalfundur Forum teatur er ein leik­ háttur, sum brúktur verður at spæla fyri til dømis starvs­fólki á stovnum o.ø. Tann, ið hevur skrivað leik­ in, hevur lagt ein trupul­ leika inn, ofta nokkso pro­­vo­kerandi, sum fær fólk at reagera. Áskoðarin loypur upp á pallin fyri at spæla leiklutirnar øðrvísi - soleiðis sum hann metir, at teir skulu verða spældir. Rættindi hjá børnum á pall Ætlanin við skeiðnum er at brúka royndirnar í sam­ bandi við tiltak hjá Barna­ bata, sum verður í heyst, nevnt “Tú hevur rætt”, og sum snýr seg um rættindini hjá børnum. Endamálið við verkætl­ anini hjá Barnabata er at gera vart við umstøður og rættindi hjá børnum í Føroyum. Hetta skal m.a. gerast við at seta gongd á eitt umfatandi arbeiði, sum í høvuðsheitinum snýr seg um at upplýsa børn í Føroyum um, hvørji rættindi tey hava. Undirvísari á Ung í MáF- skeiðnum verður Susanne Ruthström úr Svøríki, sum dagliga undirvísir ungum í Forumteatri. Skeið og aðalfundur Skeiðið er fyri øll áhugað, roynd sum óroynd, sum eru millum 15 og 25 ár. Undir­ víst verður frá fríggja­kvøldi 21. apríl kl. 19 til sunnu­ kvøld 23. apríl kl. 17. Gist verður á Eysturskúlanum. Á skeiðnum verður somu­ leiðis aðalfundur hildin. Hann verður leygarkvøldið 22. apríl kl. 19. Tekning hjá MáF í seinasta lagi mikudagin 19. apríl á mid­ degi. Tey, sum vilja vita meira, kunnu venda sær til Birnu Heinesen á tlf. 222443 ella MáF, tlf. 315624, maf@ maf.fo. ave Fríggjadagin lat upp listaframsýning í Leikalund við málningum hjá vinkonunum Berit Norðoy og Bjørg M. Andersen Listaframsýning Til dagligt arbeiða tær báðar vinkonurnar Berit Norðoy og Bjørg Mohr Andersen sum ávikavist bankakvinna og fotografur. Men stóra felags áhugamálið er myndlistin, og hava tær báðar verið við á fleiri framsýningum í Føroyum. Berit málar abstraktar myndir, har tú hómar fólk og fjøll. Á myndunum, hon nú sýnir fram, hevur hon lagt seg serliga eftir at arbeiða við litum. Málningarnir hjá Bjørg eru eisini abstraktir, har eitt gjøgnumgangandi tema er dýpdin, sum kemur fram á ymsar hættir í eyðkenda reyða litinum. Framsýningin verður at síggja í vanligu upp­lat­ing­ artíðunum hjá Leika­lund. ave Suð til Skotlands á konsertferð Forum-teatur og aðalfundur Vinkonur í Leikalund Magna Auðunsson, “Múli” 16 satsir úr Messias verða á skránni, tá kvinnukórið Suð fer til Skotlands á konsertferð á páskum. Seinni framføra tær satsirnar í Føroym Magna Auðunsson í Norðoya Kunningarstovu Mynd eftir Berit Norðoy Mynd eftir Bjørg Mohr Andersen