Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 72 - 11. apríl 2006 31. mai fer ein av heimsins kendastu songkvinnum innan kristnan rokk & pop- tónleik at hava kon- sert í Føroyum. Re- becca St. James hevur játtað at koma til Før- oya at framføra, nú hon er á heimskon- sertferð saman við tónleikarum sínum. Konsertin verður í Kelduni í Skálafirði mikukvøldið 31. mai kl. 20:00 KONSERT Kendi gospelsangarin Car- man bað í 1990 avstralsku Rebecca St. James vera við á hansara konsertum í Australiu, og sama ár gav hon út sína fyrstu fløgu undir heitinum "Refresh my heart". Seinni flutti hon til USA, har hon í dag hev- ur sáttmála við Forefront Records. Í 2000 vann Rebecca St. James Grammy virðisløn fyri bestu rokk gospel fløgu og var samstundis áttandi kunstnarin frá Avstraliu, ið fekk eina Grammy virðis- løn eftir Oliviu Newton- John, Rick Springfield, Men at Work, Helen Reddy, Red Hot Chili Peppers, The Bee Gees og Barry Gibb. Í november 2005 kom 12. fløgan frá Rebecca St. Jam- es á marknaðin. Tónleikur- in á fløguni er ein blanding av góðum rokki og poppi, og fløgan verður róst upp um skýggja - hon verður mett at vera besta og erlig- asta útgávan hjá song- kvinnuni yvirhøvur, sum eisini heiti á fløguni "If I Had One Chance To Tell You Something" ber boð um - hon hevur veruliga nakað at siga øðrum við tekstunum á hesari útgáv- uni. Í 2005 var Rebecca eisini við til at gera sangir til kenda NARNIA filmin frá Walt Disney. Eisini hevur Rebecca fleiri ferðir roynt seg sum rithøvund. Hóast bert 28 ára gomul, hevur hon longu givið út 6 bøkur, seinast bókina "Sister Freaks", sum kom út í fjør, og er eitt savn av 12 søgum um kvinnur til kvinnur. Bøkurnar hjá henni hava fleiri ferðir ver- ið útseldar. Á ferðini til Føroya hevur Rebecca St. James fult ork- estur og egnar teknikkarar. Við teim átjan fólkunum í ferðaliðnum er hetta størsta gospelkonsert síðani Mich- ael W. Smith vitjaði í 1996. Við sær hevur Rebecca St. James eisini týsku Sarah Brendel. Sarah fer at hita á- hoyrararnar upp áðrenn konsertina í Kelduni, men fer harumframt sjálv at hava konsertir í Føroyum dagarnar eftir konsertina í Kelduni. Hesar verða í Christianskirkjuni í Klaks- vík, Berøa í Saltangará og í Havnar kirkju. Sarah Brendel hevur ligið nummar eitt á almenna hitt- listanum í Týsklandi í 20 vikur og er í løtuni við at fóta sær á amerikanska marknaðinum. Fyrireikararnir upplýsa, at konsertirnar við Sarah Brendel eru ókeypis, og at konsertin við Rebecca St. James kostar 275 kr. At- gongumerkir verða at fáa í Shell og Vár, nærri verður lýst um hetta seinni. Tað er felagið Gjamma, sum stendur fyri konsertu- num. Meir fæst at vita á www.gjamma.com, har at- gongumerki eisini kunnu bíleggjast umframt at fløg- ur hjá Rebecca St. James og Sarah Brendel kunnu fáast fyri serligan prís nú. Teitur gevur 1. mai fløguna »Stay Under The Stars« út, og hó- ast Teitur hevði sátt- mála við Universal, er hesin sáttmáli ikki galdandi longur, fløg- an kemur út á nýggja plátufelagnum Arlo & Betty Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Nýggja fløgan hjá Teitur var fyri nøkrum vikum, síð- an liðugt ljóðblandað, og 1. mai verður hon givin út í Danmark, meðan hon verð- ur útgivin 15. mai í Svøríki og Noregi. Christian Ulf- Hansen umboðsmaður hjá Teituri sigur, at sum er, kemur fløgan eisini út í Føroyum 1. mai. Men hann tingast í løtuni við út- breiðslu felagið í Norður- londum Playground Music, um at fáa hana út 28. apríl í Føroyum. 3’arin er tann handilin, ið hevur selt flest Teitur fløgur í heiminum, og teir hava uppiborið at vera teir fyrstu, sigur Christian. Frálík fløga Tey, ið hava hoyrt fløguna lata sera væl at. Christian sigur somuleiðis, at bæði hann og Teitur er nakað so øgiliga væl nøgdir við úrs- litið. Á fløguni verða mill- um annað nógv av løgu- num, ið vit hava hoyrt, hann spælt á konsertum seinasta árið. Her er um løg, sum tað droymandi og lokkandi "Waiting for Mars to come out", tað myrka og ófrættakenda lagið "Hitc- hiker", "Thief about to break in" og festliga næstan Frank Zappakenda lagið "Last kid on the play- ground". Hesi løg vísa øll eina eitt sindur skitnari og nógv sterkari síðu av Teitur, so tað verður spennandi at hoyra úrslitið Upptøkur og ljóðbland eru gjørd í London, har bæði Teitur og Martin Tere- fe búgva. Martin Terefe er sera royndur tónleikafram- leiðari, sangskrivari og ljóðblandari. Uppsagt samstarvið Í sambandi við útgávuna hava Teitur og umboðsmað- ur hansara valt at siga sátt- málan við risa fyritøkuna Universal upp, og hava stovnað sítt egna plátufelag Arlo & Betty. Sambært um- boðsmanninum Christian Ulf-Hansen er hetta navnið íblást av tveimum av yndis kassagittarunum hjá Teit- uri. Orsøkin til, at Teitur og umboðsmaðurin hava valt at siga samstarvið við Uni- versal upp, er tónlistarlig ó- semja við A&R mannin hjá Universal, sigur Christian Ulf-Hansen, ið sigur, at teir annars vóru væl nøgdir við Universal. Men Teitur hev- ur flutt seg tónlistarliga ein annan veg, enn A&R um- boðið hjá Universal vildi, og bæði Christian og Teitur ynsktu at halda fram á tí leiðuni, ið Teitur er farin. Tí avgjørdu teir heldur at siga sáttmálan upp, enn at gera A&R umboðum eftir vild. Rebecca St. James til Føroya Teitur vrakar Universal og gevur sjálvur nýggju fløguna út Í sambandi við útgávuna hava Teitur og umboðsmaður hans- ara valt at siga sáttmálan við risa fyritøkuna Universal upp, og hava stovnað sítt egna plátufelag Arlo & Betty 31. mai verður Rebecca St. james at hoyra í Kelduni í Skálafirði