týsdagur 11. apríl 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 72 - 11. apríl 2006 ]
Fyrrapartin í dag skrivaðu Janus Rasmussen, GÍ, og Kristina Ellingsgaard, vegna Føroya Sparikassa, undir sponsoravtalu
Pólland er á
skránni í mai
Neyðugt verður
at flyta 8. umfari í
landskappingini,
tí landsliðið skal
av landinum í
vikuskiftinum
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Nú hevur tað loksins
eydnast Fótbóltssam
bandinum at fáa avtalu
um vinardystin, sum
landsliðsvenjarin fegin
hevur viljað havt í summ
ar. Føroyar skulu spæla á
útivølli í Póllandi sunnu
dagin 14. mai. Dysturin
verður spældur í Wronki
í Póllandi.
Hetta er sama viku
skiftið, sum 8. umfarið í
FORMULA DEILDINI
eigur at verða spælt. Enn
er ikk i greitt, nær hetta
umfarið verður avgreitt.
Føroyar hava verið í
sambandi við íslendska
fótbóltssambandið, KSÍ,
um vinardyst um mánaðar
skiftið mai-juni. Føroyingar
hava fleiri ferðir spurt seg
fyri, og íslendingar hava
sagt seg ætlað at svara, men
svarfreistin er langt síðani
farin, og enn hevur einki
verið at hoyrt úr Íslandi.
– Vit harmast um, at tað
ikk i skal bera til at fáa svar
úr Íslandi. Eg eri sera fegin
um, at vit sleppa at royna
okk um móti Póllandi.
Teir fyrireika seg til HM
endaspælið, og tí verður
støðið hjá teimum ikk i so
langt frá tí hjá Italia og
Fraklandi, sum vit skulu
spæla ímóti. Eisini rokni
eg við, at spælistílurin
hjá teimum ikk i er so
ólíkur tí hjá Ukreina og
Georgia, sum vit eru í EM
undankappingarbólki sam
an við, sigur Jógvan Martin
Olsen, landsliðsvenjari.
Sunnudagin var Jógvan
Martin í Gundadali.
– Talan var um fína
uppgerð. Bæði HB og
EB/Streymur eiga góð
og spennandi fótbóltslið,
sum ivaleyst fara at gera
um seg í toppinum, heldur
landsliðsvenjarin, sum
fegnast um, at nógvir av
teimum, sum eru í lands
liðshópinum,
tykjast
at vera komnir væl frá
fyrstu umførunum í lands
kappingini.
Avtala er í dag gjørd
millum Føroya
Sparikassa og Gøtu
Ítróttarfelag. Hon ber
í sær, at Sparikassin
komandi tvey árini er
høvuðsstuðul hjá GÍ
Fótbóltur
Tíðindaskriv
Frá í dag at rokna er Føroya
Sparikassi høvuðsstuðul
hjá Gøtu Ítróttarfelag. Tað
er greitt, eftir at peninga
stovnurin og ítróttarfelagið
fyrrapartin undirskrivaðu
ein samstarvssáttmála.
Sáttmálin, sum ber í
sær, at Sparikassin í tvey
ár er høvuðsstuðul hjá GÍ,
varð undirskrivaður á Spari
kassadeildini í Gøtu. Kristine
Ellingsgaard, varaleiðari
fyri deildir Sparikassans í
Eysturoy, og Janus Rasmus
sen, formaður í GÍ, undir
skrivaðu sáttmálan.
– Sparikassin stuðlar ein
ari røð av mentunarligum
og ítróttarligum tiltøkum
og felagsskapum, tí vit meta
tað hava stóran týdning, ikk i
minst í lokalsamfelagnum.
Vit eru spent uppá at fylgja
við í, hvussu tað nú fer at
gangast GÍ og ynskja teim
um góða eydnu, sigur Ólav
ur Jensen, sølu- og mark
naðarleiðari.
Vinnandi
hugburð í felag
– Fólkini í og aftan fyri GÍ
leggja nógv fyri til tess at
taka við avbjóðingunum á og
uttan fyri vøllin. Á okk ara
øki leggja vit sera stóran
dent á at standa okk um væl
í hørðu kappingi á fíggjar
marknaðinum. Tí ber til at
siga, at Sparikassin og GÍ
hava nakað sera týðandi í
felag – nevniliga tann sera
týðandi vinnarahugburðin,
ið flytir bæði fyritøkur og
felagsskapir fram á leið,
sigur Kristine Ellingsgaard,
varaleiðari fyri deildir Spari
kassans í Eysturoy.
Formaðurin í GÍ fegnast
um, at felagið hevur fingið
eitt gott grundarlag at byggja
á.
– Vit gleða okk um til
samstarvið við Føroya
Sparikassa og rokna við, at
bæði Sparikassin og okk ara
trúføstu viðhaldsfólk fara
at sanna, at hetta árið fer at
roynast væl hjá felagnum.
Í Formuladeildini arbeiða
venjari og leikarar við at
byggja upp eitt nýtt lið, og
til hetta arbeiði krevst eitt
gott fundament, sigur Janus
Rasmussen, formaður í GÍ.
Føroya Sparikassi nýggjur høvuðsstuðul hjá GÍ
Nú skulu vit stríðast fyri stigum
AaB-verjuspælarin Michael Jakobsen heldur, at liðið úr Aalborg nú av
álvara skal stríðast fyri at fáa nøkur stig. AaB hevur ikk i megnað at vunnið
í teimum seks dystunum í superliguni higartil í ár, og heilti 15 mál eru
farin ígjøgnum hesar dystir.
– Vit skulu út at stríðast. Tað er kósin, sum skal fáa okk um aftur á beint.
Vit hava latið 15 mál farið inn, og vit fýra í verjuni mugu taka ábyrgdina
av tí, sigur hann við heimasíðuna hjá AaB.
Millum spælararnar hjá AaB eru føroysku landsliðsspælararnir Jón Rói
Jacobsen og Súni Olsen, og serliga Jón Rói hevur spælt nógv seinastu
seks dystirnar.
Hiddink til Ruslands
Kendi og dugnaligi fótbóltsvenjarin Guus
Hiddink úr Hollandi hevur nú fingið nýtt starv.
Hann skal venja russiska landsliðið eftir HM-
endaspælið í summar. Hiddink hevur júst leitt
FSV Eindhoven til hollendska meistaraheitið,
og hann hevur eisini fingið Australia við til
HM-endaspælið í Týsklandi. Hiddink stendur á
odda fyri Australia í endaspælinum í summar,
men eftir tað fer hann í starvið sum russiskur
landsliðsvenjari.