Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stjórin á Menningarstovuna hevur púra rætt, tá hann sig­ ur at Íslandssáttmalin skal dagføra okkum. Vinnuligi áhugin fyri hvørj­um øðrum í bæði Ís­landi og Føroyum er vakt­ ur, og nú verður bíðað eftir at sáttmálin landana millum kemur uppá pláss. Eitt er at hesin sáttmálin gevur føroyskum fyritøkum øktar møguleikar, tí Ís­land eisini gerst okkara heima­ marknaður, men annað er, at hetta er ein sáttmáli sum lýkur tær treytir sum fríhandilssáttmálar hava, og tí eisini setir hesi krøv til bæði tað almenna og privatu Føroyar. Serliga aftaná kalda kríggi­ð hevur verið ein støðug tilgongd ímóti eini liberalisering av handli mill­ um lond, ikki minst staðfest í stovnanini av WTO. Tað kann sigast at hetta komst m.a. av at kapitalisman og frælsið vann á kommunismuni, men eisini at stríðandi blokkar ikki longur forðaðu fyri al­heims samstarvi. Nýbrotið rakti so samstundis í eini tíð, har tøknin gjørdi samstarv nógv lættari. Virðir Men júst virðini eru komin á breddan aftur. Nógv stríð er og hevur verið um at fáa heimshandilin at virka undir frælsari karmum. Og eisini verður av nógvum mett, at tær forðingar sum í dag eru, eru við til at halda vanbýtinum sum er av heimsins ríkidømi. M.a. tí hava nógv av ríkaru londunum ikki verið so fegin um at liberalisera allar reglar, og ikki minst hevur Frakland bart út ført fram, at landið gongur inn fyri fríhandli millim lond í handilsblokkum, tvs. fyri Frakland við londini í ES og ikki við onnur lond. Franska ásjónin er, at ein felagsskapur sum ES onga meining hevur, um fríhamdil skal verða mill­ um øll heimsins lond. ES og?? Tí hava fleiri víst á, at WTO samráðingarnar í hesum árum eru altavgerðandi fyri um framtíðin er ein liberalisraður heimsbúskapur ella fleiri handilsblokkar, sum eru hvør sítt búskaparøki. Talan er tí í dag aftur um virðisstríð, tí antin er talan um at arbeiða fram ímóti einum heimi við alheims handilsfrælsi, ella at skipa seg í blokkar og ansa eftir sær. Stríðið er trupult, tí stjórnarleiðarar mugu hugsa um at vinna tjóð síni best møguligu støðuna, eins og alheimsgerðin viðførir, at trupuleikar aðrar staðir kunnu fáa ávirkan á teg. M.a. flóttafólkastreymar, yvir­­gangur og kríggj, sum aftur hevur ávirkan á ein­ staka landið og felags menn­ iskja­lig virðir. EFTA EFTA er eitt av handilssam­ størvinum. EFTA londini kunnu sigast at vera lond sum ynskja búskaparligt samstarv, men ikki alla tað politisku samansjóðingina, sum ES stendur fyri. Tvs. at virðið hesum við­víkj­ andi er umfatandi bú­skap­ ar­ligt samstarv, uttan at leggja tyngd í tað poltiska samstarvið. Ríkisfelagsskapurin (samband/loysing) Heima hjá okkum verður ES spurningar ofta tikin fram, men sjálvdan sum annað enn frælsa marknaðaratgongd til ES marknaðin. Fyri at loysa spurningin er neyðugt eisini at síggja hann sum ein virðisspurning. Taka vit undir við ES virðunum, taka vit undir við miðsavnanini og serliga taka vit undir við ES fiskivinnupolitikkinum. Okkara virðir eru altavger­ andi fyri støðutakan, og áttu eisini at verðið grund­ leggjandi fyri, hvussu vit ynskja okkara samband við Danmark. Ynskið um yvir­tøku av málsøkjum má neyðturviliga eisini merkja, at vit hava onnur virðir og ynskja málsøkið stýrt øðr­ vísi. Heimastýrislógin, Uttanríkispolitiska heimildin og Íslandssáttmálin Íslandssáttmálin er ein frí­ handilssáttmáli og sam­an­ sjóðar Føroyar og Ísland sum eitt búskaparøki. So ið hvussu so er í mun til Ísland, um hann verður settur verk, so er talan um búskaparlig liberal virðir. Men spurning­ urin er eisini um júst hvussu hesin sáttmálin er komin, og har er vorðið heldur ør­kyml­andi um nær vit eru í Heimastýrislóg og nær vit eru í Heimildarlóg. Soleiðis hava vit nú avgjørt, at okkara viðurskiftir úteftir skulu verða, nú í hvussu so er. Men støðan er eisini fløkt av virðisloysi og tørvandi máttmegi ella vilja til at vísa á egin virðir, og soleiðis samansjóðað fáa tað sum vit ynskja. Heimliga Alheimsgerðin er tí í stóran mun eisini ein spurningur um virðir. Á handilsøkinum eru skilmark-ingarnar fríhandil ella ikki, og kanska um hann skal verða økisavmarkaður ella alheims. Føroyar eru so lítlar, at vit kunnu ikki annað enn vinna nógv meira við fríhandli. Men vit verða noydd til at finna okkara virðir. Alheimsgerðin er ikki at hyggja og kopiera. Alheimsgerðin er at verða tilvitaður um egin virðir, egna styrki og egnar veikleikar, og so eisini at taka til sín, tað sum er brúkbart. At vita fyri at verða Frá egnum virðum ber síð­ ani til at gagnnýta teir møgu­ leikar, sum eru altjóða, og eisini at læra av øðrum. Ís­lands­sáttmálin setir okkum stór krøv. Vit lata okkum upp fyri einum øðrum landi, skulu laga okkara skipan til tey krøv, ein dagførdur handilssáttmáli krevur, og tí eisini broyta tey viðurskiftir, sum tað krevur. Ágóðin er, at vit verða klár til aðrar sátt­málar, men eisini at vit nú tvungin mugu taka støðu, um vit taka undir við teimum broytingum sum fríhandilssáttmálar krevja. Tí setur tilgongdin virðirspurningin á breddan, og politiski dómadagurin er tá Løgtingið skal viga hann. Vit fáa tí knívin á barkan um vit ynskja er verða partur av liberala handilspartinum í alheimsgerðini, ella vit vilja hava onnur virðir. Her hevði eisini verið ynskiligt at sæð virðini í einum lang­ tíðarsjónarmiði, bæði hjá vinnuni og einstøkun vinnu­ lívsfólki, soleiðis at hesar tilgongdir ikki bert verða tengdar at núverandi hand­ ilsmøguleikum og politisk­ um uppmerksemi. Íslandssáttmálin, dagføring av handilsrákum cand.scient.pol Bogi EliasEn 24 Nr. 72 - 11. apríl 2006 Fransmaðurin Pascal Lamy er stjóri í WTO og berjist fyri fríhandli, meðan franska stjórnin hevur sett spurnaðatekin við um tað er rætti leisturin. Nógv eru virðini, og støða skal takast