týsdagur 11. apríl 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 11. apríl 2006
27
Pedagogur/
stuðulsfólk
Søkt verður eftir stuðli til barnagarðin í Leirvík, at
byrja 1. mai 2006.
Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðin hjá stuðlinum verður at stimbra
einum barni motoriskt og annars vera um barnið í
gerandisdegnum.
Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við familjuna.
Ynskiligt er, at tann ið settur verður, hevur hóskandi
útbúgving ella royndir.
Setan sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðaran,
Gunnvu Thomsen á tlf. 743125.
Umsóknir saman við møguligum avritum av prógvi
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. apríl
2006.
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42
520 Leirvík
Ársaðalfundur
Eigarafelagið Norðasta Horn hevur ársaðalfund
tann 26. apríl 2006 kl. 20.00 í Býlingshúsinum. Skrá
smb. lógum felagsins.
Nevndin
Eigarafelagið Norðasta Horn
El-Teknik
søkir eftir fólki
Søkt verður eftir fólki at byrja skjótast gjørligt.
Krøv:
Elektrikkari ella tilsvarandi útbúgving.
Ert fyrikomandi og ágrýtin
Góð samstarvsevnir
Vit arbeiða við:
Virkisinstallatiónum
PLC-stýringum
Yvirvakin við PLC og SCADA
El-Teknik kann bjóða tær
Stóra avbjóðing í arbeiðinum
Fjølbroytt arbeiði
Samstarv við nógvar ymiskar kundar
Hevur hetta tín áhuga, ring so til Jákup Tróndheim
594419.
El-Teknik Sp/f
Tlf. +298 44 33 13 · Fax nr. +298 44 33 14
E-mail: elteknik@elteknik.fo
FO-520 Leirvík
Føroyar
Aðalfundur
Lýst verður til aðalfundar, leygardagin 20. mai 2006,
samb. lógum okkara um aðalfund.
Tíð og stað verður kunngjørt seinni.
Ítróttasamband Føroya
Handilslærlingur
til Teymavirkið í Runavík
Teymavirkið í Runavík sóknast eftir handilslærlingi
at byrja skjótast møguligt. Størsti parturin av fyrsta
árinum fer fram í Leikabúðini.
Vit bjóða eitt starv á einum fjølbroyttum arbeiðsplássi
í støðugari menning, har samstarv við arbeiðsfelagar,
veitarar og kundar er av alstórum týdningi.
Vit vænta, at tú hevur FHS- ella HH-prógv. At tú ert
fyrikomandi, arbeiðssamur og fleksibul persónur, sum
dugir væl at samstarva, men eisini arbeiða sjálvstøðugt.
Og at tú hevur hug og áræði at gerast partur av okkara
arbeiðsdegi, sum við hvørt er eitt sindur strævin, men
hóast tað stuttligur.
Umsókn við avriti av prógvum, møguligum ummælum
og CV skulu verða Teymavirkinum, Boks 210, 620 Runa-
vík, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. apríl 2006.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Hannu á R.
Lamhauge á tlf. 44 93 93.
Teymavirkið er einasta fyritøka í Føroyum, ið framleiðir línu,
teymar og togverk. Teymavirkið í Runavík, Snørisvirkið í Klaksvík
og Glæman í Tórshavn eru skipshandlar, har fiskireiðskapur,
trygdarútgerð, arbeiðsklæði og frítíðarklæði eru at fáa.
Teymavirkið hevur deild við búnýti og gávum í Runavík og
eigur og rekur eisini Leikabúðina. Í alt eru 30 fólk í starvi hjá
samtakinum.
Eysturoyar
Fólkafloksfelag
Eysturoyar Fólkafloksfelag heldur ársaðalfund í
Bygdarhúsinum í Leirvík týsdagin 2. mai kl. 19.30.
Nærri verður lýst seinri.
Eysturoyar Fólkafloksfelag
Tannrøktari
Søkt verður eftir tannrøktara at arbeiða 1/2 tíð á
Tannlæknastovuna á Skála, til setan 1. mai 2006 ella
eftir nærri avtalu.
Á Tannlæknastovuni starvast ein tannlækni og tveir
klinikkassistentar. Árliga verða viðgjørd uml. 500
børn og ung millum 0 og 16 ár. Framyvir er ætlanin
at gera eitt betri og meira skipað fyribyrgjandi
arbeiði innan tannrøktina í økinum.
Lagdur verður stórur dentur á góða tænastu og
góð samstarvsevni.
Løn og setanartreytir sambært galdandi sáttmála.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Jákup Foldbo, leiðara á Sosialu deild á tlf. 417000.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta
lagi 25. apríl 2006.
Runavíkar Kommuna
Postsmoga 139
Heiðavegur · 600 Saltangará
Aðalfundur í felagnum
Blóðgeva
Aðalfundur felagsins verður mikudagin 19. apríl kl.
19.00 í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Skrá
smb. viðtøkum felagsins.
Viðtøkurnar kunnu lesast á okkara heimasíðu:
www.gevidblod.fo
Á fundinum heldur Ólavur Samson fyrilestur um
altjóða blóðgevarafelagsskapin FIODS.
Hann umrøður m.a. hvønn týdningin føroyskur
limaskapur í FIODS kann koma at hava fyri okkum.
Eftir fundin verður undirhald við vísusangaranum
Hanusi Johansen.
Eisini verður, sum vanligt, borðreitt við mati og
drekka.
Gevð gætur at øll, ið eru skrásett sum blóðgevar á
Landssjúkrahúsinum, eru limir í felagnum.
Møtið fjølment.
Nevndin