mikudagur 12. apríl 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 12. apríl 2006
23
Heimarøktin og Serforsorgin søkir við hesum eftir
fulltrúa til Serstovnadeildina at byrja 01. juni 2006
ella eftir nærri avtalu.
Um Serstovnadeildina
Serstovnadeildin er ein av fimm deildum undir
Heimarøktini og Serforsorgini. Serstovnadeildin
umsitir bústaðar-, arbeiðs- og virknistilboð til vaksin
fólk við menningartarni.
Heimarøktin og Serforsorgin hevur sett sær sum mál,
at endurskoða alt virksemið hjá Serstovnadeildini.
Serstovnadeildin stendur tí framanfyri spennandi
avbjóðingum fakliga eins og bygnaðarliga.
Uppgávur
Tú verður ein sentralur leikari í framtíðar menningini
av Serstovnadeildini. Tú verður næsti medarbeiðari
hjá deildarleiðaranum, og tú kemur soleiðis at vera
tætt knýtt/ur at teimum avgerðum, sum verða tiknar
um framtíðina.
Tú verður tað fakliga snúðningspunktið hjá Ser-
stovnadeildini, og tú kemur í tí sambandi at hava
dagligt samskifti við stovnsleiðararnar um fakligar
spurningar.
Ein av tínum høvuðsuppgávum verður at savna
og skipa vitan og upplýsingar frá teimum ymsu
stovnunum, soleiðis at hesi verða atkomilig hjá allari
skipanini.
Harumframt eru uppgávurnar m.a.:
• at veita fakliga ráðgeving til deildarleiðaran og
stovnsleiðararnar
• at hava fakligt eftirlit við tilboðum/stovnum
• at fyrireika og fyriskipa fundir, herundir upptøku-
fundir
• at orða vegleiðingar, reglugerðir og mannagongd-
ir viðvíkjandi virkseminum hjá Serstovnadeildini
Afturat hesum koma vanligar fulltrúauppgávur so
sum fyrireiking av málum og málsviðgerð.
Førleikakrøv
• tú hevur útbúgving og royndir sum pedagogur
ella líknandi
• tú hevur viðkomandi framhalds- og/ella eftirút-
búgving eitt nú diplom-, master- ella kandidat-
útbúgving innanfyri pedagogik, sálarfrøði ella
líknandi
• tú hevur hollan kunnleika til serstovnaøkið
• tú dugir væl at samskifta, herundir at orða teg
bæði í skrift og talu
• tú hevur teldukunnleika á brúkarastøði, og evnar
at leggja afturat hesum kunnleika
Starvsroyndir innan almenna fyrisiting er ein fyri-
munur, men ikki ein treyt.
Setan
Starvið er fulltíðarstarv, lønt sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Jóanes N. Dalsgaard, deildarleiðara á tlf. 304020.
Umsóknir
Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og
C.V. skulu sendast til:
Heimarøktin og Serforsorgin
Serstovnadeildin
Eirargarður 2, 2. hædd
FO 100 Tórshavn
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 11. mai 2006.
HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN
SERSTOVNADEILDIN
Fulltrúi til Serstovnadeildina
Eitt starv sum Sosialráðgevi/ráðgevi á Stuðuls-
skipanini fyri vaksin, undir Heimarøktini og
Serforsorgini, verður hervið lýst leyst.
Stuðulsskipanin fevnir um stuðul til umleið 114
heimabúgvandi brúkarar, svarandi til umleið 42
fulltíðarstørv.
Talan er um avloysarastarv í tíðarskeiðnum:
1. juni – 31. desember 2006.
Starvsuppgávur:
• At ráðgeva og vegleiða
• Samskipa stuðulin, tá fleiri starvsfólk eru inni í
myndini
• Viðgera nýggjar umsóknir
• Ráðgeva feløgum og stovnum
• Endurmeta ta hjálp, sum er veitt einum brúkara
Vit søkja eftir einum starvsfólki, ið:
• Hevur vitan og royndir innan sosiala øki
• Hevur áhuga at arbeiða við brekaðum
• Dugir at skapa positivt og virðiligt samband við
brúkaran
• Dugir at arbeiða skipað og miðvíst
• Dámar at arbeiða bæði sjálvstøðugt
og tvørfakliga
• Er sálarliga væl fyri og dámar avbjóðingar
• Er uppfinningarsamt og dugir at umstilla seg
skjótt
Vit bjóða:
• Eitt mennandi arbeiði, har nógv er at gera
• Eitt arbeiðsumhvørvi, har pláss er fyri látri
• Vegleiðing
• Supervisión
Setanar- og lønarviðurskifti:
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøkið fevnir um Heimarøktina og Serforsorg-
ina. Tænastustaðurin í løtuni er Stuðulsskipanin fyri
vaksin.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
Stuðulsskipanina á tlf. 354020 og tosa við Odu
Jóhansdóttir, virkandi leiðara ella við Sofíu Jespersen
virkandi varaleiðara.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum
v.m. skulu sendast til:
Stuðulsskipanin fyri vaksin
Stílað: Oda Jóhansdóttir
Løkjatún 1
160 Argir
Umsóknarfreistin er: 24. apríl 2006.
Heimarøktin
og Serforsorgin
Stuðulsskipanin fyri vaksin
ENDURLÝSING
Sosialráðgevi/
ráðgevi
til stuðulsskipanina fyri vaksin
Útbjóðing
Vegna Fuglafjarðar kirkju verður uttandura málara-
arbeiðið av Fuglafjarðar kirkju boðið út í almennari
útbjóðing.
Lisitatiónin verður í Fuglafjarðar kirkju mánadagin
1. mai 2006 kl. 14.00 og kunnu teir, ið boðið hava
verða hjástaddir.
Útbjóðingartilfar kann bíleggjast hjá Edmund
Abrahamsen, Norður í Bø 8, FO-530 Fuglafjørður,
tlf. 211906 ella 444149.
Fuglafjørður 10. apríl 2006
Fuglafjarðar Kirkjuráð
Lesið
- so eru tit við