mikudagur 12. apríl 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 12. apríl 2006
5
Mánadagin tóku
fleiri gentur av
møguleikanum og
fóru til upptøkuroynd
til fotofilms-
verkætlanina
hjá Marionnu
Mørkøre og svensku
myndakvinnuni
Mariu Arnell. Longu
áðrenn dyrnar lótu
upp, var bíðirøð
uttanfyri.
UpptøkUroynd
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Marianna Mørkøre er
upprunaliga útbúgvin innan
Fashion Promotion í London,
men hevur arbeitt nógv
innan filmslist í Týsklandi,
Kanada og Danmark – eitt
nú í samstarvi við Rannvá
Káradóttir og Andras Olsen.
Maria Arnell er útbúgvin
fotografur í London og hevur
starvast í Svøríki, Týsklandi
og Ungarn.
Mánadagin
skipaðu
Marianna og Maria fyri
upptøkuroynd í fimleika-
høllini í Sankta Frans
Skúlanum, og longu 15
minuttir áðrenn dyrnar
lótu upp vóru fleiri gentur
komnar niðan í skúlan:
– Tá eg sá, hvussu nógvar
gentur vóru komnar til
upptøkuroyndina, varð eg
rætt og slætt tikin á bóli.
Veðrið var eisini ringt – tað
regnaði illa, men í alt komu
27 gentur til upptøkuroyndina
bæði av bygd og úr Havn,
sigur Marianna Mørkøre.
Genturnar, ið verða
valdar út, sleppa í fyrstu
atløgu at taka myndir
til eina myndarøð, men
somuleiðis fer Marianna at
taka upp við einum gomlum
filmsmyndatóli:
– Tað hevur ikki verið
lætt, men at enda fann
eg eitt gamalt Super8
filmsmyndatól. Við hesum
myndatólinum fari eg at royna
at gera myndarøðina livandi.
Tá skulu genturnar einki
siga, men verða ein livandi
variantur av myndunum.
Sjálv myndarøðin verður
statisk og surrealistisk, og alt
verður tikið upp í føroysku
náttúruni, ið altíð fangar
uttanlands. Mótsetningurin
millum tær einsháttaðu
genturnar og fjølbroyttu
náttúruna ger, at myndirnar
verða surrealistiskar.
Í verkætlanini verður
somuleiðis stórur dentur
lagdur á klæðini, men talan
er tó ikki um eina vanliga
modellmyndarøð:
– Myndarøðin skal verða
svørt/hvít og tíðarleys,
men klæðini fara tó at hava
týdning fyri heildarmyndina,
sigur Marianna og leggur
afturat, at eftir ætlan verður
myndarøðin víst fram á
ymiskum myndlistasøvnum
– her heima og uttanlands:
–
Uttanlands
fara
myndirnar eftir ætlan at
verða sýndar fram á mynd-
listasøvnum í Münschen
og Budapest. Somuleiðis
ætli eg at fáa tær í fleiri
tíðarrit, myndakappingar og
festivalar, sigur Marianna.
Hvørjar tær fimm hepnu
genturnar verða, ið sleppa
við, fáa vit at vita fyrst í
næstu viku. Í løtuni situr
Marianna og hyggur gjølla
eftir øllum myndunum, hon
hevur tikið, og velur tær
genturnar út, sum hóska best
til verkætlanina:
– Tað er ikki lætt at velja.
Vit leita ikki eftir eini
ávísari gentu, men heldur
eftir áhugaverdum ’looks’.
Genturnar skulu tó líkjast
eitt sindur, og javnvágur skal
vera í hædd og bygnaði. Tær
genturnar, ið ikki sleppa við,
skulu ikki taka tað persónligt
og
verða
vónbrotnar.
Orsøkin til, at tær ikki verða
valdar út, er ikki, at tær ikki
hava møguleika framman
fyri myndatólinum, men
heldur tí, tær ikki hóska
júst til hesa verkætlanina,
sigur Mariannna Mørkøre
at enda.
Upptøkurnar verða í
mai og myndirnar verða
framkallaðar
í
einum
myrkarúmi í Føroyum.
Tá Sosialurin kom á gátt í
fimleikarhøllini í Sankta Frans
Skúla, stóðu nógvar gentur og
bíðaðu spentar eftir at sleppa inn.
Vit prátaðu vit tríggjar, ið júst
høvdu verið inni:
Elin BrimnEs, 15 ár:
Eg havi ongantíð verið til eina upptøkuroynd
áður, men tað var stuttligt, spennandi
og øðrvísi at royna tað í dag. Inni í
fimleikahøllini skuldi eg gera ymiskar
andlitsrørslur framman fyri myndatólinum
og ganga aftur og fram á gólvinum. Tað var
kanska undarligt at standa framman fyri
myndatólinum uttan sminku, men tað var
eitt krav. Eg gleði meg at fáa at vita, hvør
sleppur við. Sjálvandi vil eg fegin sleppa
við, men eg verið tó ikki grátkomin, um
eg ikki sleppi.
rakul TróndhEim, 14 ár:
Mamma vísti mær á eitt blað, har tað stóð,
at upptøkuroyndin var á skránni. Og so vildi
eg bara gera eina roynd. Tað er keðiligt, at
slík tiltøk so sjáldan eru í Føroyum. Gentur
í mínum aldursbólki vilja fegnar royna slíkt,
men eru tó í síni heild heldur viðbreknar,
smædnar og bangnar fyri, hvat onnur halda.
Tí er tað stuttligt at síggja, at so nógvar
gentur, eru komnar her í dag. Sjálv havi eg
ongantíð roynt tílíkt, men hóast hetta var
fjáltur ikki á mær í dag. Tað hevði avgjørt
verið stuttligt, um eg hevði sloppið við.
BarBara álaBErg, 15 ár:
Tá eg hoyrdi um hetta tiltakið, helt eg alt fyri
eitt, at tað var spennandi. Tað kendist væl at
standa framman fyri myndatólinum, hóast
eg ikki altíð eri so fotogen. Eg skuldi vera
ein erpin kona, og ein keddur hundahvølpur
framman fyri myndatólinum.
Annars veit eg ikki rættiliga, hvat eg fái
burtur úr at vera við, men so havi eg í øllum
førum roynt tað. Eg haldi avgjørt, at fleiri
verkætlanir av hesum slag áttu at verið í
Føroyum, tí vit gentur vilja gjarna royna
okkum. Eg ynski ikki endiliga at verða
modell, men eg tími væl at spæla film
seinni í lívinum. Tá kemur hetta tiltakið
mær kanska til góðar. Um eg sleppi við
til hesa verkætlanina, verið eg bilsin og
glað.
Stórur áhugi fyri upptøkuroynd
Genturnar spentar
Her er 16 ára gamla Ragnhild Dam til upptøkuroynd. Við nummarspjaldri á bringuni, skuldi hon gera ymiskar andlitsrørslur framman fyri myndatólinum.