Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 12. apríl 2006 27 Hví bara pynta til jólar – páskini eru longri enn jólini og minst líka festlig. Klipp, mála og líma tær títt egna páskapynt. Páskir Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Tað nýtist ikki at vera torført og innviklað at gera sítt egna pynt. Vit hava gjørt tað einkult! Klipp skabelónirnar út, legg tær á eitt litað pappír og tekna av við einum penni. Trýst hart, so at tað sæst á pappírinum. Síðani er bara at klippa út í ymiskum litum og líma saman. Eitt sindur »putlut« men sera stuttligt. Og fitt blívur tað. Vit hava brúkt: n Gult, reytt og grønt pappír – er at fáa í flestu ítrivshandlum n Penn n Saks n Límstift Hví halda vit páskir? Jesus bleiv krossfestur og jarðaður langafríggjadag og uppafturstóð páskamorgun ...og hví beint nú? Á kirkjumøtinum í ár 325 var avgjørt at páskini skuldu haldast fyrsta sunnudag aftaná fyrsta fullmána aftana várjavndøgur. Nr. 73 • mikudagur • 12. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Pyntið til páska! Stutt um páskasiðir Eggini – egg eru gomul symbol uppá fruktberi. Tí vóru eggini væl umtókt á páskum, sum fyrr í tíðini var stóra høgtíðin um várið. Nógvir siðir eru tí knyttir at egginum – sum til dømis at mála tey og rulla tey. Haran – Eitt sindur óklárt er um hvat haran hevur at gera við páskini. Men hildið verður at tað hevur samband við egg eisini. At hara goymdi egg, og at børnini skuldu finna eggini sum haran hevði gloymt. Í USA er siður, at páskaharan kemur við slikki til børnini sum hava verið fitt – sum ein páskaligur jólamaður við øðrum orðum. Høsnarungin – Hann kemur úr egginum, og er tí ein partur av egg-páska siðinum.