mikudagur 12. apríl 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 12. apríl 2006
11
Miðlahúsið
í apríl
Miðlahúsið 15. april kl. 14:
Føroyingar læra til flogskiparar
Fleiri og fleiri føroyngar
ynskjast at gerast flogskip
arar. Danska fyritøkan
Karlog hevur útbúgvið
fleiri føroyingar til flog
skiparar og fer leiðslan
á fundi í Miðlahúsinum
15. apríl kl. 14 at greiða
frá møguleikunum hjá før
oyingum at útbúgva seg
til flogskipara á rutuflog
førum. Fyritøkan stendur
fyri allari útbúgvingini frá
tí at næmingurin sær eitt
flogfar fyri fyrstu ferð til
hann er klárur til at fara
til arbeiðis í einum størri
flogfelag.
Miðlahúsið 20. apr. kl. 19:
Blaðtekning og fólkaræði
Í sambandi við at tað
sunnudagin 22. apríl kl. 15
letur upp stór framsýning
í Norðurlandahúsinum
við blaðtekningum hjá 9
norðurlendskum blaðtekn
arum, teirra millum okk
ara egna Óla Petersen
verður pallborðsfundur í
Miðlahúsinum hóskvøldið
20. apríl kl. 19, har m.a.
kendir danskir blaðteknarar,
ein íslendskur og ein
norskur blaðteknari luttaka.
Í døgunum frá 18. til 21.
apríl hava blaðteknararnir
verkstovu/workshop
í
Miðlahúsinum.
Miðlahúsið 22. apríl kl. 15:
Marner á Lofti
um ísraelar og palestinar
Ísraelsfelagið skipar fyri
fyrilestri í Miðlahúsinum í
Vágsbotni leygardagin 22.
apríl kl. 15: ”Er land fyri
frið politikkurin loysnin á
stríðnum millum palestinar
og ísraelsmenn?”
Marner av Lofti integra
tiónspedagogur í Ålborg
Kommunu, hugleiðir út
frá vitjanum sínum í Ísrael
og starvsroyndum sínum
millum palestinar í Dan
mark. Marner av Lofti er
37 ára gamal, uppvaksin í
Havn. Í 1992 fór hann til
Ålborg og tók pedagog
prógv fra Skipper Clement
seminariinum. Arbeiðir
í løtuni í fólkaskúlanum
í Ålborg við børnum av
muslimskum
uppruna.
Marner er eisini tónleikari
og sangari og hevur sjálvur
skrivað løg. Hann fer at
spæla og syngja í samband
við hesa fyrilestrarløtuna.
Eftir fyrilesturin verður ár
ligi aðalfundurin í Ísraels
felagnum.
Mikukvøldið klokkan 19
verður konsert í Miðla
húsinum við monnunum
handan bestu fløgurnar
í 2005. Deja Vu átti við
fløguni A Place To Stand
On, sambært lesarum
hjá Dimmalætting bestu
fløgu í 2005, meðan fløgan
Morning Dew hjá Høgna
Lisberg vann sama heiður
á Planet Awards.
Høgni Lisberg fer at fram
føra løg av Morning Dew.
Deja Vu fer somuleiðis at
spæla nakað av A Place
To Stand On, so her verður
møguleiki at meta um sjálv
ur hvørji løg hava munin.
Ella bara njóta tónleikin,
ið ferðast innan inniligan
popp.
Konsertin er í samband
við, at fleiri føroyskir bólkar
fara til Reykjavíkar í næstu
viku, at hava konsertir fyri
íslendingum. Hetta er eitt
sokallað AMEReykjavík
(Atlantic Music Event) tiltak,
sum Menningarstovan, Tutl
og Norðurlandahúsið skipa
fyri í felag.
Endamálið við ferðini
er at skapa áhuga fyri før
oyskum tónleiki í Íslandi.
Høgni Lisberg og Deja Vu
eru við í hópinum, sum fer
til Íslands, og konsertin í
Miðlahúsinum er tískil ein
lítil upphiting fyri teir báðar
bólkarnar, og eitt kærkomið
høvi hjá føroyingur at
smakka nakað av tí, ið
íslendingar fáa borðreitt.
Konsertin byrjar kl. 19
og er til umleið 21.30.
Kostnaður er 100 kr. Hós
dagurin er frídagur, so
vónandi verða nógv andlit
at síggja í Miðlahúsinum
mikukvøldið.
Miðlahúsið 12. april kl. 19:
Met um bestu fløguna í Miðlahúsinum
Miðlahúsið 17. april kl. 20:
Martin Joensen Band í Miðlahúsinum í Vágsbotni
2. páskadag kl. 20 verður
forvitnislig cafékonsert í
Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Tað er bólkurin Martin Joen
sen Band, sum eftir vetr
arstøðg aftur letur hoyra
frá sær. Á konsertini verður
m.a. at hoyra nýggjari tilfar,
sum bólkurin í løtuni er við
at innspæla í Jakzac Studio.
Trivið verður sjálvandi eis
ini í teir meira kendu sang
irnar hjá Martini Joensen.
Bólkurin hevur verið
rættuliga virkin seinastu
trý árini, og hevur m.a.
luttikið á teimum báðum
seinastu G!festivalunum
umframt á MJÚS 2005,
og ikki kann sigast annað,
enn at skoðsmálini hava
verið góð.
Teir, ið mynda bólkin
eru: Pauli Magnussen,
bass, Eyðun Hansen, guitar,
Jónleif Jensen, trummur,
Jákup Zachariassen, guitar/
steelguitar og Martin Joen
sen, sang og guitar.
Tilfarið, ið bólkurin hevur
á skránni, er alt skrivað av
Martini Joensen og lagt til
rættis av bólkinum í felag.
Kjartan Stakksund
Men eftir hvíludagin, tá ið tók at lýsa
av fyrsta degi í vikuni, komu Maria
Magdalena og hin Maria út at hyggja
eftir grøvini. Og sí, tá varð landskjálvti
mikil, tí at eingil Harrans kom niður av
himli og steig fram og velti steinin frá
og setti seg á hann. Men útsjón hansara
var sum snarljós, og klæði hansara hvít
sum fonn. Men vaktarmenninir skulvu av
ræðslu fyri honum og vórðu sum deyðir.
Men eingilin tók til máls og segði við
kvinnurnar: »Tit mega ikki ræðast! Tí
at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum
krossfesta, tit leita. Hann er ikki her, tí at
hann er risin upp, sum hann hevur sagt.
Komið higar og síggið staðin, har sum
Harrin lá! Og skundið tykkum og farið
og sigið lærusveinum hansara: »Hann
er risin upp frá deyðum; og sí, hann fer
undan tykkum til Galileu; har skulu tit
síggja hann«. »Sí, eg havi sagt tykkum
tað«. Og tær fóru í skundi burtur frá
grøvini við ótta og miklari gleði, og tær
runnu at bera lærusveinum hansara boð
um hetta. Og sí, Jesus kom ímóti teimum
og segði: »Heilar og sælar!« Men tær fóru
til hansara og fevndu um føtur hansara
og tilbóðu hann. Tá segði Jesus við tær:
»Tit mega ikki ræðast! Farið og boðið
brøðrum mínum, at teir skulu fara avstað
til Galileu, og har skulu teir síggja meg«.
Matt. 28, 110.
Nú páskirnar aftur standa fyri
durðunum og vit aftur skulu hoyra tann
sigursæla boðskap sum ber okkum boð
um at lívið hevur sigrað á deyðanum, at
deyðin ikki longur er eitt punktum, men
at hann er byrjanin til eitt ævigt lív heima
hjá Gudi; hetta lívið kann ein og hvør
ogna sær við trúgv á Jesusar fullgjørda
verk á Golgata.
Tað er jú tað, sum vit hava hoyrt um í
føstuni, hvussu Jesus var viðfarin fyri okk
ara skuld, har hann til síðst var hongdur
upp á krossin á Golgata, negldur gjøgnum
hendur og føtur fyri at keypa okkum leys
frá ævigari glatan.
Hettar var prísurin sum Gud mátti
gjalda fyri okkum, eitt dýrt loysigjald
kunnu vit siga; men Gud havi lov fyri
at Jesus ikki var liggjandi í grøvini, nei,
hann sprongdi deyðans leinkjur, hann er
sigurshetjan frá Golgata, hann steig út úr
grøvini páskamorgun okkum til æviga
rættvísti.
Tí kunnu vit av røttum siga hvør við
annan, gleðiligar páskir í Jesu navni, eg
vil hervið enda við einum páskasálmi
sum eg havi yrkt til páskirnar 2006.
Páskaundurið
Jesu uppreisn
Lag: Gakk undir Jesu krossat stá.
Bf. 64, Dk 438 Gfs 5
1. Við Golgata eg friðin fann,
har blóð Guds sonar niður rann;
tað burtur mínar syndir tvóð,
hans náði móti mær er góð.
2. Tað svárt var har á Golgata,
tí øll mín synd á Jesus lá;
hann negldur var á krossins træ,
og fyri fíggindum hann bað.
3. Tín pínsla, deyði fyri meg,
er bjarging mín á smala veg;
tí prísi eg hans navn i her,
sum frelsti meg í óndu verð.
4. O, Jesus góði, lær meg sjá,
teg hangandi á Golgata;
í grøvina tú lagdur var,
tí at tú mínar syndir bar.
5. Úr grøvini tú tó upp stóð,
tá runnið hevði alt títt blóð;
Sum hvørja sál her tváað kann,
tú sigur yvir deyða vann.
6. Mín vón í dag er sigur tín,
tí ert tú Jesus frelsa mín;
tú lekti míni syndasár,
í míni sál er ævigt vár.
Kjartan Stakksund
Páskasálmur
Sosiala nevnd hjá
Tórshavnar Býráð
ætlar, at røktarheim
skal byggjast yviri við
Strond í Havnl á trøðni
úti við Boðanes, sum
býráðið keypti frá
arvingunum eftir Júst
Sivertsen í fjør
RØKTARHEIM
– Sosiala nevnd hjá býráð
num hevur samtykt at mæla
býráðnum til at játta 500.000
krónur til at fyrireika bygging
av ellis og røktarheimi yviri
við Strond.
Hetta sigur Jógvan Arge,
varaborgarstjóri á heimasíðu
síni í kvøld. Hann sigur, at
setast skal bygginevnd, sum
í fyrsta umfari fær til setning
at gera byggiskrá fyri ellis
og røktarheimið.
– Seinastu kanningarnar
vísa, at stórur tørvur er á
plássum á ellis og røktar
heimum í Havnar kommunu,
sigur Jógvan Arge.
Í løtuni verður eitt ellis
og røktarheim til 24 fólk
bygt aftrat Tjarnargarði í
Stoffalág.
Røktarheim á trøðni
hjá Júst Sivertsen