Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 73 - 12. apríl 2006 Teitur gevur í næstum sína aðru fløgu sum einstaklingur út, og er í løtuni á drúgvari konsertferð. Nú er greitt, at eisini føroyingar sleppa at uppliva Teitur í summar, tá hann fer á pallin á Gøtusandi Festival summarið Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Meðan Jóansøka, asfalt og Summar Festivalurin sein­ astu tíðina hava almanna­ kunngjørt hópin av nøvnum, so hevur G! Festivalurin ging­ ið stillisliga við hurðunum. Men í gjár fekk Sosialurin snodda seg fram til, at Teitur verður eitt av nøvnunum á ársins G!. Tá Teitur spældi á G! festi­ valinum í fjør, lovprísaði hann festivalinum. Hann segði seg elska hesar karmarnar, ið ikki kundu samanberast við nakrar karmar, hann hevði upplivað – í øllum førum í Føroyum. Um tað er av kærleika til karmarnar, ella av øðrum orsøkum, so verður altso Teitur aftur í ár eitt av nøvnunum á G! festi­ valinum. Tá vit í gjár prátaðu við umboðsmannin hjá Teituri, Christian Ulf­Hansen vátt­ aði hesin, at tann, tá, plátu­ aktuelli Teitur fer at spæla á G! festivalinum í ár. Jón Tyril fyriskipari av G!, kundi somuleiðis vátta tíðindini, tá vit ringdu til hansara. Konsertin hjá Teitur á G! 2005 var ógloymandi. Fyrsti partur var rørandi, vakur og inniligur, har Teit­ ur og bólkurin kíndu tón­ leikin burtur úr sínum ljóð­ førum. Men hetta broyttist knappliga, tá punk bólkurin 200 komu á pallin og punkaðu nøkur av Teitur løgunum so mikið harðliga, at Teitur ljóðaði næstan djevilskur. Tann síðsta óskuldin hjá Teitur hvarv, sum døgg fyri sól. Teitur gevur um nakrar vikur sína aðru altjóða fløgu út sum einstaklingur. Fløgan “Stay Under The Sun” hevur nógv av teimum nýggju løg­ unum, ið vit hoyrdu á G! Festivalinum í fjør. 2. páskadag kl. 20 verður forvitnislig cafékonsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tað er bólkurin Martin Joen­ sen Band, sum eftir vetrar­ støðg aftur letur hoyra frá sær. Á konsertini verður m.a. at hoyra nýggjari tilfar, sum bólkurin í løtuni er við at innspæla í Jakzac Studio. Trivið verður sjálvandi eisini í teir meira kendu sangirnar hjá Martini Joensen. Bólkurin hevur verið rættuliga virkin seinastu trý árini, og hevur m.a. luttikið á teimum báðum seinastu G!festivalunum umframt á MJÚS 2005, og ikki kann sigast annað, enn at skoðsmálini hava verið góð. Teir, ið mynda bólkin eru: Pauli Magnussen, bass, Eyðun Hansen, guitar, Jónleif Jensen, trummur, Jákup Zachariassen, guitar/ steelguitar og Martin Joen­ sen, sang og guitar. Tilfarið, ið bólkurin hevur á skránni, er alt skrivað av Martini Joensen og lagt til rættis av bólkinum í felag. Sunnudagin 30. apríl kl. 15.30 verður fjølbroytt konsert við Jens & Kristel Lisberg í Norður­ landahúsinum KONsert Jens & Kristel hava seinastu árini upptraðkað saman runt Føroya land, og hevur undirtøkan verið sera góð allastaðni har tey hava verið. Nú er tíðin so komin til teirra næstseinastu konsert saman á hesum sinni, og verður hon í Norðurlandahúsinum. Konsertin verður fjøl­ broytt, har framførdur verður føroyskur tónleikur, millum annað kærleikassangir, fost­ urlandssangir og andaligir sangir, ið Jens áður hevur givið út. Konsertin byrjar við, at Jens og Bergur Godt­ fred spæla unplugged. Síðan koma kórsangarar saman við tónleikarum á pallin. Kórsangararnir koma úr Tórshavnar Kamarkóri og eru Barbara á Tjaldrafløtti, Sigga Hansen, Malan Han­ sen og Fríðgerð Ellefsen. Tónleikararnir eru millum okkara bestu og eru Petur Hermansen, steelguitar, Árni Øregård, klaver, Kolbein Simonsen, bass, Jonleif Jensen, trummur, Jákup Zachariassen, gittar og dobro, og Ólavur Øster elguitar. Ljóðinum fara Alexandur Gaard Joensen og Óla Jákup í Dímun at taka sær av, og borgar tað fyri góðsku. Tað stóra hæddarpunktið verður, tá ið bert 17 ára gamla Kristel fer at framføra ymisk kend løg innan rock og country heimin, til dømis kunnu vit nevna Mustang Sally og Crazy. Dropar, Ung Stjørnuskot, Láti­ pípan og Føroya Klarinettorkestur verða millum nøvnini á ársins asfalt tiltaki Festival summarið Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tvey kór og tvey orkestur við tilknýti til musikk­ skúlan verða í dag avdúk­ aði á asfalt, talan er um kórini Dropar og Ung Stjørnuskot, meðan har­ moniorkestrið Látipípan og Føroya Klarinettorkestur eru okestrini. Framman­ undan er greitt, at tey bæði Big Bandini hjá Musikkskúlanum luttaka á tónleikaveitlsuni í Tórsgøtu. Hetta vísir enn einaferð hvussu ríkt og livandi tónleikalívið kring Musikkskúlan er. Ung Stjørnuskot Eldra sangkórið hjá Musikk­ skúlanum Ung Stjørnuskot, syngur popp, rokk og gospel. Kórið er á tremur við ungum gávuríkum sang­ arum í aldrinum 15­20 ár. Ung Stjørnuskot er ein sonn stjørnufabrikk, ser­ liga eru tað ársins song­ rødd 2005, Jóannes Lam­ hauge, ið eisini spældi Jósef í leikinum “Jósef og tað ótrúliga litfagra dreyma­ kotið” Rakul Thomsen, ið spældi kvinnuliga høv­ uðsleiklutin Sylvia á Lag í “Grease” og Barbara í Stórustovu, ið spældi Ronja í “Ronja Ránsmannadóttir” , ið hava gjørt vart við seg. Men eisini nógvir av hinum sangarunum eru vorðnir kend andlit, serliga við síni luttøku í somu leikum. Ung Stjørnuskot eru 24 sangarar og 4 tónleikarar, klaver, gittar, bassur og trummir. Kórið hevur 7 ár á baki, og vann fyri nøkrum árum síðan Pop Top konsertina. Kórið hevur framført nógv ymsastaðni bæði í Føroyum og uttanlanda. Tey eru nýliga afturkomin av konsertferð, har tey vóru í Bergen og sungu. Tey høvdu fleiri uttandura konsertir og móttøkan var sera góð. Eisini á ferðini til Bergen við Norrønu sang kórið fleiri konsertir umborð. Dropar Dropar er barnakórið hjá Tórshavnar Mussikskúla. 24 sangarar og 4 tónleikarar í aldrinum 10­14 ár. Kór­ ið syngur rútmiskan kór­ sang til børn og vaksin. Undir spæla teir fýra tón­ leikararnir á trummur, bass, gittar og klaver. Kórið varð stovnað fyri tveimum árum síðan, og er yngra sangkórið hjá Musikkskúlanum. Dropar hevur verið sera virkið heilt frá byrjanini og hava sungið til nógv ymisk tiltøk kring Havnina. Ein av fyrstu verkætlanunum hjá kórinum var sangleikurin Jósef og hitt ótrúliga lit­ fagra dreymakotið, har Dropar var eitt av báðum kórunum í leikinum. Serliga minnilig er eis­ ini framførslan hjá kórin­ um seinasta summar fyri teimum kongaligu við Nóls­ oyar Páll í Vágsbotni, har tey í føroyskum klæðum sungu sum einglar. Børn sleppa við í kórið, tá tey eru 10 ár og syngja við, til tey eru búgvin at syngja við ungdómskórinum hjá Musikkskúlanum. Látipípan Látipípan er harmonior­ kestrið hjá Tórshavnar musikkskúla. Her er talan um 30 blásarar av nógvum ymiskum slag, bæði træ og messing blásarar. Umframt blásarar hevur orkestrið ein rútmubólk við 5 tón­ leikarum. Tónleikaranir í Látipípuni eru í aldrinum 10­15 ár. Látipípan spælir eitt bland av rokk’n’roll og sving tónleiki sett út fyri stórt orkestur. Hetta er annað árið, at limirnir í Látipípuni spæla saman. Tey hava spælt á ymiskum tónleika stevnum og til til­ tøk á Musikkskúlanum. Komin av pallinum á asfalt fer Látipípan beina leið til Íslands, har tey fyrst spæla eina konsert í Reykjavík, áðrenn tey fara víðari til Vestmannaoyggjarnar at vitja eitt harmoniorkestur, ið vitjaði tey í fjør. Føroya Klarinett­ orkestur Føroya Klarinettorkestur er ein verkætlan hjá Musikkskúlalæraranum Peder­Ris Jensen. Hann hevur savnað nakrar av bestu klarinettleikarunum í Føroyum í henda reina klarinett bólk. Tilsamans er talan um 20 klarinett­ leikarar í aldrinum 14­20 ár. Teir spæla á 5 ymiskar støddir av klarinetttum, og vera nakað av tí ordiliga forkunnuga, ið vit sleppa at uppliva á asfalt. Føroya Klarinettorkestur spælir undirhaldstónleik og film­ tónleik. Fýra musikkskúlabólkar afturat á asfalt Teitur á G! Martin Joensen Band í Miðlahúsinum í Vágsbotni Fjølbroytt konsert við Jens og Kristel Lisberg