mikudagur 12. apríl 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 73 - 12. apríl 2006
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk
19 ára gamla Erla situr í kamar
inum hjá sær í kjallaranum
heima hjá foreldrunum. Hon fæst
við eitt hvørt á telduni. Tað er
fríggjadagur, og hon hevur verið
til hálvársroynd í skúlanum og
er bara glað fyri, at vikuskiftið
stendur fyri durum. Klokkan
nærkast tíggju á kvøldi, og Erla
fær ikki fatur á sjeikinum hjá sær.
Hon hevur ringt til hansara fleiri
ferðir gjøgnum dagin. Eisini sent
sms boð. Men onki svar. Hon
er eitt sindur ørkymlað, tí hon
plagar sum oftast at kunna fáa
fatur á honum.
“Hann man arbeiða yvir í
kvøld,“ uggar hon seg sjálva.
Uppi í køkinum situr pápi
Erlu, tá telefonin ringir. Tað er
løgreglan, sum spyr, um Erla er
inni. Tað er hon, sigur pápin, og
løgreglumaðurin biður pápan
halda Erlu innandura, tí Per,
sjeikurin hjá henni, hevur tikið
seg av døgum.
Per tók lívið av sær heima hjá
sær sjálvum fríggjadagin tann 11.
februar í fjør. Hann varð funnin
um 19 tíðina, og Erla fekk boðini
tríggjar tímar seinni. Inni í hús
unum hjá Peri fann løgreglan eitt
bræv á telduni, sum Per hevði
skrivað um 13 tíðina sama dag.
Hetta brævið las systir Per fyri
Erlu. Har fekk hon at vita, hví
Per hevði valt at taka sítt lív.
– Beint tá hataði eg hann, og
eg helt, at tað var so ljótt av
honum. Men eg skilti avgerðina
hjá honum hóast alt. Eg veit, at
hann hevði nógvar og tungar
trupulleikar at dragast við, men
eg helt, at hann var ræðuliga
sjálvsøkin at taka lívið av sær
uttan at hugsa um, hvat vit
avvarðandi standa eftir við, sigur
Erla, sum tó ikki leið av tungari
skuldarkenslu.
Hon visti, at tað ikki var
orsakað av sær, at Per hevði valt
at taka sítt lív, men í hennara
verð var spurningurin meira, hvat
øll onnur fóru at halda.
– Eg tordi øgiliga illa útaftur, tí
eg var sannførd um, at øll onnur
fóru at halda, at tað var mín
skuld. At eg var orsøkin til, at Per
gjørdi tað, greiðir Erla frá.
Kaldur og ólekkur
Erla sá ikki Per, fyrr enn hon
skuldi siga farvæl við hann á
kapellinum. Saman við familju
og avvarðandi fór hon á kapellið
at síggja Per, áðrenn lokið varð
lagt á kistuna. Hon bleiv rættiliga
kløkk, tá hon sá hann. Hann
líktist als ikki sær sjálvum. Var
gráur í andlitinum og hárið lá
øðrvísi enn vanligt.
– Eg vildi ikki nema við
hann, tí hann var so kaldur og
ja....ólekkur. Soleiðis vildi eg
ikki minnast hann, greiðir Erla
álvarsom frá.
Hon hevði ilt við at standa inni
í kapellinum og hevði allatíðina
hug at fara út. Men hon varð
verandi, og so við og við gekk
ræðuligi veruleikin upp fyri
henni. At Per var burtur, og at
hann hevði sjálvur gjørt tað og
tikið avgerðina um tað.
– Eg ivaðist longi, um eg skuldi
fara á kapellið. Men eg valdi at
gera tað, tí so sá eg við mínum
egnu eygum, at hann veruliga
var deyður, sigur Erla, sum gekk
saman við Per í góð trý ár.
Knúturin loysnaði
Per fór til gravar sætta dagin
eftir. Allar dagarnar gekk Erla
mest sum fyri seg sjálva við
kenslunum og tonkunum. Hon
tosaði ikki við nakran og græt
millum lítið og onki. Undir
jarðarferðini sang Essa Jacobsen.
Erla minnist ikki, hvør sangurin
var, men tá hendi nakað. Kensl
urnar tóku yvir, og loksins fór
hon at gráta.
– Eg tútbrølaði. Bæði hart
og longi. Alt skuldi bara út, og
eg hevði ilt við at steðga aftur,
greiðir hon frá.
Hon hevði gingið einsamøll
við øllum tonkunum og kenslun
um alla vikuna, og nú var
ovboðið.
Mamma hennara sat hjá henni.
Hon græt eisini og bað Erlu
halda fram við at gráta, tí hon
ikki hevði grátið ordiliga, síðani
tey fingu deyðsboðini. Tað var
ein lætti fyri Erlu at fáa sett hol á
kenslurnar.
Tá kistan skuldi út úr kirkjuni,
var hon sissað nakað, og tað
var gott at fáa fríska luft. Eftir
jarðarferðina var ervi, og síðani
fór Erla heim til beiggja Per,
har øll familjan hjá honum var
savnað, áðrenn hon fór heim til
sína egnu familju.
Hóast hon als ikki føldi, at hon
kundi loyva sær at fara út, fór
hon heim til eina vinkonu seinni
tað kvøldið. Hon vildi ikki sita
einsamøll.
– Tað ringasta er at sita einsa
møll heima við øllum tonkunum.
Sjeikurin tók seg av døgum:
Tað var ringt
at fara út aftur
– Sorgin og allar kenslurnar vóru øgiliga
torfør at liva við í fyrstuni, men tað
ringasta fyri meg var tó at fara út aftur
ímillum fólk, sigur 20 ára gamla Erla
Petersen úr Fuglafirði. Sjeikur hennara
tók lívið av sær í februar mánaði í fjør
Eg tordi øgiliga illa útaftur, tí eg
var sannførd um, at øll fóru at
halda, at eg var orsøkin til, at Per
gjørdi tað
”
Beint tá hataði eg hann, og eg
helt, at tað var so ljótt av honum
”