Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 • týsdagur • 11. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo LÍF telist nú millum tey fremstu 1. DEILD Jóannes Hansen LÍF vann mánakvøldið út­­ sett a dystin móti HB 2-0. Andreas Lava Olsen, sum var støðug hótt an móti HB verjuni, skoraði fyrra málið í 37. minutt i. Hóast vinkulin var heilt spískur í vinstru, so eydnaðist tað at fáa bóltin framvið Tróndi Vatnhamar í HB málinum. Fimm minutt ir eftir steðg­in økti Magni Høgne­ sen, sum júst var inn­komin, um leiðsluna, eftir at Andreas Lava Olsen hevði lagt innfyri úr høgru og til handara stólpa. Í 1. hálvleiki, tá ið HB hevði vindin ímóti, var torført at spæla, tí tað var so nógvur vindur. Eftir steðg­ in var mest sum stilli. LÍF hevði fleiri møgu­ leikar, og fram móti dystar­ enda hevði HB sín besta møguleika, men skotið hjá Bárði Mitt elstein fór omanfyri málið hjá Rógva Ryggshamar. Á HB liðnum vóru eitt nú Jan C. Dam, Poul Tummas Dam, Hallur Danielsen og Krzystof Popczynski. Á LÍF liðnum vóru kend fótbóltsnøvn í Leirvík sum eitt nú Magnus Skora­líð, Fróði Joensen og Hans Fróði Hansen og Jákup Eli Olsen, sum áður hevur spælt við B68. Merkisvert var, at tríggir klaksvíkingar vóru millum teir fyrstu ellivu – Jan Joensen, Allan Joensen og Símun Waag Høgnesen. Átt a minutt ir fyri leiklok varð Marius Nystrøm Hansen skifur inn, og so vóru fýra klaksvíkingar á LÍF liðnum! LÍF hevur seks stig eftir tvey tey fyrstu umførini. Tað hava AB, B71 og FSV04 eisini. HB hevur trý stig. LÍF-HB 2-0 (1-0) 1-0: Andreas Lava Olsen 37. 2-0: Magni Høgnesen 50. Lutakastið til Intertoto-kappingina hjá UEFA lagaði seg soleiðis, at HB skal spæla ímóti FC Dinaburg úr Letlandi Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo HB skal í juni mánaði verða við í Intertoto-kappingini hjá UEFA. Hett a er tann minsta av teimum europeisku kapp­ ingunum, sum UEFA skipar fyri millum feløg. Mánadagin var lutakast um, hvussu spælast skal í hesari kappingini, og HB fekk mótstøðulið úr Letlandi. Í nógvum londum er ikki enn gjørt av, hvørji feløg skulu spæla við í Intertoto, men í Letlandi er tað mest sum greitt , at FC Dinaburg skal spæla við, og teir verða mótstøðulið hjá HB. FC Dinaburg er úr býnum Daugavpils har eysturi í land­ inum, og býurin liggur nær við markið til Hvítarusland. Tað búgva umleið 120.000 fólk í býnum, og felagið FC Dinaburg er seinastu átt a árini endað sum nummar 4 í lett isku kappingini. Nøgdir við lutakastið Heimasíðan hjá HB skrivar, at leiðslan í felagnum er rími­ liga væl nøgt við lutakastið í gjár. Lett isku liðini eru vanliga ikki tey sterkastu, tá ið hugsað verður um tey eystureuropeisku londini, og í lett iskum samanhangi er FC Dinaburg ikki millum tey sterkastu liðni. Har plaga Skonto og Metalurgs at kappast um meistaraheitið. Dystirnir hjá HB í Inter­ toto verða spældir í juni mánaði. Tann fyrri dysturin verður 17. ella 18. juni, og tann seinni verður eina viku seinni, tann 24. ella 25. juni. Tað er ikki gjørt av, hvør fær heimavøll í fyrra dystin­ um. Royna at koma víðari HB-málmaðurin Bárður Jo­hannesen heldur, at luta­ kast var á góðari leið. – Hett a er neyvan tað sterk­asta liðið, sum vit hava møtt í europeiskari kapping, so kanska hava vit ein møgu­ leika ímóti teimum. Vit skulu royna at koma víðari frá hesum umfarinum, tað kann í øllum førum vera málið hjá okkum, sigur hann. Bárður Johannesen held­ ur, at uppgávurnar í euro­pe­ iskum kappingum eru huga­ ligar, hóast spenningurin um hesar dystir ikki er so stórur sum fyrstu árini, tá ið føroyskur fótbóltur fór upp í kappingarnar hjá UEFA. – Ferðirnar vísa seg altíð at vera sera góðar, og tað er eisini ein spennandi ítrótt ­ arliga avbjóðing av spæla Europa Cup. Nógvir á HB- liðnum eru ungir spælarar, sum ikki hava roynt nakað serligt av hesum áður, so tað verður ikki minst ein spenn­ andi avbjóðing hjá teimum, sigur Bárður Johannesen. HB-málmaðurin held­ ur eisini, at tað er ein fyri­ munur, at dystirnir liggja mitt í kappingini og ikki í summarferiuni. – Ofta hava teir europe­isku dystirnir ligið mitt í summ­ arferiuni her í Føroyum, og tí hava dystirnir órógvað feriuna nógv. Hesaferð eru dystirnir í juni mánaði, og tá eru vit mitt í tí heila, sigur hann. HB skal í juni mánaði spæla Intertoto-dystir ímóti liðið úr Letlandi, og HB-málmaðurin heldur, at HB skal royna at koma víðari frá fyrsta umfari HB skal til Letlands at spæla Intertoto