Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 73 - 12. apríl 2006 ] 3. umfar, Skírsdag 13. apríl EB/Streymur-ÍF Georg Rasmussen NSÍ-B68 Petur Reinert B36-KÍ Eiler Rasmussen GÍ-HB Lassin Isaksen Skála-VB/Sumba Dagfinn Olsen 1. deild menn, 3. umfar, Skírsdag 13. apríl FS Vágar 2004-VB/Sumba Jóannes Mikkelsen SÍ-Royn Rúni Gaardbo AB-LÍF Ransin Djurhuus TB-KÍ Jón Sigurð Gleðisheygg HB-B71 Jens Petur Brattalíð Steypakappingin kvinnur Fjórðingsfinalur, Skírisdag 13. apríl EB/Streymur-KÍ Eugen Voda NSÍ-GÍ B68 AB-HB Fram B36-ÍF (B36 vinnur uttan dyst) Vlada aftur í málið Skála hevur enn ikki vunnið í Formula-deildini í ár, og tí er nakað av trýsti á teimum, nú teir taka ímóti VB/Sumba Skála-VB/SumBa Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Silvurvinnararnir av Skála hava fingið eina trupla byrj­an í For­ muladeildini í ár. Liðið hevur spælt tveir dystir og hevur bert fingið eitt stig higartil. Tað var sein­ ast, tá ið teir spældu á útivølli í Klaksvík. Nú spælir Skála aftur á heimavølli, og hesaferð kemur stigleysa liðið úr Suðuroynni, VB/Sumba, á vitj­an. Hetta er ein heimadyst­ ur, sum Skála í fj­ør tapti, men tað er tó eingin ivi um, at heimaliðið er stórfavorittur hesferð. Og Johan Nielsen kann eisini fegnast um, at hann hevur allar spæl­ arar tøkar, nú málmað­ urin Vlada Filipovic ikki longur er leikbannaður. Hj­á VB sigast allir mans vera tøkir, nú teir skulu gera enn eina roynd at fáa fyrstu stig­ ini í ár. Nú skal vísa seg, um álopsspælarin, sum HB ikki vildi hava, verður kærkomin styrkur hjá gøtumonnum GÍ-HB Jóannes Hansen Fyrrapartin í dag var pappírs­ arbeiðið liðugt. Gunnar Nielsen, sum í fj­ør var í Fuglafirði, hevur nú loyvi at spæla við GÍ. Spæliloyvið hevur verið í Føroyum, men uppihaldsloyvið gekk út fyri ársskiftið, og tað er hetta, sum gøtumenn hava stríðst við, og sum kom upp á pláss í dag. Gunnar Nielsen var fyri nøkrum vikum síðani og royndarvandi í HB, men har vendi tummulin niðureftir. Fyrsti møguleikin hj­á Gunn­ ar í GÍ at vísa, hvør dugur er í honum, verður j­úst móti HB í Sarpugerði í morgin. Gunnar hevur vant fleiri vikur við GÍ, men honum restar ivaleyst dyst­ arvenj­ing. Áslakur R. Petersen hevur verið eitt sindur iva­ samur. Annars eru allir GÍ spælararnir tøkir. Í HB er alt fólkið tókt. Ein serbiskur álopsspælari hevur verið og royndarvant við HB. Enn er eingin avgerð tikin um, hvusssu tað verður við honum. Tað skilst tó á lagnum, at tað er rættuliga ivasamt, um hann fer at umboða HB í ár. Seinastu árini hevur HB staðið seg væl í Sarpugerði. GÍ vann í 2001, og síðani hevur HB vunnið allar lands­ kappingardystirnar í Gøtu. Nýggjur álopsspælari royndarvenur í Fugla- firði, men enn er eingin avgerð tikin um, hvussu tað fer at verða við honum EB/STREYmuR-ÍF Jóannes Hansen Fuglfirðingar fáa sína søk fyri í fyrstu umførunum. Teir hava spælt móti HB og B36, og í morgin skulu teir norður á Mølina at takast við EB/Streym, sum eigur at vera tilvitað um at fáa bæði beinini niður aftur á j­ørðina eftir søguliga sigurin á HB í Gundadali. Tað var í Gundadali, at ÍF í fyrsta umfarinum tapti 5­1! Í Fuglafirði halda teir, at hugburðurin var væl betri móti B36, enn hann var í fyrsta umfarinum. Freisting­ in er kanska at skifta nógv út, men tað ætla teir ikki. Fleiri spælarar eru komnir til felagið fyri stuttum, og tað ræður um at spæla teir saman. Allir eru tøkir. Tað kann tó hugsast, at Bartal Eliasen, sum var í álopinum móti B36, verður fluttur aftur í miðverj­una í morgin. Erik Ernesto Nielsen er nýtt navn í Fuglafirði. Hann er lítlibeiggi hj­á Gunn­ ari Nielsen, sum í fj­ør var í Fuglafirði. Hesin Erik kom til Fuglafirðar í gj­ár. Hann er álopsspælari, sum nú skal vigast. Hann vandi fyrstu ferð týskvøldið. Tað fara at ganga nakrir dagar og kanska vikur, áðrenn hesin álopsspælarin møguliga fer at spæla við ÍF. Áki Petersen og Jonn Thomsen eru skaddir. Tað er rættuliga ivasamt, nær Jonn verður tøkur aftur. Á Mølini er lagið gott. Allir teir, sum spældu móti HB, eru tøkir. Einasta ivamálið er málverj­in René Tórgarð. Hann vandi ikki týskvøldið, tí hann var sj­úkur. Um hann ikki verður tøkur í morgin, so fer Gunnar á Steig at verj­a EB/Streyma málið. Knút Vesturtún og Fróði Clementsen vóru ikki við í Gundadali orsaka av skað­ um. Teir vera heldur ikki við móti ÍF, sum teir í EB/ Streymi siga seg avgj­ørt ikki at undirmeta. Gunnar verður við móti HB Avbjóðingin hjá ÍF er ógvuliga stór