mikudagur 12. apríl 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 73 - 12. apríl 2006
Vit eru miðskeiðis í dymbildagavikuni, og páskirnar
standa fyri durum. Vikan hevur higartil verið eyðkend
av ógvusligum hendingum úti í heimi. Í Palestina,
Irak, Pakistan og Afghanistan heldur yvirgangurin
fram, og nógv fólk eru deyð av bumbum, sum
yvirgangsmenn hava fjalt í mannamúgvum, moskum
og á torgum. Tað tykist sum gongur aftur um brekkur
við friði, sátt og semju víða hvar, og stórveldið
USA, sum hevur átikið sær leiklutin sum heimsins
politistur, er um at missa tamarhaldið á støðuni.
Iran er um at gerast kjarnorkuveldi. Forsetin boð
aði í gjár frá, at Iran nú var komin upp í hópin av
kjarnorkuveldum, men lítið bendir tó á, at landið
hevur kjarnorkuvápn. Hinvegin hevur Iran nú tøkn
ina, og hetta ger í sjálvum sær, at USA og Ísrael meta
landið sum eina enn størri hóttan móti friðinum.
Henda støða kann so aftur elva til eitt sokallað
fyribyrgjandi álop frá USA ella meira sannlíkt frá
Ísrael, á kjarorkuútbúnaðin hjá Iran. Verður hesin
útbúnaður bumbaður fer hetta at elva til uppaftur
hægri oljuprisir og ein enn meira ótryggan heim.
Iran nýtir stór orð og hóttir vesturheimin, men tað
ræður um at skyna á hvat, ið er tómur retorikkur
og hvat, ið er verulig hóttan. Eitt er vist, og tað
er, at eitt hernaðarligt álop á Iran her og nú fer
at økja spenningin millum muslimska heimin og
vesturheimin enn meira.
Eisini í Latínamerika prutlar undir lokinum. Í Vene
zuela og í Peru koma sera sterkar antiamerikanskar
kenslur nú fyri dagin. Forsetin í Venezula nýtir
sera hørð orð um USA og er í ferð við at tjóðnýta
– nationalisera, útlendsku oljufyritøkurnar. Í Peru
lovar tann maður, ið eftir øllum at døma verður
forseti um tvær vikur, at tjóðnýta allar útlendskar
fyritøkur og at reka amerikanar á dyr. Í báðum
londum er røringur komin í veldugar fólksligar
kreftir og kann henda støða enda við, at USA fer at
leggja seg út í demokratisku tilgongdina har. Hetta
er hent fyrr og kann sostatt henda aftur. Báðir partar
nýta ógvusligan málburð og skal ein fara eftir hesum
málburði er fjúsið stutt, og nógv bendir á, at USA so
ella so fer at leggja seg út í innlendismál í Peru so væl
sum í Venezuela. Bæði lond hava mikið oljuríkidømi,
so her eins og í Miðeystri er tað svarta gullið, sum
er avgerandi fyri amerikanskan uttanríkispolitikk.
Dymbildagavikan verður eisini nevnd stilla vikan,
eitt heiti, ið minnir á frið og umhugsan. Tað skuldi
so verið, nú farið verður inn í størstu hátíðina hjá
kristna heiminum. Hóast heimurin er ófriðarligur og
órógvaður av yvirgangi vóna vit, at fólk geva sær
stundir at hugsa um páskaboðskapin og at nýta friðin
her heima saman við familju og vinum. Vit ynska
øllum lesarum og viðskiftafólki eina góðar páskir.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Í dymbildagaviku
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl-an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Í sambandi við, at Jógvan
Páll Lassen advokatur hevur
fingið Dan Klein blaðstjóra
á Oyggjatíðindum dømdan
at mortifisera úttalilsi hjá
undir ritaða Bergi Wardum,
skal verða gjørt vart við, at
undirritaði hevur tikið vitnis
ábyrgd av sínum úttalilsum
og heldur fast við tey.
Við at hýsa úttalilsum
hjá undirritaða, og við tað
at fyrningarfreistin einans
er hálvt ár, skal fyrningar
freistin fráfallast í nevndu
málum.
Heitt verður á Jógvan Páll
Lassen advokat og Joen H.
Andreassen, fyrrverandi
sorinskriva og løgtingsins
umboðsmann, at reinsa seg
ella at tvinga Dan Klein blað
stjóra á Oyggjatíðindum at
uppfylla nevndu dómar
við at stevna undirritaða,
ið eigur úttalilsini, og við
kravi um mortifikasjón fyri
at fáa staðfest, um dómarnir
kunnu uppfyllast, ella um
rætturin eigur at afturkalla
dómarnar.
Tað hevði verið meira
virðiligt, um nevndu løg
frøðingar, Jógvan Páll Lassen
og Joen H. Andreassen, eins
og rætturin vístu virðing fyri
§ 77 í Grundlógini og § 10
í Mannarættindakonven
tiónini, ið heimilar tali og
skrivifrælsi undir egnari
ábyrgd, og lótu vera við at
avrætta bakara fyri smið við
dómum, ið einans kunnu
uppfatast, við at okkurt
skuldi verjast, ið ikki toldi
dagsins ljós, ið er tað sama
sum Berufsverboten!
Vatnorka kann fremjast
skilagott við lítlari umhvørv
isávirkan. Hon kann eisini
í ólukkumát gerast minni
skilagott. Dømi um tað
seinna er útbyggingin við
Eiðisvatn. Framhaldandi
verður drivið á eftir sama
leisti, og ikki verður helmað
í fyrrenn vestara síða av
Skálafjørðinum eisini er turr
løgd og vatnið ført norður
til Eiðis við 100 metra hædd
armissi á vegnum.
Men vatnið eigur sjálvandi
at renna út á Breiðásandi
sum tað altíð hevur gjørt.
SEV, landsmyndugleikin,
Yvirfriðingarnevndin og
allar kommunur í landinum
hava til fánýtis roynt at upp
heva tyngdarlógina á Eiði,
tí nærum dupult so nógv
orka kundi fingist burtur
úr Norðureysturoy, og sam
stundis havt Eiðisvatn nær
um órørt, og árinið á eitt
nú Funningsfjørð minkað
munandi.
Av tí at SEV avskrivar
eisini vatnorku – yvir einans
6 ár, so kann tíðin nú vera
komin til at venda aftur til
at byggja út í hæddini og
reetablera Eiðisvatn. Verandi
útbygging kann síðani gerast
ein reservi til at nýta um øll
globala orkuveitingin dettur
niðurfyri einaferð.
Aðra útbygging í vatnorku
eigur SEV ikki at sleppa at
gera fyrr enn fortíðar syndir
eru sónaðar á Eiði.
Vindur vatn og vetni
At nýta olju til 95 % av orku
veitingini er sera ótrygt í
framtíðini.
Ikki er hugaligt at trúgva
keðiligum
prognosum,
men í hesum føri er avgjørt
skilabest at saðla um so
langt fíggjarvánirnar loyva
okkum.
Ein háttur kann vera at
útbyggja vindorku, sum
umvegis vetni kann brúkast
í motorverkunum.
Heldur ikki mugu vit
gloyma alla rørsluorkuna í
sjóvarfallinum. Vit noyðast
at vera við nú nógvar verð
inskonsernir kappast um
at sleppa at gera fullskala
royndir í smáum samfeløg
um.
Eisini kann SEV selja ódýr
ari streym til hitapumpur,
ið kunnu margfalda kwh
kanska 4 ferðir.
Og so er tað at læra fólk at
spara. Har er nógv at heinta.
Eisini at hava bíligari streym
um náttina.
Ein leið til betri SEVrakst
ur kann vera at velja Stýrið
og Umboðsráð beinleiðis
av brúkarunum, soleiðis
at vit fara frá hasum demo
kratinum eftir kubanskari
fyrimynd.
Á eløkinum er nóg mikið
at tríva í hjá hugaðum
fólki.
Tí eiga vit sum skjótast at
privatisera elveitingarøkið,
men menna og viðlíkahalda
undirstøðukervið eins og
landsvegir.
Heitt verður á SEV um
alment at gera viðmerkingar
á elveitingamótinum.
Eitt nú við at svara hesum
fáu reglum.
Eg havi fyri rættiliga nógv
um árum síðani skrivað
vinaliga til SEV um at sleppa
at knýta vindmylnu inn á
netið. Men – enn er onki svar
komið. Tað kann ikki vera
rætt og fólkaræðisligt.
Vitnaði undir ábyrgd
HANUS
VANg
BERgUR
WARdUM
Eitt lítið vet um skynsama orku og Eiðisvatn