týsdagur 11. apríl 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 11. apríl 2006
11
Listafram
sýningin hjá
Lions Club
Eysturoy
26 ár á baki
Báðar páskadagarnar
verður listaframsýning
hjá Lions Club Eysturoy
opin í Runavíkar Skúla,
báðar dagarnar frá kl.
15.00 til kl 20.00 og
hevur hetta tiltak staðið
við síðani 1980, og er
sostatt blivin ein fastur
táttur av hátíðarhaldinum
á staðnum.
Framsýningin verður
sett av Fríðgerð Heinesen,
borgarstjóra, í Leirvík.
Undir setanini fara limir
úr Norðljómi at spæla
nøkur stykkir, og setir tað
altíð ein serligan dám á, tá
ungir frískir leikarir leika
á ljóføri.
Hesi 26. árini framsýn
ingin hevur verið, er
ein fjøld av listaverkum
framsýnd. Luttøkan hev
ur ligið millum 30 og 50
listafólk, við 2 – 300 góð
um og fjølbroyttum lista
verkum.
Framsýningin hevur
rúma málningum, tekning
um, akvarellum og klipp
um v.m., og hevur gjøg
num árini verið sera
fjølbroytt. Saman við
royndum og drivnum
listafólkum, hava ung
og óroynd fólk her haft
møguleikar at royna síni
listaligu evnir og sýna tey
alment fram, fyri seinni
at vera við til mynda
tann listarliga hópin. Í ár
sýnist áhugin til at luttaka
í framsýningini at vera
størri enn nakrantíð.
Allur ágóðin verður
latin til vælgerandi enda
mál.
Amerikumaður, Hank
Hanegraaff, hevur skrivað
bók, ið nevnist “Counterfeit
revival”. Í hesi bók viðger
hann ymiskt, ið hendir
innan kristnar samkomur í
dag, sum mangan er torført
hjá fólki at gjøgnumskoða
og sum als ikki samsvarar
við tað, ið orð Guds lærir.
Mong menniskju undrast
og eru hugtikin av øllum
tí yvirnáttúrliga, tey hoyra
um og síggja – og meta tey,
at hetta er verk Heilaga
Andans. Og so royna mong
menniskju hetta og uppliva
ymiskt – sum í mongum
førum leiðir til vónbrot,
sálarligar kreppur og frá
fall frá Gudi.
Brotið niðanfyri er tikið
úr áðurnevndu bók – á síðu
61 og eru sera álvarsamt
og rannsakandi at lesa.
Ein vónbrotin eftirfylgjari
ringdi til mín á ”the Bible
Answer Man broadcast”,
tann 1. mai í 1996. – Júst
áðrenn sendingin endaði
tann dagin, fekk eg kroyst
eina seinastu telefonsamrøðu
inn afturat. Kvinnurøddin í
hinum endanum var týðiliga
óttafull og skelkað.
Hon segði fyri mær, at
pastorur hennara hevði
verið í ”Toronto Airport
Vineyard” og hevði ”tikið
hetta upplivilsið aftur við
sær”. Eins og hann ivandi
var farin hagar, kom hann
nú aftur, sannførdur um, at
kraftin, ið hann persónliga
hevði upplivað, var veruleiki.
Hann yvirtalaði limirnar í
samkomuni at lata seg sleppa
at biðja fyri teimum, og
byrjaðu tey eisini at uppliva
tað, ið hann hevði upplivað.
Men Kristi upplivdi tó einki
annað enn vónbrot.
Var hetta frá Gudi, sum
sálarhirði hennara helt uppá,
tørvaði henni so sanniliga
eisini at verða nomin av
Honum. ”Hví, Gud?” bøn
aði og bað hon. ”Hví sleppi
eg ikki upp í part?” Hon
settist á gólvið og fór at
gráta beiskliga, meðan fólk
allastaðni uttan um hana
hildu á at flenna, skelva og at
vera sligin niður í andanum.
Bráddliga var hon var við, at
hon lá fløt á gólvinum, uttan
at vera før fyri at flyta seg. Í
somu løtu broyttist vónloysi
hennara til ræðslu.
Sjálvt um hon greiddi
mær frá hesum meir enn
eitt ár aftanná, hoyrdi eg
enn óttan í rødd hennara.
Eg var sannførdur um,
at henni tørvaði gjølla at
fata, hvat henni hevði ver
ið fyri. Eg fór at greiða
henni frá, hví hendingin, ið
henni hevði verið fyri, var
óbíbilsk og vandamikil. Eg
greiddi henni frá nøkrum av
vanligu avleiðingunum av
slíkum tilburði: ”Ógvisligar
sinnisbroytingar, tunglyndi,
ótti, sinni, skilaleys róp,
drúgvur dvali, fremmanda
kensla og ráðaloysi.”
Meðan eg greiddi frá hes
um, fór hon at gráta. ”Hatta
er júst tað, ið hendi við
mær!” segði hon higstrandi.
Meðan hon stríddist við at
vinna tamarhaldið aftur,
játtaði Kristy, at hon enn
var ørkymlað av árininum
av uppliving hennara.
Hon segði, at eftir at hon
endiliga var komin upp
aftur av gólvinum, kendist
tað, sum hon ”júst hevði
verið við í einari 100 míla
maratonrenning”. Í veruleik
anum gjørdist ávirkanin
av tunglyndi hennara so
hættislig, at lækni hennara
mátti geva henni antidepress
iva medisinska viðgerð.
Andaligu avleiðingarnar
vóru eins svárar. Hon fór at
seta spurnartekin við kristin
dómin sum heild. Gleðin, ið
hon so tráliga hevði leitað
eftir gjøgnum eitt loyndarfult
upplivilsi, var endað í einum
veruligum helviti:
”Samfelag mítt við Harran
er fullkomiliga endavent. Eg
ræðist at biðja. Eg tori illa
at fáa at vita, hvør henda
uppliving í veruleikanum
var, tí eg veit, at hon var ikki
frá Harranum. Eg óttist at
fara á møti, eri bangin fyri
Gudi. Eg havi sæð slíkt, sum
er beinleiðis ímóti øllum tí
góða, ið eg sum nýfrelst
lærdi í Bíbliuni. Hetta ræðir
meg. Hetta er so skelkandi.
Eg eri bangin fyri, at hetta
hevur havt eitt varandi árin
á meg og mann mín.
Tað hevur tikið okkum
báðum so langa tíð til aftur
regluliga at lesa í Bíbliuni
og at biðja. Tað tykist,
sum vit ikki fata frelsuna
longur. Eg minnist tíðina,
tá hon var so greið, og nú
tykist hon so torskild. Eg
eri enn skelkað. Vit lesa og
vit biðja, men samfelagið,
ið vit høvdu, tykist ikki at
vera tað sama sum fyrr. Eg
nevni hetta í hvussu er ikki
eina ”signing!” Hetta var
ein ræðuleiki, sum nústani
er byrjaður at lætta av mær
sjálvari, manni mínum og
hjúnalagi okkara. Eg gerist
so ill av at síggja, hvussu
djúpt hetta hevur sært
familju okkara og fløkt okk
ara samskifti við onnur.
Eg veit ikki, hvar eg
flóti andaliga í løtuni. Eg
havi onga tráan eftir Harr
anum. Eg eri blivin so
atfinningarsom og ivandi,
at eg neyvan tori at líta á
nakran.
Eg veit, at tað eru so nógv
trúgvandi, ið eins og eg ikki
duga at gjøgnumskoða hetta.
Tað kom bara so líðandi. Tá
leiðslan, ið tú leit á, leiðslan,
ið tyktist at vera so grundfest
í Orðinum, tekur undir við
slíkum, kennir tú teg seka,
um tú ert ímóti.”
Sum eg helt fram at tosa
við Kristy, byrjaði hon at fata,
hvussu hon, eins og sálarhirði
hennara, hevði givið eftir
fyri socialpsykologiskari
ávirkan. Hon byrjaði eisini
at fata, at hesir svikafullu
arbeiðshættir skapa frukta
góða mold fyri sataniskari
og andaligari villleiðing.
Sum vit nærkaðust endan
um á samrøðu okkara, byrjaði
hon at skilja alt betur, og alt
í einum hómaði hon bláa
himmalin handan hóttandi
skýggini. ”Lívsroynd mín
skal verða við til at hjálpa
øðrum”, segði hon, ”annars
er hon burturspilt. Nú kann
eg síggja hetta frá báðum
síðum. Eg kendi meg so
stirnaða í likaminum, men
nú veit eg, at hetta var ikki
frá Gudi. Kann eg hjálpa
onkrum, verður tað alla
kvølina vert. Eg veit, at hetta
var eitt veruligt upplivilsi;
nú veit eg eisini, hvussu tað
var íbirt. Nú eri eg meiri enn
nakrantíð sannførd um, at
hetta var ikki frá Gudi.”
Meðan Kristy nærum vendi
kristindóminum bakið, eru
tað í veruleikanum fjøldir,
ið júst gera tað. Og aðrar
milliónir hyggja undrandi at
og kveistra kristindómin frá
sær sum verandi eina røð av
sviki. Tey hugsa, at tá kristin í
dag so lættliga góðtaka slíka
trúarlæru, mugu tey vera eins
bláoygd viðvíkjandi kristnu
trúarlæruni, ið er 2000 ára
gomul.
Tá hitt kristna støðið
hevur meiri til felags við
National Enquirer (Størsta
sleyitíðarrit í USA) enn við
Nýggja Testamenti, er tíðin
komin til okkara at rannsaka
okkum sjálv. Um tað at
duga at selja boðskapin og
spenningur gerast meiri
lokkandi enn sannleiki, er
sjálvur grundvøllurin undir
trúgv okkara í vanda. Sum
eftirfylgjarar av Honum, ið
ikki bert segði Seg at vera
”vegin og lívið”, men eisini
”sannleikan”, mugu vit áseta
støðið fyri hendan heim, og
ikki øvugt. Vit gera rætt at
geva gætur orðunum hjá
Blaise Pascall, sum tey ljóma
niður gjøgnum øldirnar við
profetiskari styrki:
”Sannleiki er í hesum tíð
um so ógreiður og ósannindi
so rótfest, at um vit ikki
elska sannleikan, koma vit
ikki at kenna hann.”
Counterfeit Revival (Hank
Hanegraaf) s. 61-64. (Ums.
J. í Skemmuni).
– Eingin hondgranat
spreingjast undir
Fiskivinnuskúlanum í
Vestmanna á hesum
sinni, Tobbi! So bersøgin
er Heidi Petersen,
tingkvinna í viðmerking
til Tórbjørn Jacobsen
Í sambandi við fyrispurning
hjá Tórbjørn Jacobsen,
løgtingsmanni, til Jógvan
á Lakjuni, landsstýrismann
í mentamálum, viðvíkjandi
skúlabygging kring landið,
har løgtingsmaðurin m.a.
skjýtur upp at niðurleggja
Fiskivinnuskúlan í Vest
manna, vil eg hervið gera
vart við at, eg undir ong
um umstøðum góðtaki at
forðingar verða lagdar fyri
at byggingin av Fiskivinnu
skúlanum í Vestmanna verður
framd, og vil eg tí harðliga
mótmæla uppskotinum frá
løgtingsmanninum.
Fiskivinnuskúlin í Vest
manna hevur síðani hann var
settur á stovn verið einasti
skúli í Føroyum sum til fulnar
hevur lyft uppgávuna at geva
næmingunum møguleika og
royndir á altjóða pallinum
við síni luttøku í European
Business Game. Við sínum
framúr góðu úrslitum í hesi
altjóða kapping hevur skúlin
í verki víst sína dygd og sítt
tilverugrundarlag.
Seinastu nógvu árini hava
nógvar ítøkiligar royndir
verið gjørdar at útvega skúl
anum hóskandi karmar,
men hvørja ferð hevur
hetta miseydnast vegna tað
at onnur lokal áhugamál
uttanífrá hava klárað at
steðgað gongdini. Í hesum
døgum er projekt á gáttin
viðvíkjandi skúlabyggingini
í Vestmanna, og síggi eg fram
til at hetta gerst veruleiki,
Føroyum, Norðurstreymoy
og Vestmanna at frama.
Við Tjóðveldiskvøðu.
VIÐMERKINGAR
Fiskivinnuskúlin hevur víst sína dygd!
løgtingskvinna
Heidi
Petersen
Sligin niður í andanum
John í
Skemmuni