Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 11. apríl 2006 25 Safari Transport og íslendska flutnings­ fyritøkan Samskip hava undirskrivað keypssáttmála, har Samskip keypta 50% av føroyska felagnum FLUTNINGUR Hetta merkir, at Samskip hevur keypt 50% av Safari Transport. Keypssáttmálin millum feløgini varð undirskrivaður í Havn í dag. Einki verður sagt um keypsprísin. Safari Transport er ein leiðandi fyritøka innan flutn­ ing við flogfari og skipi. Endamálið við saman­ legg­ing­ini er at styrkja fyri­tøkuna og at veksa um marknaðarpartin. Fyri tveimum árum síðani, gjørdi Samskip av at fara, av nýggjum, undir rutusigling til og úr Føroyum. Virksemið er nógv økt síðani tá, og Samskip og Safari Transport miðja eftir at fáa ein størri part av marknaðinum. Samskip steðgar tvær ferðir um vikuna í Føroyum, í Kollafirði og Klaksvík. Ì rutu millum Ísland, Bretland og meginland Europa. Sein­ asta ár keypti felagið frysti­ goymslurnar hjá Klooster­ boer í Kolla­firði og nú hevur felagið keypt helvt­ina av Safari Transport í Føroy­ um. Samstarvið fer eisini at styrkja munandi um støðuna hjá Safari Transport, bæði her heima og uttanlands. Tí viðskiftafólkini kunnu nú brúka tænasturnar hjá Sam­ skip, um tað so verð­ur í Europa, Asia ella USA. Sam­ skip hevur 55 skriv­stovur í 22 londum. Harumframt hevur felagið umboð kring allan heimin. Knút Lützen sigur, at sam­ starvið hevur stóran týdning fyri Safari Transport. Knút metir, at tað kann geva góð­ an íblástur til felagið og styrkja felagið í kappingini framyvir. Safari Transport varð stovn­að 01.02.1995 og í dag eru 6 fólk í starvi. Ongin stórvegis broyting verður á Safari Transport. Knút Lützen verður framvegis stjóri, og starvsfólkini verða tey somu. Knút Lützen sigur, at hann fekk eitt gott tilboð, ið hann ikki kundi siga nei til. Og tá hann frammanundan, hevði eitt sera gott samstarv við Samskip, var hetta bara ein avgreiðsluspurningur. Foreldur í Norð­oyggj­ um fáa nú møguleika at avhenda børnini á stovni ein hálvan tíma fyrr enn áður. Hetta skuldi gjørt tað munandi høgligari hjá teimum, sum arbeiða ella ganga í skúla aðrastaðni Baranansing Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Klaksvík: Í sambandi við at undirsjóvartunnilin letur upp, hevur Klaksvíkar Komm­una gjørt av at geva foreldrum, sum ganga í skúla ella arbeiða aðrastaðni enn í Norðoyggjum, møguleikan at avhenda børnini eitt sindur fyrr um morgunin. Tørvur broytist Í februar mánaða samtykti Sosiala nevnd í Klaksvíkar býráð, at ansingarstovnarnar skulu tillaga upp- og aft­ur­ latingartíðirnar eftir tørv­ inum hjá foreldrunum í tíðar­skeiðnum frá kl. 07:00 til 17:30. Jancy B. Klein, leiðari á Sosialu Deild hjá Klaksvíkar Kommunu, sigur, at farið var undir ætlanina, tí tørvurin hjá foreldrum at avhenda og heinta børnini á stovnum væntandi fer at broytast, nú undirsjóvartunnilin letur upp. Higartil eru hesi foreldur vanliga farin við Dúgvuni av Klaksvík longu kl. 05.45, og hava tí kortini verið noydd at finna onkra aðra ansingarloysn. Eisini eru tey fleiri, sum eru flutt til Havnar í lestrartíðini. Nú undirsjóvartunnilin letur upp, verður neyvan neyðugt at fara av Klaksvík fyrr enn um 7 tíðina, og við víðkaðu upplatingartíðunum hava for­eldur tí sjálvi møguleika at avhenda børnini á ansing­ arstovni. Ikki longri á stovni Jancy B. Klein sigur, at tank­in aftanfyri nýggju upp­ lat­ingartíðirnar ikki er, at børn­ini skulu vera longri á stovni, enn áður. Ávísar avmarkingar og siðvenjur eru longu fyri, hvussu longi eitt barn kann vera á stovni um dagin, og fara stovnarnir eisini at halda seg til hesar framyvir. Jancy B. Klein sigur, at onkur foreldur hava lagt ynski fram um at víðka upp­ lat­ingartíðirnar á ansingar­ stovnum í sambandi við at tunnilin letur upp, men at Sosiala deild leingi hevur umhugsað ætlanina. Eisini hava býráðspolitikararnir verið positivir mótvegis ætl­ anini frá byrjan. Av tí at talan bert er um at hava opið ein hálvan tíma longri hvønn dag, fer hetta ikki at kosta hvørjum stovni meir enn einar 30.000 kr um árið. Á onkrum stovni krevur nýggja skipanin nakað av fyrireiking, men sum skilst eru fleiri stovnar klárir við nýggju upplatingartíðunum, tá undirsjóvartunnilin let­ur upp síðst í hesum mánað­ inum. Víðkaðar upplatingartíðir á ansingarstovnum – Víðkaðu upplatingar­tíðirnar á ansingarstovunum er eitt tilboð til foreldur. Nú fáa vit at síggja, hvussu stórur tørvurin er, sigur Jancy B. Klein, leiðari á Sosialu deild hjá Klaksvíkar Kommunu Samskip keypt helmingin av Safari Transport Norskir granskarar meta, at omanfyri 13.000 norðmenn kunnu doyggja av fuglakrími. Men myndugleikarnir taka ikki hetta í álvara, meta granskararnir Fuglakrím Snorri Brend Noreg: – Tað sum ger meg mest óttafullan er, at norsku heilsumyndugleikarnir ikki skilja, hvussu vandamikið hetta virusið er. – Orsakað av hesum fáa politikkararnir ikki rættar upplýsingar. Og av hesi orsøk játta teir heldur ikki pening til tess at byggja upp eina tilbúgving, sigur granskarin, Olav Albert Christoffersen við TV Norge. Virusgranskarin heldur, at ein longu nú eigur at seta framleiðsluna í gongd av einari vaksinu móti tí kendu útgávuni av fugla­ kríminum. Vandamiklari fyri menniskju Ídag er tað ein fuglasjúka. Men helvtin av teimum 192 fólkunum kring allan heimin sum eru vorðin smitt­að, eru deyð. – Ein muteraður variantur sum smittar menniskju, kann gerast mildari enn hann er nú. Men hann kann eisini gerast verri. – Samstundis, sum tað kann smittað fleiri og fleiri, gerst tað eisini vandamiklari fyri menniskju. Í ringasta føri kann tað gerast verri enn svartideyði, sigur Christoffersen. Granskarin almanna­ kunngjørdi herfyri eina grein um fuglakrím í tíðarritinum “Microbial Ecology in Health and Disease”, saman við Anna Haug, sum er lækni í fyri­ byrgjandi heilivági. Hon stuðlar sjónarmiðunum hjá starvsfelaganum. Bretskir myndugleikar hava, sambært Sunday Times, roknað við 700.000 deyðum í Stórabretlandi, av hesum verða tey 100.000 skúlabørn. Fuglakrím kann gerast verri enn svartideyði Knút Lützen