Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-11-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 30. november 2000 15 gult cyan magenta svart 14 Nr. 231 - 30. november 2000 gult cyan magenta svart Fyri góðari viku síð- ani skipaði HB fyri stórari innandura kapping í Ítróttahøll- ini á Hálsi INNANDURA FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Hetta er tíðin, har innan- durafótbólturin herjar kring landið, og komandi mánað- irnar verða fleiri størri og smærri kappingar fyriskip- aðar kring landið. Ein av teimum stóru í hesum sambandi mundi helst vera kappingin, sum HB skipaði fyri fríggja- og leygardagin, 17. og 18. november. Ikki færri enn 80 lið høvdu boðað frá luttøku, og tá bert trý av hesum góvu avboð, vóru sjálvsagt nógir dystir, sum skuldu fáast frá hondini. Lagt varð til brots longu fríggjadagin kl. 15, og síð- ani varð hildið á alt kvøld- ið. Leygardagurin varð eis- ini nýttur allur, sum hann var, og kl. 22 var so alt leyst og liðugt. Frá fyriskiparunum frættist, at tað gekst væl at avgreiða kappingina, og at talan var um lítlar ella nær- um ongar seinkingar. Niðanfyri verða prentað- ar myndir av vinnandi lið- unum, men av tekniskum ávum bar ikki til at fáa mynd av vinnandi liðnum í dreingjadeildini. Teir itu Hveistrar. Innandura kapping hjá HB Elsti bólk- urin var fyri unglingar, og her vann Stenløse Kappingina fyri smá- dreingir vann FC Æsir Hesir knassarnir úr AB vunnu piltadeild- ina B68 vann smápilta- deildina Kappingina fyri gentur 14-17 vann Sumba Hjá teimum 12-14 ára gomlu vann HB Gentubólk- in, 10-12 ár, vann Brøndby Fyri stuttum varð skrivað, at tað var einki minni enn ein sensatión, at grøn- lendska kvinnulandsliðið í hondbólti hevði vunnið seg fram til HM-endaspælið. Fagnaðurin um heta er neyvan minni í Grønlandi, nú tað eisini er greitt, at manslandsliðið sleppur at spæla við, tá HM verður floyta ígongd. Grønlendsku harrarnir høvdu annars ikki spælt seg fram til endaspælið, men tá Cuba hevur tikið sína lut- tøku aftur, stóð Grønland næst á listanum. Flestum kunnugt, so spældi føroyska mans- landsliðið tríggjar lands- dystir móti tí grønlendska í vár. Tveir teirra endaðu við føroyskum sigri, meðan hin triði og seinasti endaði við javnleiki. jm Grønlendsku menninir til HM Grønlendska landsliðið sleppur nú at royna seg í HM-enda- spælinum Farna vikuskifti skip- aði flogbóltsdeildin hjá ÍF fyri flogbólts- kapping FLOGBÓLTUR Tíðindaskriv Leygardagin skipaði ÍF- flogbóltur fyri flogbólts- kapping á Kambsdali. Henda kapping er fyrsta av sínum slag, sum flogbóltur- in há ÍF hevur skipað fyri. Kappingin varð hlidin fyri bólkunum, dreingir og gentur 14. Hetta tí tað verð- ur mett, at hesin aldurs- bólkurin fær ov fáar dystir í vetrarhálvuni, og at tað tí var ynskiligt, at hesi fingu fleiri dystir. Føroya Banki, sum stuðl- aði kappingini, lat heiðurs- merki til trý tey bestu lið- ini, og har umframt fingu vinnandi liðini eisini steyp til ognar. Kappingin eydnaðist sera væl, og í ÍF rokna tey við, at kappingin framyvir verð- ur skipað á hvørjum árið. Í alt luttóku 17 lið. 11 í gentubólkinum, har KÍF gjørdist vinnari, meðan Dráttur og SÍ gjørdust ávíkavist nummar tvey og trý. Í dreingjadeildini luttóku seks lið. Her vann SÍ kapp- ingina. Fleyr varð nummar tvey, meðan Mjølnir gjørd- ist nummar trý. Her verða prentaðar myndir av vinnandi liðun- um. Konto IN kapping á Kambsdali Hjá dreingjunum vórðu tað sørvingar, sum vunnu KÍF vann kappingina í gentudeildini