týsdagur 11. apríl 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 11. apríl 2006
22
– Sambært yvirlits
trolingunum í vár
eru allir tríggir
stovnarnir, toskur,
hýsa og upsi, í mink
ing, og serliga er
tað toskurin, sum
er illa fyri, sigur
Jákup Reinert, fiski
frøðingur, sum stóð
á odda fyri seinnu
yvirlitstrolingunum
hjá Fiskirannsóknar
stovuni í vár
Fiskastovnar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Magnus Heinason hevur
verið sín seinna túr í vár og
gjørt sínar regluligu yvir
litstrolingar.
Høvuðsendamálið við
yvirlitstrolingum er at fáa til
vega tilfar, sum skal nýtast
í stovnsmetingum av toski,
hýsu og upsa. Haraftrat
skulu magar takast regluliga
av toski, hýsu og upsa, soleið
is at síggjast kann, hvat
fiskurin lívbjargar sær við.
100 støðir
Tá ið Fiskirannsóknarstovan
ger sínar yvirlitstrolingar,
eru trolstøðirnar lagdar
kring allan landgrunnin,
grynri enn 500 metrar.
Í teimum báðum vár trol
ingunum er landgrunnurin
býttur upp í 15 øki eftir dýpi
og ætt, og síðan verður ávíst
tal á støðum tikið á hvørjum
øki. Samlaða talið av støðum
fyri allan landgrunnin er 100,
og støðirnar verða soleiðis
tiknar á hvørjum ári.
Við á hesum seinna túrin
um hjá Magnusi Heinason
vóru Kristian Zachariassen,
Mourits M. Joensen, Rógvi
Mouritsen og Jákup Reinert,
sum eisini hevði ábyrgdina
av hesi ferðini.
Skiftandi veður
Av teimum tilsamans 100
trolstøðunum, sum verða
tiknar á yvirlitstrolingunum
á vári, vórðu 64 støðir tiknar
fyrra túrin. Soleiðis vóru 36
støðir eftir at taka á hesum
seinna túrinum.
Flestu støðirnar á hesum
seinna túrinum lógu heldur
djúpt, og hetta sæst aftur í
teimum fiskasløgum, sum
fingin vórðu.
– Fyrrapartin av túrinum
viðraði illa, og neyðugt var
eisini at sigla undir land, tí
vindurin gjørdist ov nógvur.
Men seinni parturin av
túrinum var at kalla dýrd
arveður, sigur Jákup Reinert,
fiskifrøðingur.
Samanlagdir túrar
Leggja vit hesar báðar vár
túrarnar saman, vórðu til
samans 41 ymisk fiskasløg
veidd á teimum 100 støð
unum.
Nógv mest varð fingið av
hýsu og síðan av upsa, toski,
hvítingsbróðuri, smáum
kongafiski, svartkjafti og
gulllaksi.
– Hýsa varð fingin á 98%
av støðunum, toskur á 84,
upsi á 80 og smái konga
fiskurin á 74% av støðunum,
sigur Jákup Reinert.
Størsti denturin á hesum
túrum verður sum nevnt lagd
ur á tosk, hýsu og upsa, men
trolingarnar geva eisini eina
ábending um, hvussu støðan
er hjá øðrum fiskastovnum.
Onnur fiskasløg
– Eitt nú tykist reyðsprøka,
sum hevur verið í minking
i nøkur ár, at vera væl fyri.
Havtaska, longa og brosma
tykjast vera hampiliga væl
fyri, meðan stóri konga
fiskurin hevur verið støðugur
í fleiri ár – á einum lágum
støði. Tann smái konga
fiskurin hevur eisini verið
støðugur í fleiri ár og er
hampiliga væl fyri. Haraftrat
hava hvítingsbróður og gull
laksur verið í vøkstri í fleiri
ár, og hóast minni varð fingið
av báðum sløgum í ár í mun
til í fjør, tykjast hesir stovnar
kortini at vera væl fyri.
Fiskifrøðingurin sigur, at
kalvin hevur eisini verið í
minking í nøkur ár.
Stórt veiðitrýst
Jákup Reinert vísir á, at við tí
stóra veiðitrýsti, sum er undir
Føroyum, vil tilgongdin av
ungfiski tey einstøku árini í
stóran mun gera av, hvussu
stórur stovnurin er.
– Av hesi orsøk er stórur
partur av stovninum eisini
ungur fiskur.
Fiskifrøðingurin sigur, at
bæði stovnur og veiða vilja
vera skiftandi ár undan ári, tí
tilgongdin er skiftandi.
– Men vøksturin á fiskin
um hevur sjálvandi eisini
týdning fyri, hvussu stór
stovnsvektin er.
Jákup vísir á, at í ár vóru
toskurin og hýsan hampiliga
væl fyri, meðan upsin yvir
høvur er rakari.
Toskurin illa fyri
– Fara vit aftur til tíðina
fyrst í nítiárunum, síggja vit,
hvussu skjótt toskastovnurin
kom fyri seg aftur eftir tey
sera vánaligu kreppuárini.
Tað vóru teir sera góðu
árgangirnir í 1992 og 1993,
sum gjørdu, at toskurin
menti seg so skjótt aftur.
Men tað var ikki bara
toskurin, sum mentist eftir
vánaligu árini fyrst í níti
árunum.
– Eisini hýsan vaks
skjótt, og her vóru tað 1993
og 1994-árgangirnir, sum
skaraðu fram úr.
Fiskifrøðingurin sigur,
at góð tilgongd árini síðan
hevur eisini fingið báðar
stovnarnar at veksa aftur.
– Men sambært yvirlits
trolingunum í vár eru allir
tríggir stovnarnir, toskur,
hýsa og upsi, aftur í mink
ing, og serliga er tað tosk
urin, sum er illa fyri og hevur
alla vernd fyri neyðini. Júst,
hvussu nógv toskastovnurin
er minkaður, er trupult at
gera av bert við støði í hesum
kanningum, sigur hann.
Ymisk tóv
Jákup vísir á, at toskurin
savnast á ávísum avmarkað
um støðum í gýtingartíðini,
og fellir hetta saman við
nøkrum av útvaldu støðun
um, verður veiðan samsvar
andi stór.
– Eini 2-3 rættiliga stór
toskahál vórðu gjørd í fjør
vár, og var hetta orsøkin til,
at sonevnda ”farstrikan”
kvinkaðist uppeftir. Í vár
vórðu eingi tílík hál gjørd,
sigur fiskifrøðingurin, Jákup
Reinert.
Toskastovnurin hevur alla vern
– Tað merkist á
Fiskamarknaðinum
teir dagar, tá ið
einki samband er av
landinum. Tá eru
útflytarar náttúrliga
ikki so ”grammir”
eftir hýsuni, sigur
Pól Fuglø á Land
ingarmiðstøðini í
Klaksvík
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjár landaði Landingar
miðstøðin í Klaksvík línu
skipið, Froya. Teir høvdu
eini 70.000-80.000 pund,
meginparturin toskur og
hýsa.
Toskurin er seldur um
uppboðssøluna hjá Fiska
marknaði Føroya.
Froya fekk 22,70 og 22,00
krónur fyri ávikavist tosk 1
og tosk 2. Fyri tosk 3 og
tosk 4 fingu teir góðar 18 og
góðar 15 krónur fyri kilo.
Norðfra í Norðdepli keypti
alla hýsuna og sum skilst,
fekk Froya 10,50 krónur
fyri hýsu 3, sum skipið hevði
mest av.
Ikki so ”grammir”
Pól Fuglø á Landingarmið
støðini í Klaksvík sigur,
at toskaprísurin sum heild
er rættiliga støðugur, og í
seinastu viku vóru prísirnir
á hýsu eisini góðir.
– Í dag er einki samband
av landinum, og tað merkist,
tá ið hýsan verður seld, tí
tá eru útflytararnir ikki so
”grammir”, sum hann tók til
fyrrapartin í gjár.
Línuskip landa í Klaksv
Landingarmenn á Kósabrúnni í
Klaksvík, har nógv línuskip leggja
veiðina upp millum ár og dag
Mynd: Vilmund Jacobsen