Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 11. apríl 2006 23 nd fyri neyðini Helena og Núpur Pól Fuglø visti at siga, at línuskipini, Helena og Núpur, ætlandi landa í Klaksvík í dag. – Helena hevur verið undir Íslandi, men tað hevur viðrað illa har yviri hendan túrin, og sum eg havi skilt, hava teir havt bakkdagar. Pól Fuglø heldur, at Helena hevur eini 70.000- 80.000 pund, men tá ið vit frættu, var hann ikki greiður yvir, hvussu nógv Núpur hevur inni. vík Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár hýsu fyri tilsamans 489.144 krónur Fiskaprísir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Góð 38, 6 tons av hýsu vórðu seld um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya í gjár. Miðalprísurin á seldu hýsuni var 12,67, og tá er eisini tær smæstu støddirnar tiknar við í miðalprísin. Miðalprísurin á hýsu 1 var 14,83, og á hýsu 2 var hann 13,41 kr. fyri kilo. Fyri hýsu 3, sum størstu nøgdirnar eru av, var miðal­ prísurin 12,33 kr. fyri kilo. Fyri hýsu 4 fingu skip og bátar 7, 87 kr. fyri kilo. Mest og minst Hægsti hýsuprísur á uppboðssøluni í gjár var 15, 90 – og lægsti prísur var 6 kr. fyri kilo. Fiskamarknaður Føroya seldi hýsu í gjár fyri til­ samans 489.144 krónur. – Nú eru fiska­ virkis­fyri­tøkurnar í Føroyum á privat­ um hondum, og tað fegnast vit um, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum ynskir Faroe Seafood blíðan byr   Einskiljing Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á heimasíðuni hjá Vinnu­ húsinum, fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at Faroe Seafood nú umsíðir er einskilt. – Í 1993 varð Føroya Fiskavirking stovnað. Nærum øll fiskavirkini í Føroyum endaðu tá í so­kallaða ”mølposanum” haðani Føroya Fiskavirking síðani spretti. Síðani 1993 hevur ofta verið rumbul rundanum fyritøkuna, og politiskt trýst hevur eisini verið lagt á felagið. Hetta hevur gjørt tað trupult at rikið felagið eftir vanligum virkisbúskaparligum fyri­ treyt­um, sigur Arbeiðs­ gevara­felagið. Trúgvin viknaði Felagið vísir á, at seinastu árini hevur nógv verið tosað um einskiljing av fyri­ tøkuni, tó uttan at nakað hendi. – Hjá nógvum var trúgvin upp á, at einskiljingin fór at vera gjøgnumførd, byrjað at vikna. Men fyri tveimum vikum síðani eydnaðist tað. Føroya Arbeiðs­gevara­ felag sigur seg fegnast um, at einskiljingin nú er gjøgnumførd. Ein fyritreyt – Einskiljingin gevur fyritøkuni tann arbeiðsfrið, sum ein og hvør fyritøka hevur brúk fyri, um trivn­ aður skal vera í fyritøkuni. Eisini er hetta neyðugt, um virkið skal mennast og taka við teimum avbjóðingum, sum standa fyri framman. At enda í greinini á heima­ síðuni hjá Vinnu­hús­inum ynskir Føroya Arbeiðs­ gevarafelag Faroe Seafood blíðan byr framyvir. Góður hýsuprísur Hýsuprísurin á Fiskamarknaði Føroya í gjár var bara góður Mynd: FMF FAG fegnast um einskiljing av Faroe Seafood Magnus Heinason er liðugur við sínar yvirlitstrolingar í vár, og úrslitið er, at toskastovnurin er í minking. - Júst, hvussu nógv stovnurin er minkaður, er trupult at gera av bert við støði í hesum kanningum, sigur Jákup Reinert, fiskifrøðingur Mynd: Rógvi Mouritsen – Einskiljingin gevur fyritøkuni tann arbeiðsfrið, sum ein og hvør fyritøka hevur brúk fyri, um trivnaður skal vera. Mynd: Jens Kr. Vang