mikudagur 12. apríl 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 12. apríl 2006
7
Herborg Hansen
er ein vanligur
skúlanæmingur á
Ziskatrøð í Klaksvík.
Men hon hevur ein
serstakan áhuga,
sum fáar gentur
hava: Henni dámar
allarbest at telva.
Í hesum døgum
luttekur hon í FM-
kappingini fyri ung-
lingar í heimbýnum.
UngUr telvari
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Tað merkist
beinanvegin at konsentra
sjónin er í hásætinum – her
FM kappingin í talvi fer
fram.
Nógvir mans úr fleiri telv
feløgum sita boygdir fram
móti talvborðinum og hugsa
um næsta leikin – ella næstu
leikirnar.
Men við tvey av borðunum
sita tvey ung konufólk – Fríða
við Streym úr talvfelagnum
Rókur og Herborg Hansen
úr Klaksvíkar Talvfelag.
Tær hava staðið seg rætti
liga væl í hesi kappingini.
Seinastu vit frættu høvdu tær
trý stig í part, og lógu millum
6 og 10 teir ovastu telvararnar
í unglingadeildini.
– Eg havi glett meg nógv
til hesa kappingina, sigur
Herborg Hansen, sum bert
hevur telvað seinastu seks
árini.
Vit hitta hana ein mikudag
herfyri, meðan hon saman
við flokki sínum hevði alis
frøði.
Eitt ynski
Herborg var ung, tá hon byrj
aði at telva. Í roynd og veru
ikki meiri enn stórt átta ára
gomul.
– Ja, tað var faktiskt í
2000 at eg byrjaði. Og sum
hjá øllum øðrum telvarum,
so var tað fyrsta eg lærdi,
hvussu ein flutti fólkið, sigur
Herborg.
At hon lærdi hetta til fuln
ar, tað prógvar ikki minst
góða úrslit hennara í farna
mánaði: Tá endaði hon við
at gerast Danmarksmeistari
í talvi fyri gentur í aldrinum
1415 ár.
Herborg ynskti beinan
vegin av sonnum at læra seg
alt um talv og telving. Hon
hevði snøgt sagt bert eitt í
huganum:
– Eg hevði eitt stórt ynski
um at vinna eitt talv móti
systkinabarni mínum, Símun
Rógva.
– Og tað gekk eisini stutt
tíð, so vann eg á honum,
sigur Herborg við einum
brosi.
Talv og aftur talv
Tað var skjótt at Herborg
byrjaði at telva við Klaks
víkar Talvfelagi.
Her fekk hon ein góðan
venjara, Petur Hans Poulsen,
sum hevur lagt henni lag á,
hvussu ein mennir seg í hesi
ítróttargreinini.
Hóast hon gongur í skúlan
um á Ziskatrøð í Klaksvík,
og hevur heimaarbeiði fyri,
so fer ein stórur partur av
frítíðini til telving.
Hon brúkar hesa tíðina
at lesa um ymisk talvpro
gramm, og annars roynir
hon at fylgja við í ymiskum
kappingum úti í heimi.
Í roynd og veru brúkar hon
millum ein og tveir tímar um
dagin til hetta spennandi frí
tíðarítriv sítt.
Men Herborg tekur sær tó
eisini tíð til annað. Millum
frítíðarítriv hennara eru eitt
nú ungdómsmøtini í Betes
da.
Sterk mótstøða
Herborg gjørdist serliga
kend, tá hon herfyri gjørdist
besti telvarin í Danmark
fyri gentur í hennara aldurs
bólki.
At henni skuldi eydnast at
fáa ein slíkan heiður, kom
púra óvart á hana.
– At eg skuldi verða betri
enn tær, – nei, tað hevði eg
als ikki væntað, sigur hon
lítillátin.
Hon visti frammanundan
at teirra ratingtal var størri
enn hennara. Tí var rættiliga
vist, at hon fór at møta stórari
mótstøðu frá teimum.
Men hvussu var og ikki, so
eydnast tað Herborg at vinna
hesa kappingina. Tá hon
kom heim aftur varð henni
sýndur mikil heiður, m.a.
av heimstaðarkommununi í
Klaksvík.
Nógvir møguleikar
Tá ein tosar um ítróttargrein
ar so verður í onkrum grein
um tosað um, at hetta eru
ítróttargreinar mest fyri
mannfólk.
Um ein tosar um telving
so hevur tað her á landi mest
verið ein kapping millum
menn.
Men tað heldur Herborg
onga orsøk vera fyri.
– Eg veit um eina aðra
gentu av Oyrarbakka, sum
eisini telvar. Annars eru vit
ikki so nógvar, sigur hon.
Hví tað er so, hevur hon
onga aðra frágreiðing um
enn hesa: – Helst er tað tí,
at tær ikki tíma!
– Tað sær kanska so óinte
ressant út. Tað er tað kortini
bert í byrjanini, men tá ein
so kemur inn í tað, er tað
ordiliga spennandi.
– Hetta er eitt ordiliga stutt
ligt spæl, sum hevur eina
rúgva av ymiskum møgu
leikum. Tað er altíð okkurt
nýtt at læra, sigur hon.
– Ein verður ikki liðugur við talv
Tær hava alisfrøði í skúlanum á Ziskatrøð – Elisabeth Purkhús, Annika í Bø, Eina Kalsø, Lilja Thorsteinsson og Herborg. Frítíðin hjá Herborg fer fyri tað mesta til
telving
Frá móttøkuni hjá Klaksvíkar kommunu í farna mánaði. Her er Herborg avmyndað saman við
familju síni og venjara sínum, Petur Hans Poulsen (uttast vinstrumegin)
Mynd: Dávur Winther