Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 73 - 12. apríl 2006 – Eg føli faktist, at málið um umbygging og víðkan av verandi bátahyli í Skúvoy fyribils er »parkerað« í Vinnumálaráðnum, men eg veit ikki, hví so er. Neyðugt er ikki við nøkrum fyrireikingum, projekteringum, kjarnuboringum ella øðrum. Verkætlanin, sum er so avgerandi neyðug fyri okkum skúvoyingar, liggur púra klár at fremja. Tað hava vit fleiri ferðir fingið váttað frá Landsverki, sigur borgarstjórin í Skúvoy, Jóhan Hentze Skúvoy Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skúvoyingar hava ein ónýtiligan bátahyl og eitt ónýtiligt havnalag. Tá ið verandi bátahylur varð bygdur, vórðu ongar modellroyndir gjørdar, sum vanligt er, tá ið bátahylur ella havnaløg verða bygd. Talan var bert um nakrar strikur á einum pappíri, og bátahylurin vísti seg skjótt at roynast hareftir. Um veturin er hann fullkomiliga ónýtiligur – ja, skúvoyingar siga, at hann er beinleiðis vandamikil til sigling inn og út, og heldur ikki um summarið liggja bátar tryggir í fylgjandi dagar. Liggur bátur í hylinum, kann knappliga ikki gerast liggjandi longur, og neyðugt er at sleppa sær burtur. Men tá kann vera torført at sleppa heilskapaður útaftur. Síðan skúvoyingar fingu bátahylin, er ein bátur farin í sor og aðrir hava fingið skaða. Ta einu hvítusunnuna kom brim so knappliga, at menn ikki kláraðu at bjarga bátunum í heilum líki. Taptu sakarmál Jóhan Hentze, borgarstjóri í Skúvoy, sigur, at tað vísir seg, at aldan inni í hylinum verður »forsterkað«, tá ið nakað er í sjónum, sum hann tekur til. – Alt inni í hylinum er betong, heilt niður á botn, og tað er einki, sum dempar alduna, sum ferðast aftur og fram – og veksur – inni í hylinum. Borgarstjórin sigur, at tá ið DHI, Dansk Hydraulisk Institut, sum hevur arbeitt við føroyskum viðurskiftum í eini 30 ár, seinni hevur gjørt kanningar av bátahylinum, segði tann, sum stóð fyri hesum kanningum, at hann ongantíð áður hevði upplivað eina havn, har meira alda er inni í hylinum enn uttanfyri. – Skúvoyar kommuna stevndi seinni Landsverki, tí kommunan eitt nú metti, at hylurin var ov grunnur, men hetta sakarmálið tapti kommunan so dyggiliga. Tað kundi nevniliga ikki prógvast, at Skúvoyar komm­ una var óvitandi um dýpið í hylinum. Jóhan var ikki í bygdar­ ráðnum, tá ið hylurin varð bygdur, ei heldur, tá ið stevnt varð, men hann var júst komin í kommununa, tá ið dómurin var fallin. – So, eg fekk dómin í arv, sum hann tekur til. Tosaðu aftur Borgarstjórin sigur, at sum tíðin leið, byrjaðu Skúvoyar kommuna og Vinnumálaráðið at tosa saman aftur um, hvussu komast kundi víðari, soleiðis at skúvoyingar kunnu fáa eina sømiliga loysn á havnaviðurskiftunum, sum saman við samferðsluni er lívæðrin hjá eini útoyggj. – Vit samdust um at tosa við Landsverk, og samdust eisini um ikki at byrja upp á nakað, fyrr enn kanningar vóru gjørdar. Jóhan sigur, at hesar kanningar vórðu fíggjaðar yvir »stuðul til infrakervið á útoyggj« eftir vanligu reglunum um stuðul. – Saman við Landsverki vóru kommunustýrislimirnir í Skúvoy, sum eru tríggir í tali, hjá Dansk Hydraulisk Institut (DHI) og sóu royndirnar yvir eina ætlaða umbygging og útbygging í Skúvoy. Hann sigur, at Landsverk síðan hevur gjørt eitt uppskot til umbygging og víðkan av verandi bátahyli, og hetta uppskot var klárt til útbjóðingar í desember mánaða 2005. – Tá hevði Landsverk lagt seinastu hondina á hesa verkætlan, sum síðan hevur bíðað eftir politisku myndugleikunum, sigur Jóhan. Tað var annars longu fyri einum ári síðan, at Landsverk í brævi kunnaði Skúvoyar kommunu um uppskotið til verkætlanina og gjørdi sítt tilmæli í hesum sambandi. 90% bati Í brævi til Skúvoyar komm­ unu, dagfest 29. apríl 2005, lýsir Landsverk, hvørjar uppgávurnar hjá stovninum hava verið í hesum máli. ­ Eftir áheitan frá Skúvoyar kommunu hevur Landsverk skipað fyri kanningum, sum hava havt til endamáls 1) at kanna, hvussu atløguviðurskiftini kunnu betrast í verandi bátahyli, 2) at kanna, hvussu bátahylurin kann umbyggjast, so til ber at fáa nøktandi atløguviðurskifti fyri størri skip, sum t.d. Teistan og 3) at meta um kostnaðin og mæla til eina loysn. Í brævinum til Skúvoyar kommunu vísir LV á, at stovnurin hevur kannað botn,­ aldu­og streymviðurskifti í verandi bátahyli í Skúvoy og uttanfyri í tíðarskeiðinum, januar 2003 til mai 2004. – Síðan eru modellroyndir gjørdar hjá Dansk Hydraulisk Institut, har ymisk uppskot hjá LV eru roynd. Landverk sigur, at tá ið modellroyndirnar vóru lidnar, var niðurstøðan hon, at tilber at fáa nøktandi atløguviðurskifti fyri smábátar í verandi bátahyli – og at tað eisini ber til at fáa nøktandi atløguviðurskifti fyri størri skip, eitt nú Treistan, inni í nýggja bátahylinum. Í tilmælinum til Skúvoyar kommunu sigur Landsverk: – Vit halda, at atløgu­ viðurskiftini í verandi báta­ hyli kunnu betrast við 90%, um ein brimgarður verður bygdur sunnanfyri bátahylin, og innsiglingin verður flutt til syðra enda av verandi hyli. Landsverk sigur, at metti kostnaðurin av hesum arbeiði er umleið 23 mió krónur. – Skulu skip, sum eitt nú Teistin, eisini kunna liggja innanfyri molan í Skúvoyingar »banka« á dyrnar hjá Vinnumálaráðnum Borgarstjórin í Skúvoy, Jóhan Hentze, á dyrnum í Vinnumálaráðnum, har málið um um- og útbygging av havnalagnum í Skúvoy nú liggur Mynd: Vilmund Jacobsen