Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 72 - 11. apríl 2006 ] Carlos framvegis skjótast í Madrid Hóast hann er blivin 33 ára gamal, er brasiliumaðurin Roberto Carlos framvegis skjótasti spælari á liðnum hjá Real Madrid. Felagið hevur nýligt gjørt kropsligar royndir við sínum spælarum, og tá ið tað kom til skjótleika, kláraði eingin at fylgja við Carlos. Hann rann 100 metrar upp á 10,9 sekund. Í hølunum á Carlos komu tveir aðrir brasiliumenn, Ronaldo og Cicinho, sum báðir runnu 11,1 sekund. Tá ið tað í dag varð farið undir seinna partin av FM kappingini í talvi fyri einstaklingar, var alt framvegis púra opið FM í talvi Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Fyrrverandi meistarin og formaðurin í Talvsambandinum, Rani Nolsøe, sum í talvhøpi seinnu árini hevur verið mest kendur fyri at standa fyri kappingum við kendum luttakarum, hevur staðið seg væl betri fyrrapartin av FM kappingini, enn styrkistølini kundu lagt upp til. FM kappingin er í hesi vikuni í Klaksvík. Mánadagin vóru 3. og 4. umfar á skránni, og Rani Nolsøe var tann einasta, sum fekk fulla úrtøku. Saman við favorittinum Martini Poulsen, ið hevur hægsta styrkistalið, er Rani á odda við 3 stigum. 3. umfar var á skránni fyrrapartin kl. 10, og 4. umfar var á skránni seinnapartin kl. 4. Í 4. umfari endaðu øll talvini remis uttan eitt. Telvararnir vildu hvíla seg mánakvøldið í staðin fyri at totast yvir borðunum. Kappingin er opin Rani Nolsøe við svarta fólkinum bjóðaði tíðliga Torkili Nielsen remis, men Torkil vildi telva eina løtu afturat. Eftir 39 leikir stóð Torkil kanska betri, uttan at møguleikin at vinna var heilt upplagdur. Torkil flutti 40. leikin, men tá stóð klokkan á null, og Rani hevði vunnið! Tíðin verður roknað eftir tí so nevndu Tripoli skipanini. Til fyrstu 40 leikirnar eru 90 minuttir umframt 30 sekund fyri hvønn leik, og so eru 15 minuttir og 30 sekund fyri hvønn leik at gera talvið liðugt í. - Eg havi eina ferð verið úti fyri at tapt upp á handa mátan, og tað var júst móti Torkili Nielsen, sigur Rani Nolsøe, sum heldur kappingina vera púra opna, og sum roknar við, at teir tríggir, ið eru ovastir á styrkislistanum munnu fara at vera nakað ovarlaga, tá ið kappingin verður liðug. Ovastu á styrkislistanum eru Martin Poulsen, Heini Olsen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Styrkistalið hjá Rana er 2034. Hjá teimum trimum ovastu eru tey Martin (2338), Heini (2329) og Carl Eli (2277). Hálvan leik í senn Men tú kanst ikki siga annað, enn at tað hevur gingið væl hjá tær, Rani? - Ógvuliga væl. Eg taki ein hálvan leik í senn – bara mín egna, sigur Rani og sipar til útsøgn hjá stórtelvaranum Karpov. Í triðja umfari kom Haldur Suni Johansen á talvuna. Hann stóð eina løtu heilt væl móti Martini Poulsen, sum hóast hann hevði tveir kvalitetir minni megnaði at stríða seg til hálvt stig. Sjúrður Thorsteinsson stóð við svarta fólkinum til at vinna móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, men meistarin frá í fjør stríddi seg til javnt. Hans Kristian Simonsen hevur sammett við styrkistølini verið tann, ið hevur havt lakastu úrtøkuna. Mánadagin tapti hann móti Martini Poulsen og í friðarumfarinum var tað ímóti Eyðálvi Johannesen, at hann fekk eitt stig. Í 3. umfari hevði Carl Eli Nolsøe Samuelsen vunnið ímóti Eyðálvi. Hans Kristian og Heini skulu telva útsetta talvið frá fyrsta umfarinum í seinasta lagið mikudagin. Møguliga verður tað avgreitt longu í kvøld. Mánadagurin var ikki heilt góður hjá Heina, sum við hvíta fólkinum fekk remis móti Torkili Nielsen og remis móti Finnbirni Vang. Um tað eydnast Heina at vinna útsetta talvið, so hevur hann burturúr fýra teimum fyrstu umførunum fingið somu úrtøku sum Rani Nolsøe og Martin Poulsen. Telva aftur í dag Farið varð undir 5. umfar í dag klokkan 2. Tá var skráin henda: Martin Poulsen-Torkil Nielsen, Rani Nolsøe-Finnbjørn Vang, Heini Olsen-Sjúrður Thorsteinsson, Eyðálvur Johannesen-Haldur Suni Johansen, Carl Eli Nolsøe Samuelsen-Hans Kristian Simonsen. Í almenna bólkinum eru Jógvan Joensen, Rógvi Dragaberg og Jón Mikkelsen fremstir við 3 stigum. Í unglingabólkinum hava Hjalti T. Jógvansson og Rógvi E. Nielsen vunnið fýra tey fyrstu talvini. 18 til landsliðsvenjing 18 kvinnuligir flogbóltsspælarar høvdu fingið boð til lands­liðs­ venjing, sum var í Havn um vikuskiftið. Teir vóru: Annika á Stongum SÍ, Karin Mikkelsen SÍ, Birgit Guttesen SÍ, Angilie Johannesen KÍF, Rannvá Dam KÍF, Hjørdis Mortensen KÍF, Birita Joensen KÍF, Anna Jacobsen Mjølnir, Lena í Buð Mjølnir, Margit Joensen Mjølnir, Heidi Dam ÍF, Sólgerð Henriksen Dráttur, Elsa Nielsen Dráttur, Ruth Thomassen Dráttur, Sólvá Dimon TB, Maria Steinkross TB, Helen á Lakjuni DK og Juanna Joensen DK. Liðið hesa vikuna Sosialurin mannar lið við spælarum, sum stóðu seg væl í 2. umfari av Formuladeildini sunnudagin Rani hevur tikið øll á bóli 3. umfar Heini Olsen-Torkil Nielsen ½-½ Finnbjørn Vang-Sjúrður Thorsteinsson 1-0 Rani Nolsøe-Haldur Suni Johansen 1-0 Martin Poulsen-Hans Kristian Simonsen 1-0 Eyðálvur Johannesen-Carl Eli Nolsøe Samuelsen 0-1 4. umfar Torkil Nielsen-Rani Nolsøe 0-1 Finnbjørn Vang-Heini Olsen ½-½ Haldur Suni Johansen-Martin Poulsen ½-½ Hans Kristian Simonsen-Eyðálvur Johannesen ½-½ Carl Eli Nolsøe Samuelsen-Sjúrður Thorsteinsson ½-½ Landsliðsbólkurin Støðan eftir 4 umfør Rani Nolsøe og Martin Poulsen 3 stig Finnbjørn Vang og Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2½ stig Torkil Nielsen og Heini Olsen 2 stig Eyðálvur Johannesen 1½ stig Hans Kristian Simonsen og Sjúrður Thorsteinsson 1 stig Haldur Suni Johansen ½ stig Rani Nolsøe hevur staðið seg sera væl í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar, og hann liggur á odda saman við Martini Poulsen