mikudagur 12. apríl 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 73 - 12. apríl 2006
Mánadagin komu fýra fólk úr
Hetlandi við Norrønu á hvør
síni motorsúkklu. Tey koyra
kring landið og vitja ymisk støð í
Streymoy, Eysturoy og í Vágum. Eitt
av endamálunum er at skriva ein
ferðafrásøgn fyri eitt skotskt MC-
magasin
MC-vitjan
Magnus Gunnarsson
Við Norrønu mánadagin vóru fýra motor
súkklukoyrarar, sum komu higar úr Hetlandi
at vitja. Ein teirra var Ron McMillan
freelance journalistur úr Glascow í Skotlandi,
ið skrivar eina ferðafrásøgn til skotska MC
magasinið ”Motorcycle Sport & Leisure”.
Ron McMillan hevur altíð havt stóran
áhuga fyri motorsúkklum og skrivar javnan
ferðafrásøgnir. Hini í ferðalagnum eru hjún
ini Colin og Carol Fraser og Brian Anderson
úr Hetlandi.
Mánakvøldið vitjaðu tey í felagshølunum
hjá Føroya Ellisakførum, og týsdagin gekk
leiðin til Saksunar og bygdirnar í Norður
eysturoy. Um kvøldið vitjaðu tey nýstovnaða
felagið MC Eysturoy. Tey vitja eisini í
Mjørkadali, á Sornfelli og í Vágum.
Tað er Ove Ritter frá Harley Davidson í
Føroyum, sum saman við sponsorum skipar
fyri vitjanini. Ferðalagið fer avstað aftur við
Norrønu fríggjadagin.
Motorsúkklukoyrarar úr Hetlandi
F.v.: Ove Ritter, frá HD.fo,
Carol og Colin Fraser, Brian
Anderson úr Hetlandi, og Ron
McMillan, úr Glasgow
Mynd Jens Kristian Vang