mikudagur 12. apríl 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 73 - 12. apríl 2006
Just Dig hjá Høgni Lisberg
megnaði eftir 3 vikur á list
anum at taka ovasta plássið
á 15 teimum bestu. Fyri
tveimum vikum síðan tók
Pink ovastu rók frá Høgna,
ið við lagnum Learn To
Ride On Waves hevði ligið
fimm vikur ovast. Men nú
er Høgni aftur ovast.
Filthy tongue hjá Makrel
er næsta føroyska lagið á
listanum á fimta plássi,
Droymi mitt um dagin
hjá Poppkorn er á áttanda
plássi, Fremmandur hjá
Peturi Pólsyni er á ellinta
plássi, beint framman
fyri Backyard Traffic hjá
Róki. Fimta føroyska lagið
á listanum er Cyberspace
hjá Villmonnum, ið júst
megnar at halda seg innið
á fimtanda plássi.
nud
Nakað av tí besta inn
an føroyskan rokktón
leik er savnað á fløg
uni Malagrót, ið ein
bólkur í verkætlanini
Ungt Virki á Føroya
Handilsskúla gevur
út. Fløgan tekur tráð
in upp eftir Rock í
Føroyum og Grót Før
oyskt verkætlaninum
Fløguútgáva
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Malagrót eitur nýggja
savnsfløgan, ið er komin í
handlarnar. Fløgan er eitt
av úrslitunum av frálíku
verkætlanini Ungt Virki,
ið Handilsskúlin skipar
fyri. Fýra av teimum ungu
valdu at geva eina fløgu
út, við nøkrum av bestu
rokkbólkunum og einstak
lingunum í Føroyum.
14 løg eru á fløguni,
nøkur eru útgivin framm
anundan, meðan onnur
ikki eru útgivin áður.
M.a. er hetta fyrstu ferð,
at nøkur av sterkastu tón
leikanøvnunum í Føroyum
eru at hoyra á fløgu. Her
kunnu nevnast bólkar sum
Side Effect, Sic, Marius og
The Dreams.
Spennandi nýggi bólk
urin The Story Ends hev
ur somuleiðis fingið eitt
lag á fløguna, eins og
royndir bólkar sum 200,
Makrel, Týr, Deja Vu og
Páll Finnur Páll hava latið
løg til endamálið. Tveir av
bólkunum, ið luttóku á tí
fullkomnu føroysku undir
grundsfløguni Ampaljóð,
eru eisini við her, Lama
Sea, ið teljast millum bestu
føroysku bólkarnar í løtuni,
og garrvillu 48 Pages.
Heiðrikur á Heygum er
uttan iva friðarligasta inn
slagið á fløguni, við sínum
vakra lagi Vetrargestur, ið
er fyrsta lag á fløguni. Hin
einstaklingurin á fløguni,
René Bischoff, eigur sein
asta lagið á henni, Kettan.
Vinningurin av fløguni
fer til arbeiðið við at menna
føroyskan tónleik.
Høgni endurvann
ovastu rók
Malagrót til
føroyska lurtaran
Løgini eru hesi:
Heiðrikur á Heygum – Vetrargestur
Lama Sea – The Bastard
The Story Ends - Dancing around Honululu
48 Pages – We People
Marius – Straight Lines
The Dreams – I’ll be There
Sic – Reach Inside
200 – Frustreraðir Javnaðarmenn
Týr – Rainbow Warrior
Makrel – On Toes
Páll Finnur Páll – Rasputin
Deja Vu – Reckless
Side Effect – Kaos
René Bischoff – Kettan
Højgaard hevur málað máln
ingin, ið prýðir fløguhúsan,
ið Sp/f Garasjan hevur snið
givið og framleitt
Kamarkórið hjá Frits
Johannesen skal 2.
páskamorgun syngja
í morgunsendingini
Good Morning
America, ið sigst hava
fleiri enn 10 milliónir
hyggjarar
KÓRFERÐ
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað er ikki hissini fjøld, sum
2. páskamorgun fer at fylgja
við, tá ið føroyskt kór á ferð í
Amerika fer at framføra.
Mándagin fór kamarkórið
Atlantic Voices av landinum.
Sama kvøldið høvdu tey
konsert í Áskirkjuni í
Reykjavík. Í gjár fóru tey
úr Keflavík og til New York.
Har skulu tey eitt nú syngja
í First Moravian Church á
Manhattan.
Fyrsta konsertin var á mid
degi mikudagin í Scandinavia
Center. Skírisdag halda tey
frí. Langa fríggjadag syngja
tey í First Moravian Church,
og undir hámessuni í norsku
kirkjuni páskadag skulu
tey syngja fimm sangir.
2. páskamorgun klokkan
6.30 verður kórið við í
sjónvarpssendingini Good
morning America. Undan
fráferðini var tað ikki heilt
greitt, men tað er møguleiki
fyri, at tey fara at syngja
eitt lag a capella. Um so
verður, so fara 10 milliónir
amerikumenn at síggja
og hoyra kórið syngja Nú
strýkur vár, sum Tummas
Napoleon Djurhuus yrkti,
og sum Knút Olsen gjørdi
lagið til.
Tað er Frits Johannesen,
sum er kórleiðari. Hetta
er 15. ferðin, at hann ferð
ast uttanlands við kóri.
Kanska liggur samlaða
konserttalið í sambandi
við uttanlandsferðirnar um
tær hálvt annað hundrað.
Leygardagin vóru tvær tær
fyrstu konsertirnar á hesi
ferðini. Onnur var á Toft
um og hin í Fuglafirði, og
mánakvøldið sungu tey í
Reykjavík.
Sambandið
Á heysti í 2004 var Frits
Johannesen og vitjaði í New
York. Alla halgannadag, sum
hetta árið var sunnudagur,
var hann í kirkju í First
Moravian Church, 154
Lexington Ave at 30th Street.
Eftir guðstænastuna kom
hann í samband við Dall
Wilson, skald og Eliane
Componari, cembalist og
organist í kirkjuni.
Hetta sambandið var spír
in, sum nú hevur borið ta
frukt, at føroyskt kamarkór,
mannað við 20 sangarum,
eftir innbjóðing er í New York
á páskum. Flestu sangararnir
eru úr Fuglafirði. Frits
Johannesen er kórleiðari, og
Heðin Kambsdal og Eyðun á
Lakjuni hava orgul og klaver
fylgisspæl.
Í The First Moravian
Church hava tey sungið
Hallgrím
Péturssonar
Passiosálmar við íslendsk
ari siðvenju og á enskum
máli. Hetta er orsøkin til,
at ein partur av skránni hjá
kamarkórinum eru Passio
sálmarnir hjá Hallgrimi
Péturssyni, sum kórið fer
at syngja á føroyskum.
Victor Danielsen hevur týtt
teir fyrstu 10 sálmarnar,
og nakrir av hesum eru á
skránni. Ingávlur av Reyni,
sáli, hevur so ofta sungið
hesar sálmarnar á páskum
í Útvarpi Føroya.
Á skránni í New York
eru eisini páskaløg, norður
lendsk, ensk, inter evrope
isk og føroysk løg. Millum
tónaskøldini eru Niels Mid
jord, Frits Johannesen og
Eyðun á Lakjuni, sum eru
við á ferðini.
Dall Wilson hevur fyri
reikað ferðina í New York.
Tað er hann, sum hevur syrgt
fyri, at kórið skal taka lut í
sjónvarpssendingini Good
morning America. So er bara
at vóna, at amerikumenn
snimma 2. páskamorgun
fara at hoyra Nú strýkur
vár um heimlandsvøll við
lýkkutámi millum fjøll; nú
fánar fonn og grasið grør, nú
vaknar aftur heimlandsjørð.
Kórið verður aftur í Føroy
um týsdagin.
Syngja framman fyri tíggju
milliónum amerikanarum
Kamarkórið Atlantic Voices avmyndað í Fuglafjarðar kirkju síðsta leygardag: Frits Johannesen, kórleiðari, Theodor Erling
Johannesen, Heri Joensen, Hans Erland í Brekkum, Herfinnur Árnafjall, tenor, Eyðun á Lakjuni, Kristian Petersen, Niels Midjord,
Dávur Winther, Heðin Kambsdal, bass, Morid Simonsen, Andrea Eldevig, Eilin Hansen, Ingibjørg Abrahamsen, sopran, Mimi
Steintórsdóttir, Kristina Joensen, alt, Marta á Lakjuni, sopran, Gudny Vang, Fríðgerð Ellefsen og Elspa Samuelsen, alt