Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 24. mars 2006 28 Meðan ungdóms- uppreisturin leikaði í inni á meginlandinum, gingu ungu føroysku genturnar ílætnar sum mammurnar. Men so kom Joto, og so fór alt á glið Ungdómsmentan Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Sjónvarp var einki og Bryggjubakki varpaði bara um fisk, kappróður og gamlan sið. Fermdu døturnar fóru beinleiðis frá at vera fittar og lýdnar smágentur til at vera konur, sum mammurnar. Og í brúðarskríninum lógu smáblomstrutir kjólar við innsnitti frá Skálabúðini, pressaðir damaskdúkar og postalín við gullkanti frá Mariu Poulsen. Og ullinti fermingarfrakkin, gjørdist eisini frúu- og mammufrakkin. Men inni á meginlandinum vóru rembingar í nýstovnaða teenage umhvørvinum, og afturljóðið av rútmunum frá festivalum og kravgongum rakk eisini føroyskan ungdóm. Og so kom Joto - og einki skuldi aftur verða tað sama. Tær trokaðu seg inn í eina ostaklokku, fyri síðani at spreingja hana innanífrá. Tí Joto var fyrst við niðurdeilum, sum komu upp um knæ. Og fólk vóru á gosi. Joto var fyrst við siðleysu gentucowboybuksunum. Og tey mundi sálast. Tá Joto var fyrst við miniskjúrtinum, vórðu gentur róptar horur og biðið varð yvir teimum. Og tá handilin fór at selja hítir til ungu genturnar, var alt longu farið á glið og kundi vera tað sama. Fyrsti mótahandili í landinum Sum fyrsti mótahandilin í landinum lat Joto upp tann 15. oktober 1966. Og nú handilin gevst, er greitt, at aftanfyri hugtakið Joto, stóðu tvær slóðbrótandi kvinnur, sum longu tá vóru tilvitaðar um, at Føroyar stóðu á einum mentanarligum og kynspolitiskum vegamóti. Handilin loftaði tveimum tíðarrákum og var sostatt við til at nøkta og metta ein marknað, sum ikki hevði verið áður: teenagaragentuni og frígjørdu kvinnuni. Tær báðar, Hanna og Tordis, høvdu verið búsitandi uttanlands í nøkur ár, tá tær heimafturkomnar settu sær fyri at lata upp handil við mótaklæðum til ungar kvinnur. Men av ymsum orsøkum, gjørdist tað, sum skuldi vera ein handil, til tveir handlar: Joto 7 og Joto 9. – Mamma segði, at vit klandraðust so illa, so best var, um vit fingu okkum hvør sín handil, sigur Tordis og flennir hjartaliga, meðan hon greiðir frá, at hóast tað bara er hálvtannað ár ímillum tær, so hava tær altíð verið ómetaliga ymiskar, bæði í sinni og skinni. – Hanna var nógv villari enn eg - ein sannur rebellur. Eg var meira gamaldags og líðin, sigur hon og flennir. So endin var, at Hanna lat mótahandilin upp í Niels Finsens gøtu 7, tann 15. oktober 1966, og Tordis lat upp Joto9 við brúkslutum, tann 1. mai 1967. Men navnið høvdu tær longu funnið og varð tað samansett av nøvnunum hjá teimum báðum: Johanna og Tordis. –Tað var ein fantastisk tíð, tí alt, sum vit seldu, var nýtt og spennandi, og var ikki at fáa nakra aðrastaðni í landinum, sigur Hanna, sum longu tá var rættiliga tilvitandi um leiklutin hjá frígjørdu kvinnuni, og tí setti sær fyri at selja trendsetandi klæði, sum settu kvinnuna í miðdepilin, men sum samstundis vóru sniðgivin við tí í huga, at kvinnan skuldi kenna seg væl í teimum. Og hon nevnir eitt nú jersey kjólarnir við Up-art mynstri og Hettemærks Parkas frakkar, sum vóru úr bummull og toldu bæði regn og vind, fyri ikki at gloyma lekru buksudraktirnar, eisini frá Hettemærks. Djarvir kundar – Mammurnar hataðu tað og døturnar elskaðu tað, siga tær. Og tað var júst tað, sum var ætlanin við mótanum í seinnu helvt av sekstiárunum: At gera upp við gamlar siðir og at skelka tey ráðandi og myndugleikar av øllum slag, foreldur, lærarar, prædikantar og politisku skipanina. So tað vóru avgjørt tær meira medvitandi og progressivu ungu kvinnurnar, sum gjørdust kundar í Joto – tær, sum ikki vildu vera sum mammurnar. Í fyrstani vóru tað bara havnagenturnar, men sum frá leið vildu tær úr eitt nú Fuglafirði og Klaksvík eisini signalera, hvørjar typur tær vóru, við klæðum, smúkkum, frisurum og make up. – Til tíðir var so nógv at gera í handlinum, at vørurnar vóru nóg illa pakkaðar út, áðrenn tær vórðu seldar, greiða tær frá, og nevna eitt nú kinaskógvarnar, eingangstrussurnar úr pappíri frá Ann Mari Lee, fyri ikki at gloyma blonku og strømmu satinbuksurnar, sum hvør genta í Havn pressaði seg niður í. – Og tað sá ikki altíð tespiligt út, tá tær skrúvaðu seg niður í buskurnar, sum skuldu vera vátar, tá tú fór í tær, so tær sótu heilt tætt, sigur Anna Maria, dóttir Honnu, sum hevur liva við Joto næstan alla sína tíð. Listin í hásæti Joto var sum sagt í tveimum handlum, og líka so øðrvísi, sum Hanna var, tá hon fór undir at selja mótaklæði til ungar gentur, líka slóðbrótandi var systurin í hinum handlinum, sum seldi nýggjasta rákið innan nútímans brúkslist, gávulutir og toy. Har var stílurin beint ímóti siðbundnu smáblomstrutu koppastellunum, og tær føroysku kvinnurnar, sum vóru tilvitaðar um góðsku og persónligan stíl, kundu nú keypa fríir, rustikkir og klassiskir brúkslutir eftir kendastu skandinavisku form- og sniðgevunum. Og Tordis greiðir frá, at hon helst fekk íblástur til vørurnar, tá hon í síni tíð lærdi til vevirsku hjá Håndarbejdets Fremme í Keypmannahavn. Í tí sambandinum vitjaði hon javnan Kunstindutrimuseet, og var sum heild ein partur av listahandverksliga umhvørvinum í Danmark, sum stóð í fullum blóma um hetta mundið. – Eg minnist, at Rólant var fyrsti kundin, sum kom inn og keypti eitt heilt Arabia stell, sum var eitt tungt, brúnt keramikk stell, sum veruliga undirstrikaði trýssaratrendin, sigur hon, og vísir eitt eintak av stellinum, sum hon selur enn. Og soleiðis helt handilin fram í nógv ár, við vørum og gávulutum úr nútímans og til tíðir eisini eksotiskum stíli, úr messing, munnblástum glasi og keramikki. Arabia stell, Boda og Ruben Baron gløs, Pukeberg, og Old Høganes. Og lagnunnar speisemi vildi tað soleiðis, at tað sum Joto av fyrsta sinni legði fyri við, nevniliga vælumtókta finska merkinum Marimekko, eisini er tað, sum handilin er kendastur fyri í dag. Provokeraði Havnina Hinumegin smoguna inn til Býarbókasavnið var mótahandilin, og haðani eru søgurnar nógvar, kanska júst tí at kollveltingin var so stór. – Eg minnist enn, tá vit fingu smølu og síðu kjólarnir frá Holleufer, sum vóru prýddir við pailettum og vóru niðurringaðir á bakinum, líka niður á lendarnar, sigur Hanna og greiðir frá, um stemningin í handlinum, tá heilir bólkar av vinkonum komu av bygd til Havnar. – Tær líkasum sníktu seg oman í kjallaran í handlinum at royna hesi nýggju vidundrini. Og eg gloymi ikki nístini og láturin, og so eygnabráðini, tá tær, í einum brotparti av einum sekundi, snaraðu sær á, og í speglinum sóu kvinnuna, sum tær droymdu um at vera. Ein sonn dreymaverð, sum kortini var so fjar, at tað kundi ikki vera hugsingur um at fara í veitslu í einum slíkum kjóla, sigur hon. Og Anna Maria greiðir frá um kvinnurnar í Havn, sum vóru eitt fet djarvari enn tær á bygd. – Seinast í sekstiárunum var eitt undirgrundsumhvørvi í Havn, ið var myndað av ungum og modernaðum fólki, sum bæði dámdu og dugdu at njóta lívið. Tað vóru eisini tey, sum eitt nú tóku stig til at stovna Kaggan og at skipa fyri veruligum veitslum har, sigur Hanna. – So tað gekk ikki long tíð, áðrenn fólk fóru at skipa fyri tiltøkum, har til bar at vísa seg í alskyns kjólum, sum vóru ikki sørt frekir og øsandi á at líta, sigur Hanna, og hon flennir, tá hon greiðir frá, at allar kortini ikki vóru so fríar og djarvar. Tær tóku land Elin Karbeck Mouritsen var tann heilt stóra fyrimyndin hjá ungdóminum um hetta mundi. Hendan myndin, hekk í stórum formati í glugganum hjá Joto. Rólant Samuelsen hevði stylað Elini í hottasta Up-Art trýssarastílinum.