Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-12, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Leif Davidsen á rundferð ... Leif Davidsen, Den ukendte hustru, Lindhardt og Ringhof, 2006 Sum fyri ein ordans skyld var móttøkan av nýggju krimibókini Den Ukendte hustru eftir Leif Davidsen góð. Men ringt er at síggja burtur frá teimum mongu lunkaðu ummælunum, sum nú byrja at tekna eitt mynstur. Fyrrverandi servandi her­ maðurin og núverandi arbeiðs­ narkomanurin, Marcus Hoff­ mann, er á rundferð í Russlandi saman við síni russiskt føddu konu Nathalie, tá konan brádliga hvørvur. Marcus verður frá sær sjálvum av ræðslu um, hvat kann vera hent. Ein dramatisk leitingarferð gjøgnum Russland og eitt fløkt, mafiafongt embætis­ verk byrjar, har vinir verða til fíggjundar og øvut. Bókin er dygdargott handverk, spennandi og vælskrivað. Sum so er onki at finnast at. Kortini sakna ummælarar tað síðsta, sum kundi gjørt søguna veruliga hugtakandi á hædd við aðrar krimisøgur eftir høvundan. Høvuðspersónurin er stutt sagt ov keðiligur, og samanumtikið er tað ov nógv “Turen går til Rusland” yvir bókini, verður sagt. Kortini er tað í ferðafrásøgnunum gjøgnum Russland undir Putin, at bókin í løtum hevjar seg væl upp um tað vanliga. Annað vildi verið løgið, fær ein hug at halda, havandi í huga at Leif Davidsen jú í mong ár hevur búð í Russlandi sum russiskur tíðindamaður fyri danskar miðlar. Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Bøkurnar og eg Retrobylgja rakar bókahandlar Tað fløvir ivaleyst mangt nostalgiskt (dreingja)hjarta at síggja millum aðrar góðu gomlu De 5 bøkurnar nú aftur koma undan kavi – við upprunaligu permumyndini. Og ongin roynir heldur at fjala út yvir, at tað er nostalgiin, sum drívur, nú fleiri av gomlu donsku barna­ og ungdóms raðbókunum so sum De 5, Flemming-bøkur­ nar, Alfred Hitchcock og de tre detektiver o.a verða givnar út av nýggjum. – Tað verða uttan iva fyrst og fremst tey vaksnu, sum keypa eitt nú De 5 bøkurnar. Permumyndin tekur fólk beinleiðis aftur til teirra barndóm, har hetjur vunnu á bandittum, og skil var í. Uttan mun til, hvussu modernaður tú ert, fert tú ikki at eksperimentera við tínum barndómi, sigur Erik Barfoed, stjóri á Aschehoug, sum gevur bøkurnar út. Hinvegin væntar hann, at nýggi lesararskarin av børnum fer at býta seg í tvey: Tey sum halda tað vera stuttligt at hoyra foreldrini lesa bøkurnar fyri teimum, og so tey, sum halda tær stinka. Í kjalarvørrinum av nýútgávun­ um hevur kjak tikið seg upp um, hvussu heppið tað er at borðreiða slíkan lættisoppalesna fyri børnum. Meðan onkur heldur, at børn mugu kenna lættisoppa, áðrenn tey kunnu meta um dygd, eru tað onnur, sum halda kjakið vera burturvið. – Ongin spyr í álvara, um Pippi nú eisini veruliga telist millum stórar bókmentir. Slíkir barnaklassikarar verða mettir út frá heilt øðrum treytum, ljóðar tað frá Danmarks Pædagogiske Universitet. Johan Mortensen, vinnulívsmaður Hvørja bók lesur tú í løtuni? – Eg lesi altíð nógvar bøkur í senn. Í løtuni eri eg millum annað í ferð við at pløga meg ígjøgnum tríggjar rættiligar múrsteinsbøkur: Mao - the Unknown story, sum er ein bergtakandi bók eftir Jung Chang, sum tey flestu nokk kenna best sum høvundan, ið skrivaði Wild Swans. Eisini eri eg í holt við tvær ‘ævisøgur’ eftir Peter Ackroyd, London: The London Biography og Shakespeare – The Biography. Acroyd er ein framúr góður ævisøguhøvundur, haldi meg ikki hava lisið nakran høvund, sum megnar at vera so neyvur í sínum kanningararbeiði, samstundis sum hann fær skrivað eina ótrúliga spennandi søgu. – Fyri at ‘tynna’ eitt sindur um hetta tunga tilfarið lesi eg eisini Wolves eat dogs eftir Martin Cruz Smith, ein fantastiskur thrillari um lívið í Russlandi í dag. Herfyri fór eg eisini í holt við nógv róstu skaldsøguna No Country for Old Men eftir Cormac McCarthy. Men har má eg siga, at eg gjørdist ómetaliga vónbrotin. Eitt er, at bókin als ikki livir upp til ummælini, men um slíkar karráar misantropiskar søgur er tað besta, amerikanskar bókmentir kunnu bjóða í dag, eri eg ikki við longur. Annars lesi eg helst bøkur á enskum. Tað vildi eg eisini mælt øðrum til, tí enska málið er dyrnar inn til tann mest undur­ fulla bókmentaheimin, tú kanst ynskja tær. Er tað onkur bók, tú minnist serliga væl? – Skal eg nevna eina, má tað verða Les Miserables eftir Victor Hugo. Eg gloymi ongantíð ótrúligu lýsingina av, hvussu neyðardýrið Jean Valjean megnar at løna tí ónda við tí góða, ja alt stríðið millum tað góða og ónda og ósvitaligu trúnna uppá, at tað ber til at gerast eitt betri menniskja. Skuggabaldur eftir íslendska høvundan Sjón setti eisini síni spor. Skal eg nevnar onkra føroyska bók, má tað blíva ævisøgan um Janus Djurhuus eftir Hanus Kamban. Sum ævisøguhøvundur kemur Hanus lættliga upp á liðuna á Ackroyd og teimum allarbestu innan genruna. Og so ikki at gloyma Fiski- menn eftir Martin Joensen. Eftir mínum tykki er Fiskimenn tann einasta veruliga heilstoypta skaldsøgan, sum yvirhøvur er skrivað á føroyskum Hvør var tín fyrsta lesiuppliving? – Per bókin og Anders And. Eg minnist tað, sum var tað í gjár, hvussu spentir vit dreingir vóru, tá nýggja Anders And blaðið kom við Tjaldrinum 14. hvønn dag. Tað vóru guddómiligar løtur, tá vit sótu har við blaðnum í hondini og lótu okkum svølgja av ótrúligu verðini í Andeby, har alt lat seg gera. Tað besta av øllum var kanska, at hvørja ferð eitt nýtt blað kom, varð Andeby nullstillað, og ævintýrið kundi byrja heilt av nýggjum. Hvørja bók vildi tú ynskt, tú hevði lisið? – Ulysses eftir James Joyce. Eg eri byrjaður uppá hana so ofta nú, at eg eri við at fáa kompleksir av tí. Eg dugi væl at síggja, at har gongur okkurt óvanliga fasinerandi fyri seg í bókini, men av onkrari orsøk komi eg bara ikki av álvara í gongd við hana. Hvat fær teg at velja tær bøkur, tú lesur? – Tað kann vera so ymiskt. Onkrar velji eg, tí eg havi lisið okkurt av høvundanum framman undan og fegin vil lesa meir. Aðrar velji eg, tí eg líti á ummælaran, sum hevur róst bókini og viðmælt hana. Ella eg havi sæð bókina umrødda á heimasíðuni hjá The Good Book Guide (www. thegoodbookguide.com), ið er ein enskur bókahandil, sum eg vil viðmæla øllum. Har fært tú ikki bara óvanliga góða tænastu, men eisini dygdargóðar umrøður av øllum tí nýggjasta innan bókmentir. – Enska málið letur dyrnar upp inn til mest undurfulla bókmentaheimin, tú kanst ynskja tær, heldur Johan Mortensen, sum eisni hevur ein góðan enskan bókahandil at viðmæla Leif Davidsen