Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 72 - 11. apríl 2006 UTTAN ÚR HEIMI Hvussu bar tað til, at tann gróðrarríka gongustjørnan Venus gjørdist ein glóðheit oyða? Rúmdin Árni Joensen fartekst@mail.dk Einaferð í tíðini var Venus lík Jørðini við nógvum vatni og nógvum gróðuri, men alt er fyri langari tíð síðani tornað upp, og í dag er hitin á Venus oman fyri 460 stig. Men hví? Tann spurningurin verður kanska svaraður, nú evropeiska rúmdarfarið “Vesus Express” er komið í ringrás um gongustjørnuna. – Venus kann siga okkum nógv um okkara egnu gongustjørnu, og viðurskiftini har vísa, hvussu tað endar, um vakstrarhúsárinið ger um seg av álvara, sigur norski stjørnufrøðingurin Knut Jørgen Røed Ødegaard við Aftenposten. Hann sigur, at upplýsingarnar frá “Venus Express” fara at hjálpa granskarunum at skilja, hvussu ein gongustjørna kann broytast so nógv. Ætlanin er, at “Venus Express” skal flúgva í ringrás um okkara grannagongustjørnu tey bæði næstu árini. Biðja ST um hjálp Fátækar kvinnur liva longri Undirmettu fuglakrímið Gamlir tannlæknar Romano Prodi sugur seg hava vunnið italska tjóðartingsvalið, men Berlusconi hevur kravt fínteljing. Italia Árni Joensen fartekst@mail.dk 49,8 ímóti 49,7. So tepran sigur vann samgongan hjá Romano Prodi á samgonguni hjá Silvio Berlusconi, forsætisráðharra. Tann seinni kravdi fínteljing beinanvegin, og hon kann broyta úrslitið, tí tað eru bara einar 25.000 atkvøður á muni. Romano Prodi hevur kortini kunngjørt seg sum vinnara, tí hann lítir á, at hann fer at fáa tær flestu av atkvøðunum hjá italskum útisetum, sum ikki eru taldar enn. Umleið tríggjar milliónir útisetar høvdu valrætt, og ein triðingur nýtti rættin. Sum er hevur samgongan hjá Romano Prodi tryggjað sær 340 av teimum 620 sessunum í undirhúsinum, men støðan í yvirhúsinum ella senatinum er ógreið. Har hevur stjórnarsamgongan hjá Berlusconi fingið 155 sessir, meðan andstøðan hevur fingið 154. Í yvirhúsinum eru 315 limir, so spurningurin er, hvussu teir seinastu seks verða býttir, tá atkvøðurnar hjá útisetunum verða taldar. Sjálvur ivast Prodi ikki í, at teir flestu útisetarnir hava atkvøtt fyri andstøðuni, og at teir tí fara at tryggja honum meiriluta í senatinum eisini. Verður tað harafturímóti Berlusconi, sum fær meiriluta í senatinum, endar valið í einari politiskari kreppu, tí sambært lógini skal tann, sum skipar stjórn, hava meiriluta bæði í undirhúsinum og senatinum. Blaðið La Republica skriar í dag, at hendir tað, at teir báðir fáa meiriluta í hvør sínum parti av tinginum, verður stjórnin hjá Berlusconi helst sitandi sum starvsstjórn, til umval kann haldast um nakrar mánaðir. Tað fer at taka nakrar dagar at telja tær umleið 40 milliónir atkvøðurnar umaftur, so tað endaliga úrslitið kemur ikki fyrr enn seinni í vikuni. Palestinsku sjálvs- stýrismynd-ugleikarnir vilja hava trygdarráðið hjá ST at áleggja Ísrael av gevast við øllum hernaðarligum atgerðum at palestinskum málum. Sambært palestinum eru ísraelsku atgerðirnar vorðnar fleiri og fleiri í seinastuni, og tær hava kostað fleiri palestinum lívið. Palestinski ST-eyg- leiðarin Riyad Mansour skrivar í einum brævi til tryghdarráðið, at minst 18 palestinar, teirra millum ein seks ára gamal drongur, eru deyðir í ísraelskum álopum síðani seinasta fríggjadag. Í gjárkvøldið tosaði Mansour við umboð fyri fleiri arabisk lond um støðuna og tey stig, sum hann vil hava trygdarráðið at taka. – Høvuðsboðskapurin er, at trygdarráðið má leggja uppí og leggja trýst á Ísrael fyri at fáa landið at gevast við áganginum ímóti palestinska fólk- inum, segði Mansour, eftir at hann hevði tosað við formannin í trygdarráðnum, kinesiska ST-sendiharran Wang Guangya. At kvinnurnar í Vestur- heiminum liva longri enn menninir, hava vit vitað leingi, men nú vísir tað seg, at tað sama er við at gera seg galdandi í menningarlondunum. Tað skriva fýra bretskir granskarar skriva í einari nýggjari frágreiðing. Higartil hevur livi- tíðin hjá kvinnum í menningarlondunum verið stutt, tí nógvar kvinnur eru deyðar á barsilssong. Hjá monnunum hevur trupulleikin verið, at lutfalsliga fleiri menn fáa krabbamein, AIDS ella hjartasjúkur. Men nú er vend komin í, skriva teir fýra granskararnir. Ein teirra, Danny Durling, sigur við AP, at í ár verður tað helst so, at kvinnurnar í menningarlondunum liva longri enn menninir, og tað er fyrstu ferð, at so er, sigur hann. Her kann verða skoytt uppí, at Maria Esther de Capovilla í Ekvador er hslst heimsins elsta kvinna. Hon er 116 áta gomul. Teir bretsku gransk- ararnir siga, at munurin á livialdrinum hjá kvinnum og monnum í Vesturheiminum er farin at minka, tí alt fleiri kvinnur velja at liva, soleiðis sum menn vanliga hava gjørt higartil. Myndugleikarnir í Burma viðganga nú, at tilburðirnir av fuglakrími har eru munandi fleiri, enn teir higartil hava sagt. Upprunaliga seg- ði hernaðarstjórnin í Rangoon, at myndug- leikarnir høvdu skrásett tveir tilburðir av fuglakrími av slagnum H5N1, men nú vísir tað seg, at í veruleikanum er talan um meiri enn 100 tilburðir, sigur ST-umboðsmaðurin í Burma, He Changchui. Tann seinasta mánaðin eru umleið 500.000 høsnarungar avlívaðir í Burma í einari roynd at forða fuglakríminum at breiða seg. Men sambært ST-umboðsmanninum hava myndugleikarnir onga nútímans útgerð til at staðfesta sjúkuna við, og verjutiltøkini og kunningin frá tí almenna eru alt ov tilvildarlig, sigur hann. Burma ella Myanmar, sum landið eisini verður rópt, er eitt av teimum fátækastu í heiminum, og hernaðarstýrið hevur verið sera afturhaldandi við upplýsingum um ymisk viðurskifti. Soleiðis hevur tað verið við fuglakríminum, og myndugleikarnir vilja heldur ikki viðganga, at landið er meint rakt av AIDS, skrivar AP. Amerikanskir og indiskir granskarar eru komnir eftir, at í Indusdalinum í India kundu fólk fara til tannlækna fyri meiri enn 7000 árum síðani. Granskararnir hava funnið nakrar skøltar, sum bera týðilig tekin um, at tenninar hava verið undir tannlæknahond. Kanningarnar vísa, at tannlæknarnir hava borað niður í tenninar við flintbori, og tær boraðu tenninar vísa, at tannlæknarnir hava havt sera gott handalag. Kann enda við umvali Í gjárkvøldið ivaðist Romano Prodi ikki í, at hann hevði vunnið valið. Kannar okkara granna- og tvíburðargongustjørnu