mikudagur 12. apríl 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Tí, tá alt kom til alt vóru
nógvar, sum lótu seg í ullintar
troyggjur uttaná vøkru kjólarnar!
Nýggj mótamentan
Við Joto kom ein nýggjur og
fremmandur dámur til Havnar,
og meðan konditaríið áður
hevði verið einasta staðið at
hitta aðrar teenagarar í, lá nú
væl fyri at treffa vinkonurnar í
Joto eisini. Dreingirnir høvdu
ongan mótahandil, har teir kundu
keypa hippan trýssaramóta, so
teir bíløgdu Beatles outfittini og
onnur hit frá Nyhavn 17, ella frá
Carnaby Street í London.
At hava mótasýning var ikki
heilt ókent í Havn, men tað
var óvanligt at modellirnar og
klæðini vóru til teenagarar. Joto
hevði nakrar modellir, sum gingu
mótasýning fyri handilin, og
hesi tiltøk vóru ofta fyriskipað í
samstarvi við frisørar.
– Sýningarnar vóru í
ítróttarhøllini á Nabb, á Hotel
Føroyum og eisini úti um
landi, eitt nú í Klaksvík, og tær
vóru akkurát líka so primitivar,
sum tær vóru forkunnugar
– og fólk streymaðu til, sigur
Hanna, sum eisini vísir á, at við
teenagarunum kom eisini kravið
til nýtt make-up.
– Vit seldu vakurleikavørur
til ungar kvinnur, so tað hevði
stóran týdning at sleppa at
umboða tey røttu merkini, so
sum Revlon, Pierre Robert og
Mary Quant, sigur Hanna og
vísir á, at tú vart ikki veruliga
við uppá mótan, fyrr enn tí átti
eina Mary Quant lebastift ella
eygnaskuggar. Hetta merkið
var trendsetandi og ímyndaði
rebelsku, loyndarfullu og
sjálvstøðugu kvinnuna.
Fyrsti stylisturin í Havn
Rólant Samuelsen, sum
umframt at vera fastur kundi
í Joto, eisini var dugnaligur
frisørur, sminkørur og stylistur í
Havn, starvaðist eitt tíðarskeið í
handlinum.
– Tá vóru fólk nógv meira
tolin enn tey eru í dag, tí har
gekk Rólant í niðurringaðum
flesablusum, platauskóm,
reyðum lakkbuksum og
eygnaskuggum, sigur Tordis, og
Hanna sigur víðari:
– Óansæð hvat hann mælti
kundunum til, so lurtaðu tær eftir
honum. Eitt nú kundi hann finna
uppá at siga ”nei, veitst tú hvat,
hasa lebastiftina skuldi tú altso
tikið og skift út, tí her er ein, sum
stendur nógv betur til tína húð”,
og so keypti daman eina nýggja
lebastift. Og tær elskaðu tað, at
hann feteraði tær og kom við
góðum ráðum.
Breyðskommin
Elisabeth Pike, sum býr í Canada,
kom einaferð heim við skjáttuni
fullari av hugskotum, eftir at
hon hevði lært til dekoratør í
Canada. Nú skuldi hon prýða
vindeygað hjá Joto, og fór hon
niðan til Frants og keypti ein hóp
av sokallaðum Paskobreyðum,
og eina rúgvu av appilsinum.
Matin legði hon í vindeygað og
so sløddi hon vørurnar hjá Joto
millum breyði og appilsinirnar.
Ongin hevði nakrantíð sær
nakað líknandi og fólk vóru á
gosi. Tey trunkaðu seg framman
fyri vindeyganum, og trúgvandi
fólk komu inn í handilin og lósu
skriftstøð upp fyri teimum. Og
Hanna minnist, at ein kona stóð
og bankaði á vindeyga og græt
og rópti upp um Jesus og breyðið,
sum er heilagt og sum ikki er at
spæla við.
– Eg hevði als ikki skonkt tí ein
tanka, at onkur fór at taka tað illa
upp, sigur Hanna.
Gummiparadísi
Í trá við tankarnar um seksuella
frígering gjørdi Hanna av at
selja hítir til ungu kvinnurnar.
Hon bílegði hítir í ymsum litum,
setti pakkarnar á diskin og seldi
til smædnar havnagentur. Og
hesaferð vóru mótmælini so
hørð og mong, at sjálvt mamma
Honnu og Tordis frætti um
standin niðri í handlinum. Hon,
sum var ein siðilig eldri dama,
gjørdi ikki mætari enn at fara
heim í býin eftir syndafullu
vørunum, og hon ripaði tær í
kolkomfýrin heima í køkinum.
Og fólk í grannalagnum
undraðust á, at alt stinkaði
av brendum gummi – ella
preservativum, sum tær vórðu
róptar tá. Markið varð rokkið, og
fleiri hítir vórðu ikki seldar í Joto.
Litaðar blæur
Brádliga skuldu allar genturnar
í Havn hava litaðar blæur
á høvdinum. Tá keypti
Hanna niðurfyri av hvítum
babyblæum, sum hon kókaði
í alskyns Dylonlitum frá
Málingahandlinum, og síðani
seldi hon tær í Joto.
– Men tað var absolutt ikki líka
mikið, hvønn lit tú brúkti, ella
hvussu tú setti turriklæðið, tí tað
var eitt signal um, hvør typa tú
var, greiða tær frá.
Tí eisini blæumótin hevði sínar
heilt serligu rammur, soleiðis at
reyðsokkarnir høvdu illavorðnar
lillavorðnar blæur, sum sótu
stramt og aggressivt niður í
pannuna, meðan fittu andaligu
genturnar bundu turriklæði aftur
í nakkan, sum ein koll, og so
vóru tey ljósareyð.
– Aftaná blæurokið komu
partisanturrikløðini, og nú
skuldu allar ganga í slitnum
tjóðveldistroyggjum og
tuflustyvlum, og vóru ikki
longur horur, men kommunistar,
sigur Hanna at enda, við einum
skálkabrosi.
Nr. 60 - 24. mars 2006
29
Rólant Samuelsen,
sum umframt at
vera fastur kundi
í Joto, eisini var
dugnaligur frisørur,
sminkørur og
stylistur í Havn, var
tann fyrsti, sum
keypti eitt Arabia
stell, ið sæst her
Tær báðar, Anna Katrina Højgaard og Marjun Berg vóru
modellir fyri Joto. Hesar myndirnar eru frá 1976 og tær
báðar eru fyrst í tjúgunum