týsdagur 11. apríl 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 72 - 11. apríl 2006
Báðir partar liggja enn stavn um stavn í italska valinum.
Tá ið allar atkvøður vóru taldar í morgun, hevði
Prodi ein tinglim í meiriluta í undirhúsinum, meðan
Berlusconi hevði ein tilsvarandi meiriluta í senatinum.
Undirhús og senat eru javntsett í lóggávumyndugleika,
so eitt sovorið úrslit er næstan tað versta, sum henda
kundi. Um hetta verður úrslitið, tá fínteljingin er liðug,
so er Italia í verstu stjórnarkreppu í ártíggjur. Sum
støðan er nú, krevja báðir partar sigurin, og hetta er
sjálvsagt eingin haldgóð støða.
Valstríðið hevur verið óvanliga hart, og serstakliga
Berlusconi hevur verið sera ófantaligur í orð og tal.
Berlusconi er sum kunnugt ríkasti maður í Italia.
Hann eigur dagbløð, tíðarrit, kringvarpsstøðir, fót
bóltslið og stórar ídnaðarfyritøkur. Hann hevur havt
óavmarkað fíggjarligt tilfeingi umframt, at hann jú
hevur gjørt av, hvussu hansara egna pressa skuldi
dekka valstríðið. Tað er sostatt ikki nakar serstakliga
demokratiskur persónur, ið stendur á odda fyri kon
servativu fylkingini. Berlusconi hevur heldur eingi
glæsilig úrslit at vísa á eftir fimm ár við valdinum.
Hann lovaði italska fólkinum ein betri búskap og
betri lívskor, men alt hevur gingið tann skeiva vegin.
Vinnulóysi og búskaparlig kreppa hava eyðkent Italia
hesi seinastu fimm árini. Orsøkirnar eru fleiri, eitt nú,
at Berlusconi ikki vil samstarva við EU og hevur lagt
seg alt ov tætt upp at USA og Bretlandi. Hartil kemur,
at hann og flokkur hansara ikki hava dugað at takla
altjóðagerðina sum ein møguleika, men hava teir bert
sæð hetta rákið sum eina hóttan móti búskapinum og
móti gomlum t.v.s. katólskum virðum. Úrslitið av hesi
støðu er, at Italia er tikið á bóli og er vorðið ”sjúki
maður Europas”. Fyritøkurnar flýggja til láglønarlond,
arbeiðsloysið økist og politiska lívið kryplast, eitt nú
við at lóggávan er vorðin innrættað, so hon hóskar til
búskaparligu áhugamál forsætisráðharrans.
Mið- og vinstrasamgongan hjá Prodi hevur boðið seg
fram við einum greiðum alternativi, einum politikki,
sum skuldi nútímansgera Italia og endurskapa virð
ingina fyri Italia og italskum politikki. Kjarnan í
hesum politikki er eitt nógv tættari tilknýti til EU og
ein nútímansgerð av útbúgvingarskipan, almanna-
og heilsuverki umframt ein púra greið strategi fyri,
hvussuleiðis Italia skal koma sum best burtur úr
altjóðagerðini. Her er við øðrum orðum eitt sera
greitt, og skuldi ein hildið, upplagt alternativ til
ultrakonservativa politikkin hjá høgrasamgonguni.
Men veljarin hevur ikki verið so sannførdur, og
spurningurin er, hvør orsøkin er. Ein nærliggjandi
frágreiðing er, at Berlusconi situr á mestsum allari
pressuni. Hann hevur havt mestsum tíðindamonopol.
Uttan mun til hvør frágreiðingin er, so er Italia fram
vegis ”sjúki maðurin í Europa” og hetta er ikki gott
fyri nakað – hvørki fyri Europa ella fyri Italia. Eitt,
sum europæisku londini kundu lært av italska valinum
er, at ásanna, at pressumonopol er ikki gott fyri fólka
ræðið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Stavn um stavn
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Í hesum døgum hevur nógv
verið frammi um ymiskt, ið
hendir innan kristnar sam
komur – har menniskju hava
løgnan atburð og har ymiskt
yvirnáttúrligt tykist at henda.
Tá slíkt fer fram, verður sagt,
at hetta er Heilagi Andin og
kraft Guds.
Tað, ið vit mangan
gloyma, tá talan er um
Heilaga Andan er, at Andi
Guds er Heilagur - at Hann
altíð leiðir okkum til at liva
eitt lív, ið er sermerkt av
tign og sóma, sum vit lesa
í Galatiabrævinum 5:22:
“Men ávøkstur Andans
er: Kærleiki, gleði, friður,
langmóð, mildleiki, góðska,
trúfesti, spakføri, fráhald.”
Og, tá talan er um kraft
Guds, so vita vit sjálvandi, at
Gud er mentur at gera, hvat
tað skal verða – annars var
Hann ikki Gud. – Hinvegin,
so síggja vit, at megnireglan,
tá tað kemur til kraft Guds,
er ikki ein kraft við nógvum
gangi, men heldur ein kraft,
ið umbroytir menniskju frá
at liva í gudloysi til at liva
eitt lív í siðprýði og æru.
Tá atburður okkara er
soleiðis, at hann fær menn
iskju at gera gjøldur burtur úr
okkum og gudstrúgv okkara
– tá liva vit ikki í Andanum,
hesum Heilaga Anda, ið virk
ar fyri at fáa okkum meir
og meir at líkjast frelsara
okkara, Jesusi Kristi. Tá er
tað ikki kraft Guds, ið virkar
í okkum, men heldur hold
okkara, ið sleppir fram at.
Tá Paulus skrivaði til tey
í Galatia um vakra ávøkst
Andans, vísir hann til sonnu
kraft Guds – hesa kraft, ið
helt Jesusi til krossin. Hendan
kraftin sæst ikki sum nakað
ónáttúrligt í lívi okkara,
men er ein megi, ið heldur
tí niðri, ið er av holdinum
og elvir til ein atburð, ið ærir
Gud. Hetta er tað, ið Paulus
sigur í Galatiabrævinum
5:24-25: ”Og tey, sum
hoyra Kristi Jesusi til, hava
krossfest holdið við lystum
og girndum tess. Táið vit
liva í Andanum, so latið
eisini atburð okkara vera í
Andanum!”
Jesus kom einaferð fram
á ein mann, ið hevði sera
løgnan atburð. Hann helt
til í grøvunum, var settur av
illum andum og hevði sera
ónormalan atburð. Men,
Jesus rak illu andarnar út
og eftir hetta sá fólkið ein
annan mann – ”sita ílætnan
og við seg sjálvan; og tey
undraðust” (Markus 5:15).
Hetta er júst tað, ið hendir,
tá Harrin sleppir inn í lív
okkara við Anda Sínum. Tá
gerast vit ikki løgin, men
normal, soleiðis, sum Gud
upprunaliga ætlaði, at vit
skuldu vera.
Í Bíbliuni finna vit eisini
tað øvugta av hesum – tá
Ísrael vendi Gudi bakið og
fór at dansa um gullkálvin.
Vit lesa í 2. Mósebók 32:6
&25: ”Morgunin eftir fóru
tey tíðliga upp, ofraðu brenni
offur og bóru fram takkoffur;
síðani setti fólkið seg niður
at eta og drekka og reistist so
og fór at spæla. – Móses sá
nú, at fólkið kendi sær ikki
afturhald, við tað at Áron
hevði slept teimum leysum
– og hesum hildu fíggindar
teirra frægd at.”
Atburður teirra broyttist
og var nú av slíkum slag,
at ”fíggindar Ísraels hildu
frægd at teimum” (2. Mós.
32:25). Tað er álvarsamt, tá
vit sum trúgvandi eru orsøk
til, at navn Guds enntá verður
spottað (Róm. 2:24).
Tað, sum okkum fram
um alt tørvar í dag – eins og
fyrr er, at vit halda okkum til
Orð Guds og ikki lata okkum
taka av fótum av øllum tí,
sum kemur inn á okkum.
Orð Guds lærir, at vit eru í
einum andaligum bardaga
– og fíggindi Guds ger alt
fyri at oyðileggja verk Guds.
Eydnast tað honum ikki við
atsóknum, so broytir hann
framferð. Hann kann enntá,
sum Paulus skrivar til tey
í Korint, broyta seg um til
ein ljósins eingil (2. Kor.
11:13-15). Tá hevur hann
lættari at sleppa inn ímillum
okkara, tí hann er so ringur
at kenna – og skaðin er ofta
ógvisligur.
Tað, sum hendi í samkom
uni í Korint var júst hetta, at
mótstøðumaður Guds slapp
framat við ymiskum, sum
elvdi til siðloysi og óskil.
Andi Guds var trokaður av
og holdið slapp at ráða, og
var hetta orsøkin til óskil
og ófrið. Tí minnir Paulus
tey á, at ”Gud er jú ikki Gud
óskils, men friðar” (2. Kor.
14:33).
Vit mugu heldur ikki vera
blind fyri, at mótstøðumaður
Guds kann gera tekin. Vit eru
so skjót at halda, at bert eitt
tekin hendir, at so er tað Gud.
Men, latið okkum leggja
okkum orð Paulusar til tey í
Tessalonika í geyma: ”Koma
hansara verður eftir sterku
virkan Satans, við øllum
mátti lyginnar og teknum
og undrum og við øllum
svikum órættvísinnar fyri
tey, sum fortapast, aftur fyri
at tey tóku ikki við kærleika
til sannleikan, so tey kundu
verða frelst!”(2. Tess. 2:9-
10). – Her síggja vit greitt,
at tekin og undur eisini verða
brúkt av mótstøðumanni
Guds at villleiða við!
Eg vil tí í øllum kærleika
áminna okkum øll á, at vit
halda okkum til Orð Guds
og at vit døma alt í ljósinum
av tí. Tá vil alt, ið enntá kann
tykjast so andaligt, ikki so
lættliga taka okkum av
fótum. Tá verða vit eisini
spard fyri nógv óneyðug
vónbrot og mong sálarsár,
ið altíð eru ein avleiðing av
villleiðingum.
Og, latið okkum lata Harr
an sleppa at mynda okkum
við Orði og Anda Sínum,
soleiðis, at ”atburður okkara
verður í Andanum”. Ein
atburður íbirtur av Anda
Guds vil altíð elva til ”eitt
stilt og friðarligt lív í øllum
gudsótta og siðprýði” (1.
Tim. 2:2), sum virkar, at Gud
verður ærdur við okkum.
Vit minnast í hesum
døgum, at Frelsari okkara
leið og doyði fyri at frelsa
okkum og geva okkum ævigt
lív. Tað kostaði Honum so
dýrt! Latið okkum tí taka við
áminningini í 1. Kor. 6:20:
”Tit eru dýrt keypt! Ærið tí
Gud í likami tykkara!”
Við ynskjum um eini sign
aði páskir.
Latið atburð okkara vera í Andanum
John í
Skemmuni