Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 11. apríl 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Lussi Wolfsen, fødd Justinussen, ættað úr Tórshavn, búsitandi í Svøríki, fer til gravar úr Ivetofta Kyrka, Brom, hósdagin 13. apríl klokkan 10.30. Kistan við Brynhild Solveig Hansen í Sørvági fer úr kapellinum á Landssjúrkshúsinum í dag kl. 16. Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju mikudagin kl. 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Brynhild, kunnu lata Sørvágs kirkju eina gávu. Konta í peningastovunum. Andlát og jarðarferðir Fríggjadagin 7. apríl skipaði Fuglafjarðar skúli fyri hugnaligari samkomu fyri Ásvør Thomsen, skúlavikari, sum hevur 50 ár starvadag tann 13. apríl. Á samkomuni vóru starvsfólk skúlans, umboð fyri næmingaráðið, skúla- stýrislimir og umboð fyri býráðið. Samkoman byrjaði við, at næmingar undir leiðslu av Frits Johannesen og Martu á Lakjuni sungu nakrar sangir. Súni í Hjøllum, skúlastjóri, helt røðu, handaði minnis- gávu og takkaði Ásvør fyri drúgva og trúgva tænastu. Svein Magnason, næminga- ráðsformaður, takkaði Ásvør og handaði blómur vegna næmingaráðið. Sigurd Simonsen, borgar- stjóri, handaði Ásvør málning vegna býráðið, meðan Dánjal Vang, 2. varaborgarstjóri helt røðu vegna býráðið. Uni Næs, skúlastýris- formaður, helt røðu vegna skúlastýrið og handaði Ásvør sømdargávu - »fortjenste- medalju úr silvur« - frá Margrethu drotning. Fleiri onnur nýttu høvi at siga nøkur góð orð og takka Ásvør Thomsen fyri tað stóra arbeiðið, hon hevur gjørt fyri Fuglafjarðar skúla í øll hesi mongu árini. Ásvør Thomsen, skúlavikarur 50 ára starvsdag í Fuglafjarða skúla Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður mín, pápi, verfaðir og abbi okkara Hans M. Reinert Hoyvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur. Ein serstøk tøkk til Bjarna Bæk prest, og annars øllum tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til í sambandi við jarðarferðina. Familjunnar vegna Myrna Jan-Heri og Magni við familju Frá mánadegnum 27. mars til og við fríggjadagin 7. apríl vóru Rannvá Næs Guttesen og Lilja Holm Mortensen úr 9. flokki í Eysturskúlanum í Havn, og Elin Neshamar, sum gongur í 10 flokki í Klaksvíkar skúla í stravsvenjing á Sosialinum. Rannvá og Lilja vóru mest í Miðlahúsinum í Vágsbotni, meðan Elin fyri tað mesta var í Klaksvík. Áðrenn tær fóru heim fríggjadagin, skrivaðu tær nøkur orð, sum tær ynsktu at vit skuldu seta í blaðið. ikki fyrr enn teir síðstu dagarnar, at ein er sikkur í sær sjálvum, og veit, hvat hetta starvið gongur út upp á. Eiheldur kemur ein at kenna tykkum fyrr enn teir síðstu dagarnar. Túrurin í Klaksvík var serstakliga hugnaligur, og vit fingu mong góð minnu við okkum, t.d. tá vit upplivdu skúlan í Árnafirði, og handilin har norðið, ið bert hevði ein dunk av edikki, tveir sekkir av eplum, og nakrir fáir bommpakkar, o.s.v. Tað var sera upplivingarsamt og øðrvísi. Vit hava havt mangar góðar løtur, har vit hava bert hava flent og flent, serliga eftir trøllinum í Klaksvík. Vit hava havt tað sera stuttligt, og tað hevur verið ein sera lærurík tíð við mongum góðum minnum. Tað stuttligasta er, tá ein er á veg heim, og tá gongur framvið einum handli og sær dagsins Sosial, og veit, at hetta hevur man verið við til. At síggja hvussu tit arbeiða, og hvat hetta arbeiðið er, hevur givið okkum størri innilit í, hvat journalisma er. At verða journalist er ikki arbeiði fyri Rannvá, men Lilja hevði tó væl kunna hugsa sær eina framtíð sum journalist. At enda vilja vit siga stóra tøkk fyri, at tit hava tikið so væl ímóti okkum. Tit hava verið sera blíð og fitt. Um vit síggjast aftur sum kenningar, ella kanska journalistar, tað fer framtíðin at vísa. Tit eru herlig, eru tit Vinarliga heilsan Rannvá Næs Guttesen og Lilja Holm Mortensen Góðu tit á Sosialinum! Eg ynski at takka tykkum fyri, at eg kundi vera í starvsvenjing her hjá tykkum. Mær dámdi sera væl at vera her. Takk fyri, at tit tóku so væl ímóti mær. Eg var serliga í redak- tiónini í Klaksvík. Eg fekk eitt gott innlit í, hvussu eitt blað verður gjørt, hetta var sera áhugavert. Eisini sá eg, hvussu blaðfólkið kundi fáa søgur burturúr øllum møguligum, sum ein annars als ikki sær sum søgur í tí dagliga. Eg lærdi sera nógv, og varð sett inn í ymiskt, sum eg ongantíð havi varnast áður. Eg lærdi t.d. um ymisk virki, sum eg næstan ikki visti av vóru til. Hóast tað, vit fóru í gongd við at gera, stundum ikki tøktist so áhugavert at byrja við, endaði altíð við, at tað gjørdist sera áhugavert. Eisini lærdi eg um, hvussu ein grein verður uppbygd, hvørji raðfylgju alt verður skrivað í o.a. Hetta slapp eg at royna, og altíð var Anna líka fús at hjálpa og rætta mínar feilir. Takk fyri at tú vart so tolin at hjálpa mær. Mær dámdi væl, og fekk eg nógv burtur úr. Annars slapp eg at royna eitt sindur av umseting, var við, tá ið blaðfólk høvdu samrøður og slapp við “rullandi redaktiónini” hetta var alt líka áhugavert og mær dámdi sera væl. Í teir 14 dagarnar, eg var her, lærdi eg sera nógv, hugnaði mær og dámdi mær ótrúliga væl – uppaftur betur, enn eg hevði væntað. Tíðin var bert alt ov stutt. 1000 takk fyri, at tit lótu meg vera í starvsvenjing. Harrin signi tykkum! ϑ Heilsan Elin Neshamar Góði Sosialurin Vit vilja fegin siga stóra tøkk fyri tær tvær vikurnar vit hava verið her í starvsvenjing hjá tykkum. Tað hevur verið stak hugnaligt. Vit halda, at tvær vikur er alt ov stutt tíð at vera í starvsvenjing, tí í byrjanini er ein eitt sindur smæðin og ósikkur í, hvat ein kann gera og ikki gera. Tað er Heilsan frá praktikantum Elin Neshamar, Lilja Holm Mortensen og Rannvá Næs Guttesen vóru í starvsvenjing hjá Sosialinum Føroyingur við á framsýning í Hvidovre Hvidovre Censu- rerede Udstilling, sum verður censurerað av fýra yrkislistafólkum, hevur valt tveir av málningunum hjá Niels Salmony at vera við á framsýningini. LISTAFRAMSÝNING HCU er ein landsumfatandi framsýning á Hvidovre Bibliotek, sum hevur til endamáls at geva listafólki høvi at vísa nýggjan list. Framsýningin, ið verður frá 22. apríl til 13. mai, fevnir um málningar, akvarell, grafikk, foto, collage og høggmyndir. Eini 2000 myndir vóru at velja ímillum og 200 vórðu valdar burturúr. Harímillum tvær hjá Niels. Niels Salmony, ið er ættaður úr Trongisvági og býr niðri, fór heldur seint at mála av álvara. Hann hevur tó longu tey seinastu fimm árini havt fleiri framsýningar m.a. í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, Atlantic Airways Færø Regatta í Ishøj og á fleiri privatum donskum virkjum. Niels Salmony vil fegin mennast listarliga við meira útbúgving og gongur nú á Billedskolen í Keypmannahavn. Málningarnir hjá Niels Salmony, sum verða á fram- sýningini, eru inspireraðir av yrkingunum hjá Poul F. Joensen “Fagra blóma” og “Áh, kundi á tíðarhavi”.