mikudagur 12. apríl 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 12. apríl 2006
15
El|net er navnið á
nýggju fyritøkuni,
sum Bernhard
Petersen, Ólafur
Debes og Poul Erik
Johannesen hava sett
á stovn
Nýtt virki
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Teir tríggir hava í fleiri ár
fingist við el-arbeiði av yms-
um slag, men við at seta á
stovn nýtt felag, ætla teir sær
at taka kappingina upp við
hinar á marknaðinum.
Breiðar royndir
Bernhard og Ólafur, sum
báðir eru havnarmenn, lærdu
á Tórshavnar Skipasmiðju
miðskeiðis í 90’unum, men
síðani hava teir verið ymsa
staðni og arbeitt. Eftir at hava
verið í Oslo í hálvtannað ár,
hevur Bernhard síðani tikið
útbúgving sum maskin-
meistari og el-innleggjari,
og seinnu árini hevur hann
starvast sum maskinmaður
hjá Sveipi á Argjum. Ólafur
fór eftir lærutíðini til skips
sum maskinmaður, umframt
at hann eitt skifti var í Skagen
fyri El-Service. Seinastu
fimm árini hevur hann verið
í starvi hjá El-heilsøluni,
Solar, sum kundaráðgevi.
Poul Erik, sum er úr Vest-
manna, hevur seinastu seks
árini starvast hjá Tummas
Eli Hansen, har hann eitt
nú hevur verið partur av
byggingini hjá Føroya Tele
í Hoyvík og umbyggingini
av Landssjúkrahúsinum.
Undan hesum var hann í
fleiri ár í Australia, har hann
hevði egið el-virki.
Teir tríggir siga, at teir í eina
tíð hava tosað um at stovna
egið virki. Eftirspurningurin
eftir elektrikarum hevur
verið sera stórur seinastu
árini. Bæði tí nógv er til
av arbeiði, men eisini tíð
nógvir føroyskir elektrikarar
hava leitað sær uttanlands í
arbeiðsørindum.
Bjartskygdir
Hóast el|net bert hevur
góðar tríggjar vikur á baki,
so tykjast teir tó ikki ivast
í, at hetta fer at bera væl til
hjá teimum.
– Í løtuni er í øllum førum
nóg mikið av arbeiði hjá
elektrikarum, so vit fara
neyvan at ganga tómhentir.
Hartil haldi eg eisini, at við
royndunum, sum vit hava,
so spenna vit rættiliga vítt
innan el-yrkið. Nakað sum
vit eisini hava roynt at fingið
við í navngevingini av virkin-
um. Hartil meta vit, at nú vit
allir í felag eiga virkið, so
tryggjar tað virkinum eitt
betri støðufesti - og tí eisini
tryggleika til kundar okkara,
sigur Ólafur.
Nýtt El-innleggjaravirki
Teir tríggir nýggju virkiseigararnir. Ólafur Debes, Bernhard Petersen og Poul Erik Johannesen
Mynd: Álvur Haraldsen
Á KT-stevnuni, sum
verður í Norðurlanda-
húsinum í komandi
viku, fer Elektron
at leggja fram eina
nýggja KT-loysn, ið
kann lætta um hjá
nógvum fyritøkum
kt-viNNa
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
KT-loynsin, ið sipað verður
til, er tann sonevnda
Citrix-loysnin. Skipanin er
rættuliga umfatandi og kann
verða ein fullkomin KT-
loysn fyri eina fyritøku. Við
eini CITRIX-loysn kann ein
fyritøka fullkomilig sleppa
undan at hava sínar egnu
ambætarar og enntá lokalar
harddiskar.
Alt á goymslu
hjá Elektron
CITRIX-loysnin virkar á
tann hátt, at ein fyritøka
kann hava øll síni data,
forrit og annað á goymslu á
einum stórum ambætara hjá
Elektron.
Á henda hátt sleppur fyri-
tøkan eisini undan sjálv at
taka sær av viðlíkhaldi, ikki
er neyðugt at hava KT-fólk í
starvi í fyritøkuni, og eisini
slepst undan at hava stór
KT-tól, sum brúka nógv
pláss, standandi í hølunum
hjá fyritøkuni. Hetta ger
sjálvsagt, at tað verður nógv
rúmsáttari í hølunum.
Niels Christian Nolsøe,
stjóri í Elektron, sigur, at
CITRIX-loysnin er ein sera
trygg loysn, og sjálvt um øll
data verða goymd á einum
ambætara hjá Elektron, so
er tað bert fyritøkan sjálv, ið
hevur atgongd til hesi data.
– Øll data verða krypteraði,
soleiðis at eingin annar kann
fáa fatur á teimum. Ein ann-
ar fyrimunur er eisini, at
brúkarin kann sleppa inn
á ambætaran, óansæð hvar
hann er staddur. Um hann
til dømis er á ráðstevnu uttan-
lands, so kemur hann beint
inn á ambætaran hjá Elektron
og fær fatur á sínum data.
Tað er ógvuliga einfalt og
brúkaravinarligt, sigur Niels
Christian Nolsøe.
Á KT-stevnuni í Norður-
landahúsinum í komandi
viku fer Elektron millum
annað at vísa áhugaðum
heilt nágreiniliga, hvussu
CITRIX-loysnin virkar, og
hvørjar fyrimunir hon hev-
ur.
Gera boriroyndir
til fasta sambandið
Tað hevur gingið stak væl við royndarboringunum til Skálafjarðartunnilin.
Mynd: Jens Kr. Vang
Hesa seinastu tíðina hava
menn arbeitt við at gera
boriroyndir í Sandvíkum,
har ætlanin er, at ein møgu-
ligur undirsjóartunnil mill-
um Skálafjørðin og Havn-
ina skal knýtast í Streym-
oynna.
Royndarboringar skulu
gerast niður á umleið 130
metrar, og higartil hava
menn borið gott og væl nið-
ur á helvtina av hesi dýpd.
Sum skilst hava royndar-
boringarnar gingið stak
væl.
tn
Elektron bjóðar
fullkomna KT-loysn
Niels Christian Nolsøe, stjóri
í Elektron, er sera spentur
uppá, hvørja móttøku nýggja
CITRIX-loysnin fer at fáa á
KT-2006
savnsmynd