mikudagur 12. apríl 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 12. apríl 2006
9
bátahylinum sunnanfyri,
verður neyðugt at gera eina
atløgusíðu, eina rampu og at
seta upp fendarar.
Landsverk
sigur,
at
mettur meirkostnaður av
hesum verður umleið 3 mió
krónur.
Sámulig íløga
Jóhan Hentze, borgarstjóri,
heldur, at ein íløga upp á
tilsamans 26,4 mió krónur,
har lagt er upp fyri einum
møguligum meirikostnaði
við 10% - ella 2,3 mió
krónum, er sámulig.
– Vit hava sent tvær
umsóknir til Vinnumálaráð-
ið, har vit hava biðið ráðið
taka málið um umbygging
og víðkan av havnalagnum
upp. Í fjør summar vístu
vit á, at projekteringin hjá
Landsverki fór at verða
liðug í desember síðsta
ár. Í svarinum, vit fingu,
vísti Vinnumálaráðið á,
at teir høvdu móttikið
áheitanina, og at ráðið skuldi
viðgera málið saman við
Landsverki.
Jóhan sigur, at Skúvoyar
kommuna aftur hevur sent
Vinnumálaráðnum eina
áminning nú fyrst í hesum
árinum.
– Eg føli faktist, at málið
um umbygging og víðkan av
verandi bátahyli í Skúvoy
fyribils er »parkerað« í
Vinnumálaráðnum, men eg
veit ikki, hví so er.
Hann leggur dent á, at í
hesum máli er ikki neyðugt
við nøkrum fyrireikingum,
projekteringum, kjarnu-
boringum ella øðrum.
– Verkætlanin, sum er
so avgerandi neyðug fyri
okkum skúvoyingar, liggur
púra klár at fremja. Tað
hava vit fleiri ferðir fingið
váttað frá Landsverki, sigur
borgarstjórin.
Jóhan sigur, at Skúvoyar
kommuna beinleiðis hevur
søkt um at fáa eina játtan
á løgtingsfíggjarlógini til
verkætlanina.
– Eg vil staðiliga heita
á myndugleikarnar um,
at ætlaða verkætlanin í
Skúvoy ikki verður tvinnað
saman við »stuðli til útoyggj-
ar«, men verður ein vanlig
játtan, sum aðrar játtanir
til samferðslukervið í Før-
oyum.
Hann heitir á myndug-
leikarnar, løgtingi og lands-
stýri, um at játta einar 13 mió
krónur yvir tvey fíggjarár,
soleiðis at skúvoyingar
kunnu síggja fram til, at
verkætlanin verður veruleiki
innan líkinda tíð.
Serflutningur
– Tað hevur nógv at siga fyri
okkum, at vit í hampiligum
líkindum kunnu fáa Teistan
inn í havnina, soleiðis at
vit kunnu fáa serflutning í
oynna, tá ið tørvur er á tí.
Jóhan vísir á, at tá ið
Tróndur gavst at sigla, vórðu
skúvoyingar – so løgið tað
ljóðar, »bumbaðir« nógv ár
aftur í tíðina, tí Tróndur kundi
hóast alt flyta maskinur og
annan tungan útbúnað til og
av oynni.
– So gamal og ótíðar-
hóskandi, sum Tróndur var,
vóru vit fyri ógvuliga stórum
missi, tá ið Tróndur gavst at
sigla. Tyngsta »kolli«, sum
flytast kann við Rinuni,
er minni enn tvey tons, og
tað gevur okkum ongar
møguleikar til nakran ser-
flutning.
Hann vísir á, at ein stórur
fyrimunur við Teistanum
hevði verið, at tangabilar
kundu komið í oynna við
olju til bæði SEV-verkið og
húsarhald, soleiðis at sloppist
kundi undan stríðnum við
oljutunnunum.
Sildberin álitið
Tað er Sildberin, sum røkir
siglingina millum Skúvoy
og Sand. Hetta er eitt lítið
skip, sum rullar illa og siglir
seint, og tað eru mong, sum
ikki hætta sær um fjørðin
uttan í allar besta veðri. Er
nakað í sjónum, kanst tú ikki
standa úti á dekkinum og fáa
tær fríska luft, men noyðist
at halda teg innandura.
– Men soleiðis, sum
atløguviðurskiftini í Skúvoy
eru háttað, finst ikki betri
skip til bátahylin. Sildberin
er sterkur og liggur væl í
sjónum. Men tað eru nógv,
sum »nokta« at fara í bátin,
um ikki besta veður er.
Jóhan ásannar, at neyðugt
er hjá skúvoyingum at
hava eitt skip, ið klárar
havnaviðurskiftini, sum
hann tekur til.
– Annars verður ikki kom-
andi av oynni, ei heldur
heimaftur, leggur hann
aftrat.
Borgarstjórin vísir á, at
mangur hevði ógvast, um tey
sóu, hvussu nógv mangan
hevur verið lagt fyri við
hesum skipi.
Niður á bakka
Í Skúvoyar kommunu,
sum eisini fevnir um Stóru
Dímun, eru skrásett umleið
60 fólk, harav stívliga 50 eru
skrásett at búgva í Skúvoy
og eini 7-8 í Stóru Dímun.
– Fastbúgvandi í oynni
eru vit kortini ikki so mong,
sigur Jóhan.
Í Skúvoy eru trý skúla-
børn.
Onkur starvast hjá SEV,
onkur hevur Sildberan,
onkur undirvísir børnunum
– og onkur hevur nakað av
jørð og seyði at fáast við.
Sjálvur arbeiðir Jóhan hjá
SEV í Skúvoy í ein mánaða
í senn, og so plagar hann
at arbeiða hjá Tórshavnar
Skipasmiðju, tá ið ein annar
maður røkir SEV-verkið í
bygdini.
Jóhan er 38 ára gamalur,
men tá ið hann gekk í
barnaskúla í Skúvoy, vóru
tey einir 14-16 næmingar.
– Eg má siga, at her hevur
gingið skjótt og støðugt
niður á bakka.
Um útlitini, sigur borgar-
stjórin, at tey standa og fella
við ætlaðu umbyggingini og
víðkanini av bátahylinum.
– Samferðsluviðurskiftini
er fyrsta treytin fyri trivnaði
á útoyggj. Nú væntandi
er, at koyrandi verður um
undirsjóvartunnil millum
Sandoy og Streymoy um eini
6-8 ár, seta vit okkara vónir
til eitt nøktandi havnalag og
eina nøktandi samferðslu,
sum er altavgerandi fyri
framtíðina hjá Skúvoynni.
Trivnaður
Borgarstjórin sigur, at
kommunan eisini arbeiðir
við einum sparkikvølli og
soleiðis roynir at skapa
karmar og trivnað hjá yngra,
men fámenta ættarliðnum í
oynni.
– Av tí, at samferðslu-
viðurskiftini eru, soleiðis
sum tey eru, verður ein
sparkivøllur eitt ódnartak
hjá okkum, tí neyðugt er at
fáa maskinur út í oynna.
Jóhan Hentze sigur, at
kommunan eftir førimuni
roynir at skapa karmarnar,
og síðan verður tað upp
til borgarnar at taka
initiativini.
– Okkara skattainntøka er
komin niður ímóti teimum
800.000 krónunum um árið,
men í staðin fyri at brúka
allan peningin til kloakkir og
vegir, hava vit nú sett okkum
fyri at byggja ein sparkivøll
í Skúvoy.
Bíða.. og vóna
Hóast hon er lítil, skyldar
Skúvoyar kommuna ongan
pening, men eigur í staðin
nakað á bók.
–
Vit
hava
eingi
lán útistandandi, sum
borgarstjórin tekur til, men
hava bert tær solidarisku
bindingarnar, sum eru
millum
kommunurnar
annars.
Jóhan Hentze sigur, at tað
er tó rættiliga avmarkað,
hvussu nógv ein so lítil
og
fáment
kommuna,
sum Skúvoyar kommuna,
megnar.
– Nú bíða vit bara eftir
Vinnumálaráðnum og vóna,
at politiskur vilji verður til at
fremja ta ætlan, sum liggur
klár at fremja í verki, sigur
borgarstjórin at enda.
Sildberin er álitið hjá skúvoyingum, men hann nøktar ikki tann tørv, sum oyggin hevur. So leingi, havnaviðurskiftini eru ónýtilig,
er heldur ikki møguligt við nøkrum hóskandi flutningi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Landsverk heldur, at atløguviðurskiftini í verandi bátahyli kunnu betrast við 90%, um ein brimgarður verður bygdur sunnanfyri
bátahylin, og innsiglingin verður flutt til syðra enda av verandi hyli
Mynd: Landsverk