Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 11. apríl 2006 9 Handarbeiðsskúlin í Klaksvík hevur nógv spennandi skeið at bjóða. Í farnu viku var tøving á skránni, har sjey kvinnur fingu undirvísing í, hvussu ein umskapar ull til skóleistar, taskur, páskaprýði – og eisini sloyfur! Handverk Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Klaksvík: Tær sita ídnar og arbeiða ull, hesar sjey hugagóðu kvinnurnar í Hand­ arbeiðsskúlanum. Seks teirra sita við borðini og gera ymiskt úr ullini, meðan tann sjeynda kvinnan er í einum øðrum rúmi og vaskar ull. Frammanfyri teimum situr undirvísarin Anna Evensa Abrahamsen og gevur teim­ um góð ráð, um brúk er fyri tí. Við eitt av borðunum situr Heidi Hvidbro úr Klaksvík. Flestu kvinnurnar eru úr hesum býi, men ein teirra er komin tann langa vegin úr Miðvági at luttaka á hesum skeiðnum. Prátið gongur og arbeitt verður, tá vit trína innar í undirvísingarhølið. Tað er ikki meiri enn at tær sansa at gestir eru komnir á gátt. Her ræður um at nýta hvørja løtu væl, soleiðis at sum mest fæst burtur úr und­ irvísingini. – Akkurát eg Hetta er fyrstu ferð, at Heidi er á slíkum skeiði. Hetta hava verið áhugaverdir tím­ ar, serliga fyri hana sum ikki hevur tøvt áður, men mest fingið við annað hand­ arbeiði. – Tá eg frætti um skeiðið hugsaði við mær sjálvari, um hetta var nakað fyri meg, – um eg mundi fara at tíma at tøva. – Men nú, eg havi verið her nakrar ferðir, má eg bara siga, at tøvingin, tað er akkurát eg!, sigur Heidi við einum stórum brosi. Tað hevur eisini verið áhuga­vert fyri hana at hitta aðrar kvinnur. Hóast tær eru í ymiskum aldrum, eru tær savnaðar her við einum endamáli: At læra meiri um tøving. Sloyfur Hetta skeiðið í tøving varir samanlagt í 64 tímar, og byrj­ ar á morgni og endar kl. 15. Íalt eru tær saman átta ferðir hetta skeiðið, sum byrjaði fyrst í februar mánaði. At tað er um dagin hóskar væl til Heidi, sum starvast sum heilsuatstøðingur á deild A á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. – Tað er gott at hava eitt lagaligt arbeiðspláss, sigur hon, sum eisini er virkin í felagsskapinum “Bót til Bata”. Heidi hevur við ávís høvi luttikið á fundum og greitt frá, hvussu tað var at fáa stað­ fest bróstkrabba, har hon sam­stundis hevur kunnað um arbeiðið í Bót til Bata. Tá vit vitjaðu handarbeiðs­ skúlan mikudagin var hon í ferð við at tøva og gera sloyfur úr ljósareyðum til­ fari. Hesar sloyfur eru symbol hjá kvinnum, sum eru skurð­ viðgjørdar í bróstinum. Tær eru vakrar á at líta, sam­ stundis sum ein kann vera felags um eitt ávíst enda­ mál. – Ikki tíð at keða seg Meðan Heidi prátar við um­boðini fyri tíðindatæn­ ast­una, situr hon alla tíðina og arbeiðir. Tað ræður um at fáa hetta arbeiðið frá hond, tí nú eru ikki so nógvir dagar eftir til undirvísingin endar. Her má hvør løta nýtast til fulnar. Hon hevur tó ikki ein­ ans gjørt hesar sloyf­ur­ nar. Umframt hetta hava kvinnurnar í Hondar­beiðs­ skúlanum m.a. tøvt skóleistar og gjørt páskaprýði, taskur og mangt annað. Hon fegnast um at kunna fara á ein skúla av slíkum slagi. Her er nevniliga øll tann útgerðin, ið krevst til slíkt handverk. Skal ein arbeiða heima við hús krevur tað sítt pláss, men her á Handarbeiðsskúlanum eru allar umstøður og øll lík­ indi til at fáa nakað burtur­ úr. – Hóast tað kann tykjast long tíð at vera á einum skeiði sum varar í 64 tímar, havi eg ikki kett meg eina einastu løtu. – Vit hava ein sera góðan felagsskap, og gjøgnum prát­ ið fáa vit somuleiðis íblástur frá hvør aðrari, sigur Heidi. – Eingin tíð at keða seg Sjey luttakarar Tær sjey sum luttaka á hesum skeiðnum í tøving eru hesar: Sunnrid Sirdal, Hvannasund Sirið Bjartalíð, Klaksvík Heidi Hvidbro, Klaksvík Jórun Haraldsen, Miðvág Sólvá Hansen, Klaksvík Maiken Stenberg, Klaksvík Gunnvør Sigurðsson, Klaksvík Heidi Hvidbro arbeiðir við tí ljósareyða, nú hon ger tær eyðkendu sloyfurnar hjá felagsskapinum Bót til Bata Ein annar av luttakarunum hevur gjørt sær okkurt prýði til páskirnar