Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 • mikudagur • 12. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo KÍ-høllin nýggjan leiðara Nevndin fyri p/f KÍ- høllina hevur sett nýggj- an leiðara fyri ítrótt- arhøllina í Klaksvík. Norðlýsið skrivar, at Kristoffur Ragnarsson er settur í starvið frá 1. mai at rokna. Í næstan 30 ár hevur Hjørleif Ell- ingsgaard røkt starvið, men hann er nú kom- in í eftirlønaraldur. Kristoffur hevur í nógv ár verið spælari og leiðari í Stjørnuni, og seinnu árini hevur hann virkað sum formaður í hondbóltsdeildini hjá Klaksvíkar Ítróttar- felag. Start manglar krút í álopinum Venjarin hjá norska fe- lagnum Start vil hava ein nýggjan álopsspæl- ara til felagið, tí liðið hjá honum er við at koma í uppsetur við álops- spælarum. – Vit hava verið óvan- liga óhepnir við skaðum hjá álopsspælarum, og tí mugu vit hugsa um at fáa ein nýggjan álopsspælara til liðið, sigur Tom Nordlie við Fedrelandsvennen. Todi Jónsson er ein av álopsspælarunum í Start, men hann hevur verið illa plágaður av skaða í hælsinuni seinastu vikurnar, og harafturat eru Stefan Barlin, Ben Wright og Jon Midttun Lie skaddir. – Vit eru farnir frá 23 útispælarum til at hava 18 og ein hálvan spælara at ráða yvir, sigur Nordlie og sipar til, at Todi fær bara spælt ein hálvan tíma í hvørjum dysti í løtuni. B36 hevur fulla úrtøku, nú teir fyri fyrstu ferð fara at spæla heimadyst hetta kappingarárið B36-KÍ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo B36 hevur staðið seg væl í fyrstu umførunum av Formula- deildini. Liðið hevur spælt tvær ferðir á útivølli og hevur vunnið báðar dystirnar. Nú skal B36 spæla heima í Gundadali fyri fyrstu ferð í ár, ogg teir ætla so avgjørt ikki, at støðan skal vera nakað verri eftir dystin skírisdag, skilst. Til endamálið hevur venjarin, Sigfríður Clementsen, allar sínar menn tøkar. Tað hevur Tony Paris ikki hjá klaksvíkingunum. Paul Clapson fekk reytt kort, tá KÍ spældi móti Skála sein- asta vikuskifti, og tí er hann leikbannaður. Hartil hevur í vikuni verið ivamál um Hjalgrím Elttør og Ova Nysted, sum hava havt smærri snuddir at dragast við, men teir sigast báðir vera til reiðar at halda fast um góðu gongdina, sum higartil hevur tryggjað KÍ fýra stig í tveimum truplum dystum. Toftamenn og runa- víkingar hava allar sínar spælarar tøkar til lokaluppgerðina í Runavík skírisdag NSÍ-B68 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Skírsdag verður lokaluppgerð í Runavík. B68 kemur at vitja NSÍ, og bæði liðini eru svong eftir stigum. NSÍ hevur vunnið ein og tapt ein dyst higartil, og liðið skal helst vinna sínar dystir á heimavølli, um ætlanin um at verða við í toppstríðnum skal gerast til álvara. B68 hevur bert fingið eitt stig higartil, og fyri tofta- menn, sum spældu í næst- bestu deildini í fjør, snýr tað seg fyrst og fremst um at fóta sær í bestu deildini aftur. B68 hevur havt nógvar skaðar fyrr í ár, men nú eru teir flestu tøkir aftur. Allir, sum spældu í javnleikinum ímóti GÍ seinast, eru tøkir aftur, og harafturat er Øssur Jacobsen, sum lá sjúkur, aft- ur á fótum. NSÍ hevur eisini allar sín- ar spælarar tøkar. Jústinus Hansen hevur verið skaddur í nakrar vikur, og hann er ikki klárur at spæla aftur enn. Oddabrak í Gundadali Grannar fullmannaðir til páskabrak