mikudagur 12. apríl 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 12. apríl 2006
13
Tann
13.
apríl
2006
hevur Ásvør Thomsen,
skúlavikarur í Fuglafjarðar
skúla, 50 ára starvsdag.
Ásvør er ættað av Eiði.
Hon er fødd tann 6. juni 1937.
Ásvør kom sum heilt ung til
Fuglafirðar, og tá hevði hon
eftirnavnið Ellingsgaard.
Tá ið ein tíð var fráliðin,
kom hon at kenna væl ein
fittan drong í Fuglafirði. Tey
gjørdust góð. Ásvør varð
trúlovað, og seinni varð hon
gift við Jógvan Thomsen.
Tey hava síðan livað saman
í góðum hjúnarlagi og eiga
trý fitt børn, 2 dreingir og
eina gentu.
Ásvør hevði preleminer-
prógv, og tí fekk hon tann
13. apríl 1956 starv sum
vikarur í Fuglafjarðar skúla.
Hetta starv hevur hon røkt
fyrimyndarliga uttan slit í
samfull 50 ár.
Ásvør er sera dugnalig,
nærløgd, dámlig, samstarvs-
hugað, álítandi og stundislig
í øllum sínum skúlaarbeiði.
Seinni árini hevur hon fyri
tað mesta røkt uppgávna
sum sjúkravikarur, og hóast
skotbráðið ofta er stutt,
so er Ásvør í skúlanum,
tá ið næmingarnir møta á
morgni.
Í skúlanum hevur Ásvør
eisini víst, at hon leggur
stóran dent á at hjálpa
teimum børnunum, sum
ikki hava so góðar umstøður
annars. Hetta vísir, at hjartað
er á røttum stað, og tað
verður av mær og øðrum
virðismett høgt. Tað er tí ikki
av tilvild, at Ásvør var limur
í Barnaverndarnevndini í
mong ár, har hon gjørdi eitt
stórt og gott arbeiði.
Í Fuglafirði er Ásvør
vird av bæði næmingum og
foreldrum eins og av starvs-
feløgunum á skúlanum.
Skúlans vegna vil eg siga
Ásvør hjartaliga takk fyri
drúgva og trúgva tænastu.
Vegna skúlaleiðsluna vil eg
siga tær stóra takk fyri sera
gott samstarv.
Góða Ásvør! Hjartaliga
tillukku við stóra starvs-
degnum við ynskjum um alt
gott í komandi døgum.
Súni í Hjøllum,
skúlastjóri
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Lítla Ingilín Petursdóttir
Poulsen dóttir Ninu og
Petur Poulsen, Skopun,
andaðist 11. apríl á
Landssjúkrahúsinum.
Bønarhald
verður
á
Landssjúkrahús-
kapellinum hósdagin kl.
14. Jarðarferðin verður
lýst seinni.
Einar
Djurhuus
Danielsen, andaðist á
Roskilde sjúkrahúsið
7. apríl, 62 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr
Jacabskirken í Roskilde
týsdagin 18 apríl kl. 11.
Lussi Wolfsen, fødd
Justinussen, ættað úr
Tórshavn, búsitandi í
Svøríki, fer til gravar úr
Ivetofta Kyrka, Brom,
hósdagin 13. apríl kl.
10.30.
Andlát og jarðarferðir
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 14. apríl verður Marin Skipanes 90 ára gomul.
Føðingardagurin verður hildin á Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi kl. 15-17.
Okkara kæri beiggi, mammubeiggi og ommubeiggi
Einar Djurhuus Danielsen
føddur 7. august 1943
andaðist á Roskilde sjúkrahúsi 7. apríl 2006.
Jarðarferðin verður úr Jacobskirken í Roskilde
týsdagin 18. apríl 2006 kl. 11.00.
Vegna tey avvarðandi
Gunnvør Djurhuus Hoydal
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
tá góða mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Amalia Højsted
Langasandur
andaðist og varð jarðað.
Takk til starvsfólk á sambýlinum.
Fyri gávur, blómur og kransar.
Og øll tykkum, ið á annan hátt hjálptu til.
Familjunnar vegna
Aggo, Hans Jacob og Joana
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu
tá kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi
Leif Nolsøe
lærari, Sørvágur
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Klaksvíkar sjúkrahús fyri dyggan stuðul.
Tøkk til Niels Paula Danielsen prest, fyri góð
og troystarrík orð í kapellinum.
Tøkk til Dávid Johannesen prest
og tøkk til Sørvágs tónleikafelag.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Marianna Nolsøe
Seinasta heilsan til Marjun
– okkara sjúkrasystur
Hví Gud, hví?
Við eymum kenslum, við sorg vit Teg spyrja,
hví skuldi tað nú verða so?
Almáttugur ert Tú - altvaldandi Faðir,
men Gud vit Teg spyrja: hví Gud?
Vit syrgjandi, leitandi, sorgarfullar standa
til Tín - kæri Faðir - eina bøn.
Biðja í várum hjørtum og drýpa várt høvur,
Men Gud, góði svara:
Hví Gud?
Nú farin hon er heim í bústaðir Tínar
vit spyrjandi stara,
hví Marjun, hví eisini hon?
Vit finna ei troyst hesa syrgjandi løtu
og um teirra onkarson.
Sum misti sín pápa og nú sína mammu,
á Gud! Ger eitt undurverk her,
og um Tú ei kanst, vára knø vit oss boyggja.
Tín kærleiki steðgar ei her.
Hjá onkarsoninum ver!
“Í Honum eg orki alt, sum meg styrkir”
vit lesa í Bíbliu vár.
Sorg, sakn og sút í Tínar hendur vit leggja
Tú lekir øll bløðandi sár.
Takk góði Gud fyri Marjun á Krákusteini.
Starvsfelagarnir á E3 og Pleygudeildini ah
Ásvør Thomsen, vikarur
50 ára starvsdag
Eg vil loyva mær at siga
nøkur fá orð, um tann
góða læraran Leif.
Leif kom til okkara sum
eitt frískligt lot uttanífrá.
Ein ungur maður fullur
av lívi, hugsjónum og
íblástri.
Hann lærdi meg danskar
bókmentir, soleiðis at teir
sum síðani royndu, at læra
meg tað sama, bliknaðu.
Hann lærdi okkum rok-
ning, soleiðis at vit øll í
2. real gjørdust meistarar
í rokning, áðrenn vit fóru
í annan skúla.
Superpedagogiskt, so-
leiðis at bæði tann stinni
og tann tungi næmingurin,
fingu høvi at vísa at tey
skiltu.
Hann var ókenven-
tionellur í orð og tal, og
hann var ókonventionellur,
tá hann bjóðaði øllum
røskum kappum at svimja,
úti á sandi ein kavadag.
Hann gjørdi ungdóms-
orkestrið, har eisini vit
ómusikalsku,
kendu
okkum sum ein part av
eini vælljómandi heild.
Hann lærdi okkum
at spæla sjónleik og
ferðast um landið við
sýningunum.
Hann tók okkum út um
landoddarnar, at ferðast
víða um í Danmark.
Góði Leif, tú brendi
títt ljós í báðum endum,
fyri tína lívsuppgávu sum
kennari.
Takk fyri førningin
tú gav mær, og hvíl nú í
friði.
Ærað veri minnið um
mín góða lærara Leif
Nolsøe.
Fyrrv. næmingur
Nøkur orð um Leif Nolsøe
Tann góði lærarin