týsdagur 11. apríl 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 11. apríl 2006
21
Í farnu viku høvdu
trý feløg í Vinnu-
húsinum aðalfund:
Hand-verks-
meistarafelagið,
Reklamu-felagið og
Prentsmiðjufelagið
VINNULÍV
Mikudagin
5.
apríl
hevði
Føroya
Hand-
verksmeistarafelag aðal-
fund í Vinnuhúsinum. Í
nevndini sótu Magnus
Magnussen, formaður, Jón
Eliasen,
næstformaður,
Jón Danielsen, Eydna S.
Mikkelsen, Anskar Hansen
og Gudmund Jacobsen. Á
aðalfundinum stóðu Anskar
Hansen
og
Gudmund
Jacobsen fyri vali, og báðir
vóru afturvaldir. Nevndin
skipar seg á fyrst komandi
nevndarfundi.
Poul formaður í
Reklamufelagnum
Reklamufelagið
hevði
aðalfund hósdagin 6. apríl
á Hotel Hafnia. Í fráfarandi
nevnd sótu Høgni Rasmussen,
Poul Clementsen og Erling
Eidesgaard.
Teir báðir fyrru halda
fram í nevndini, men
Dánjal Samuelsen varð
valdur í nevndina fyri Erling
Eidesgaard. Nevndin skipaði
seg beint eftir aðalfundin,
soleiðis at Poul Clementsen
verður
formaður
og
Høgni Rasmussen verður
næstformaður.
Føroya
Prentsmiðjufelag
Føroya Prentsmiðjufelag
hevði hósdagin 6. apríl
aðalfund í Vinnuhúsinum.
Nevndin varð øll afturvald
og skipaði seg beint eftir
aðalfundin við Jón Hestoy
sum formanni og Kristoffur
Laksá sum næstformanni.
Hinir limirnir eru Hjalgrím
Samuelsen, Eyðun Húsgarð
og Sóleyð Lind.
Aðalfundir hjá feløgum í Vinnuhúsinum
VINNULÍV
Á aðalfundi 6. apríl
avgjørdi Føroya Prent-
smiðjufelag at melda
seg
inn
í
Føroya
Arbeiðsgevarafelag við
gildi frá 1. januar 2006.
Felagið
hevur
longu
skrivstovu
í
Vinnuhúsinum, men nú
er avgerð tikin um at
melda seg inn í Føroya
Arbeiðsgevarafelag sum
lim. Hetta fer millum
annað at merkja, at Føroya
Arbeiðsgevarafelag fer
at hava ábyrgdina av
sáttmálasamráðingum
vegna Føroya Prent-
smiðjufelag.
Prentsmiðju-
felagið limur
í Føroya
Arbeiðs-
gevarafelag
Marknaðarrák
Atlantic Petroleum kunn-
gjørdu í farnu viku saman
við hinum eigarunum
av Ettrick oljuleiðini, at
ein 5 ára sáttmáli nú er
gjørdur við Bluewater,
um leigu og rakstur av
einum framleiðsluskipi;
sokallaðum FSPO. Hetta
merkir, at fyrsta oljan úr
Ettrick, størstu oljuleiðini
hjá Atlantic Petroleum,
væntandi fer at renna í
byrjanini av 2008. Hetta er
í tráð við áður fráboðaðu
ætlanirnar, men eitt til tvey
ár undan upprunaætlanini
frá 2003.
Kursurin á partabrævinum
hækkaði við góð 3% úr 619 til
640 dagin eftir kunngerðina,
tí
Ettrick-verkætlanin
nú kom eitt týðandi stig
nærri framleiðslu. Hóvast
kunngerðina var ikki stórur
handil í partabrævinum.
Tveir teir fyrstu dagarnar
fóru 15 handlar ígjøgnum,
við
einum
samlaðum
umsetningin uppá 1.039.834
DKK. Hetta samsvarar við
umsetningin á Atlantic
Petroleum partabrævinum
ein vanligan handilsdag.
Seinni í ár borar felagið ein
leitibrunn í føroyskum øki.
Úrslitið frá hesi boringini
og úrslitið frá “tight hole”
avmarkingarbrunninum á
West Lennox oljuleiðini, ið
væntandi verða kunngjørdar
í heyst, kunnu fara at
ávirka partabrævakursin á
felagnum.
Renturnar
hækkaðar
aftur
Hesa
farnu
vikuna
helt
rentuhækkingin
fram.
Danska
10-ára
rentan hækkaði 0,08% til
3,97%. Sostatt eru láns-
brævarenturnar hækkaðar
um 0,80% higartil í ár, at
kalla út í eitt. Sannlíkindini
fyri eini lítlari mótrørðslu
niðureftir eru økt.
Hesa vikuna
Páskavikan er stutt á
marknaðunum um okkara
leiðir, og í næstu viku
kemur lítið av lyklatølum at
handla út frá. Prísvakstrartøl
úr USA hava týdning fyri
lánsbrøv, men marknaðirnir
fara væntandi at leggja dent
á oljuprísin og komandi
roknskapirnar.
Greiningin er grundað
á keldur, sum Kaupthing
metir vera álítandi, men
Kaupthing
hevur
ikki
ábyrgd av, at tilfarið altíð
er neyvt og nágreiniligt.
Kaupthing kann heldur ikki
ábyrgdast tapi ella líknandi,
sum stendst av gerðum, ið
hava støði í greiningunum í
hesum tilfari.
Atlantic Petroleum gjørt sáttmála um framleiðsluskip
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
616,16
0,2%
Lánsbrøv í DKK
100,61
0,0%
JPY
5,21
-0,3%
Evru Lánsbrøv
167,93
-0,7%
GBP
1.073,81
0,4%
Norrøn Partabrøv
120,29
0,2%
NOK
95,13
0,4%
Altjóða Vøkstur
75,01
1,2%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
3,20%
3,40%
3,60%
3,80%
4,00%
11/01
11/02
14/03
1060
1100
1140
1180
1220
11/01
11/02
14/03
Høgni Rasmussen, nevndarlimur og Poul Clementsen, formaður í Reklamufelagnum
Mynd: Jens Kristian Vang