mikudagur 12. apríl 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 73 - 12. apríl 2006 ]
Føroyameistarar í hondbólti 2006
Kyndil nógv bestir
hjá monnunum
Hjá monnunum var bert neyðugt við tveimum finalum fyri
at finna vinnaran av Atlantic Airways-kappingini. Eftir
ein tryggan sigur á VÍF í Vestmanna, gjørdi Kyndil bart í
seinnu finaluni í Havn og vann stórsigur, 36-22, og harvið
vunnu teir samanlagt ein greiðan FM-sigur framman fyri
eini stúgvandi fullari ítróttarhøll á Hálsi.
Kyndil – føroyameistari í manshondbólti 2006. Standandi
frá vinstru: Rúni Johansen, Bárður Dal-Christiansen, Kári
Nielsen, venjari, Zeljko Hornjak, Hans Arni Thomsen, Høgni
Klein, Hanus Johansen, Lars L. Black, Hjalti M. Jacobsen, Pól
Rói Mohr, Gunnar Wardum, Ken Zachariassen, Birgir Hansen,
venjari og Jan Bendtsen, liðleiðari.
Húkandi frá vinstru: Pætur Johansen, Rókur Akralíð, Hannis
Wardum, Ragnar Stakksund, Janus Einar Sørensen, Hans
Áki Dal-Christiansen, liðskipari, Rani Ellingsgaard, Johan
Danielsen, Josef Abrahamsen, Regin Fossaberg og Jónleif
Sólsker.
Mynd: Álvur Haraldsen
Stjørnan vann
hjá kvinnunum
Stjørnan og Neistin spældu tríggjar spennandi og dramatiskar
finalur í Sunset-kappingini. Finalurnar høvdu alt, sum slíkar
skulu hava. Spennandi og tættir dystir á vøllinum, eitt sindur
av roki rundan um, og so ein vinnari til endans.
Neistin vann fyrsta dystin við einum máli, men síðani
vann Stjørnan næsta dystin við fleiri málum. Alt skuldi tí
gerast av við einum triðja og seinasta finaludysti í Havn. Her
hevði Stjørnan aftur munin, og so kundi Klaksvíkskvinnur
fáa gullmerkini um hálsin.
Stjørnan føroyameistari í kvinnuhondbólti 2006. Aftan frá
vinstru: Diana Poulsen, Shari Mikkelsen, Jógvan Leivur Nolsøe,
hjálparvenjari, Annika Biskopstø, Maria við Neyst, Louisa
Andreasen, Durita Mikkelsen, Anna Kristina Samson, Bára
S. Klakstein, Joan M. Djordjevic, Una Olsen, Lazar Kurdic,
venjari.
Framman frá Edith Hansen, Alina Olaru, Rannvá Andreasen,
Ange Masenaite, Durita Christoffersen, Katharina Stepanjov.
Mynd: Álvur Haraldsen