Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 72 - 11. apríl 2006 ] Vágaliðini standa sterkt í føroyskum flogbólti, og leygar­ kvøldið settu feløg­ini seg tungt á heiðurs­ lønirnar til árligu flogbóltsgallaveistluna Flogbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nýggju ferðir vóru spæl­ arar, sum umboða vága­ feløgini SÍ og Drátt, rópt upp á gallaveitsluni hjá flogbóltinum leygarkvøld­ ið. Bestu spælararnir í farna kappingarári vóru kosnir, og vágafólkini sótu tungt á teimum 16 heiðurslønunum, sum vórðu lætnar. Ársins spælarar hjá bæði kvinnum og monnum koma úr SÍ. Jóan Petur á Stong­ unum varð valdur til bæði besta verjuspælara og til ársins spælara hjá monnum, og hjá kvinnum var Karin Mikkelsen vald til ársins álopsspælara og ársins spæl­ ara. Tey bæði hava havt týðandi leiklutir á ávíkavist mans- og kvinnuliðnum hjá SÍ, og hóast hesi lið ikki vunnið meistaraheiti í seinasta kapp­ingarári, vóru tey lønt við tí stóra heiðrinum leygar­ kvøldið. Føroyameistararnir heiðraðir Heiðurslønir vóru lætnar til ársins spælara, áleypara, blokkspælara, verjuspælara, hevara, stjørnuskot, venjara og útlendska spælara. Saman­ lagt vóru 16 virðislønir lætn­ ar leygarkvøldið. Fleyr, sum vann meistara­ heitið hjá monnum, fekk tvær heiðurslønir. Borcko Ilic varð valdur til besta út­lendska spælara, og Sig­ mundur av Teigum var besti blokkspælari. Mjølnir, sum endaði næst­ fremst, fekk tríggjar heiður­ slønir, tí Vlado Vasilev varð kostin besti venjari, Bogi Isaksen var besti hevari, og Gunnar Jørgensen gjørdist ársins stjørnuskot. Hjá kvinnum fingu føroya­ meistararnir í Drátti tríggjar av ársins spælarum. Ruth Thomasen var stjørnuskotið, Elisabeth Rasmussen ársins venjari, og Nina Alter varð kosin besti útlendski spælarin hjá kvinnum. Hjørdis Mortensen hjá silvurvinnarunum TB varð vald til besta blokkspælara, og hóast tað ikki gekk nakað serligt hjá Mjølnir-kvinnum í ár, varð Margit Joensen vald til besta verjuspælaran í kappingini í vetur. Mølby sigur nei til danskt felag Nógvar søgur ganga nú um, hvør skal verða nýggjur venjari hjá FC Nordsjællandi, sum spælir í donsku superliguni. Eitt av nøvnunum, sum hevur verið nevnt, er fyrrverandi stórspælarin í Liverpool, Jan Mølby, men hann kemur neyvan upp á tal. - Eg ætli mær ikki at verða venjari aftur. Tað er ein avgerð, sum eg og konan hava tikið. Mær dámar væl fótbóltsspælið, men eitt venjarastarv lokkar ikki, sigur Jan Mølby við BT. Jan Mølby arbeiðir sum viðmerkjari til fótbóltsdystir – bæði á enskum útvarpsstøðum og á danska TV2. Start manglar málskjútta Lokalblaðið Fedrelandsvennen heldur, at Start manglar tann veruliga málslúkin á liðnum. Blaðið skrivar, at fleiri spælarar kunnu gera mál fyri liðið, men at tað trupult at fáa eyga á ein veruligan toppskjútta. – Start skapar færri kjansir enn áður, men tá ið møguleikarnir eru har, manglar liðið spælarar, sum vilja ofra lív og heilsu fyri at fáa bóltin um málstrikuna, skrivar Fedrelandsvennen. Blaðið skrivar eisini, at tað skal hugsast um, at møguligir toppskjúttar sum Todi Jónsson og Stefan Barlin hava verið nógv skaddir í ár. Ársins flogbóltsspælarar 2005/06 Menn Ársins spælari:Jóan Petur á Stongunum, SÍ Ársins áleypari: Jón Nielsen, SÍ Ársins blokkspælari: Sigmundur av Teigum, Fleyr Ársins verjuspælari: Jóan Petur á Stongunum, SÍ Ársins hevari: Bogi Isaksen, Mjølnir Ársins stjørnuskot: Gunnar Jørgensen, Mjølnir Ársins venjari: Vlado Vasilev, Mjølnir Ársins útlendski spælari: Borko Ilic, Fleyr Kvinnur Ársins spælari: Karin Mikkelsen, SÍ Ársins áleypari: Karin Mikkelsen, SÍ Ársins blokkspælari. Hjørdis Mortensen, TB Ársins verjuspælari: Margit Joensen, Mjølnir Ársins hevari: Annika á Stongunum, SÍ Ársins stjørnuskot: Ruth Thomasen, Dráttur Ársins venjari: Elisabeth Rasmussen, Dráttur Ársins útlendski spælari: Nina Alter, Dráttur Vágafólk gjørdu um seg til galla Ársins flogbóltsspælarar hjá kvinnum og monnum í kappingarárinum 2005/06 vórðu valdir og heiðraðir á gallaveitslu leygarkvøldið Myndir: Álvur Haraldsen Karin Mikkelsen var vald til ársins spælara hjá kvinnum, og Jóan Petur á Stongunum var valdur til ársins spælara hjá monnum