mikudagur 12. apríl 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 12. apríl 2006
37
Tá er tað nógv betur at sleppa
út og vera saman við góðum
vinfólki.
Øll hugdu
Teir seks dagarnir frá tí at Per
varð funnin, til hann fór til
gravar vóru sera langir. Erla
tordi næstan ikki at fara út.
Hon var heima frá handilsskúl
anum á Kambsdali, har hinir
næmingarnir gingu til hálv
ársroyndir.
– Tað var longi at bíða eftir
jarðarferðini, tí alt stendur í stað.
Nógv fólk ringdu ella sendu
smsboð til hana, men kortini
kendi Erla seg øgiliga einsamalla.
Hon stúrdi fyri, hvussu tað fór at
verða at fara út aftur millum fólk
– og ikki minst í skúla aftur.
Mánadagin aftan á jarðar
ferðina fór Erla aftur í skúla. Tá
hevði hon verið heima í eina
viku.
Næstan øll í flokkinum høvdu
verið til jarðarferðina, so hon
hevði heilsað upp á flestu teirra.
Tað lætti um hjá henni tann
morgunin hon kom aftur í skúla.
Floksfelagarnir royndu sum
frægast at lata sum onki, søgdu
góðan morgun og smáprátaðu,
men tað bar ikki til at káva út
yvir syrgiliga huglagið.
Støðan batnaði so líðandi út á
seinnapartin, men tá Erla og hini
í flokkinum fóru til matarsteðg,
merkti Erla veruliga, hvussu
fólk hugdu at sær. Tá hon kom
gangandi, fylgdu næmingarnir
í hinum flokkunum henni við
eygunum og tutlaðu sínámillum.
Hvat tey søgdu, veit Erla ikki,
men hon bæði sá og merkti tað.
– Tað var óbehagiligt, tí eg
visti ikki, hvat tey søgdu, og tey
hugdu so nógv.
Erla heldur hóast alt, at tað var
lættari at koma útaftur, enn hon
hevði væntað. At tað skyldast
stuðuli frá góðum vinfólki og
góðari familju, er hon ikki í
iva um. Og hon heldur fram, at
trúgvin á Gud hevur hjálpt og
styrkt hana væl í sváru tíðini
aftaná.
Stutt tíð var fráliðin, tá Erla
byrjaði at hoyra søgur, sum vóru
farnar at ganga. Ein var, at Erla
skuldi vera við barn. Ein onnur
var, at Per hevði tikið sítt lív, tí
Erla hevði gjørt tað liðugt.
– Eg hoyrdi enntá, at vit skuldu
havt gjørt tað saman, greiðir Erla
frá og ristir við høvdinum.
Hon royndi at látast sum onki
og ikki taka sær tykni av mongu
søgunum.
Broytti alt
Sjálvmorðið hjá sjeikinum hevur
broytt Erlu nógv.
– Hetta hevur styrkt meg sálar
liga. Eg eri eisini lívsglaðari,
meira spontan og sosial, heldur
Erla sjálv.
Hinvegin hevur tilburðurin
eisini gjørt sítt til, at hon ikki
orkar fyri, tá hon ikki fær fatur á
fólki beinanvegin.
– Eg gerist alt fyri eitt ørkyml
að, um eg ringi ella sendi sms
boð til onkran, og tey ikki svara
beinanvegin, men tað má eg sláa
meg til tols við, staðfestir Erla.
Í dag hevur Erla Petersen tað
gott. Hon er komin nakað víðari,
men ofta spøkir tilburðurin við
Peri aftur í huganum á henni.
Onkuntíð hevur hon eisini
droymt, at hon tosar við hann og
spyr hann, hví hann gjørdi tað.
– Tá vakni eg, beint áðrenn
hann svarar.
Erla hevur eisini hitt fólk, sum
ikki vita, hvørjum hon hevur
verið úti fyri. Hon hevur hitt fólk,
sum hon ikki hevur sæð í longri
tíð, sum hava spurt hana, um hon
framvegis hevur sjeik.
– Nei, eg eri støk, sigi eg bara
og royni at skifta evnið. Tí hitt
hevði verið ov pínuligt – serliga
fyri tey, ið ikki vita av tí.
Tað sama ger seg galdandi, tá
tey í skúlanum hava kjak um
ymisk etisk evni. Tá kemur
sjálvmorð ofta fram sum eitt
av evnunum. Tá velur Erla sera
tilvitað at tiga, og hon heldur,
at fólk eisini halda seg aftur
undir tílíkum kjakum, tá hon er
tilstaðar.
Fyrstu ferð Erla kendi, at
gerandisdagurin var lætnaður,
var, tá hon fór aftur í skúla eftir
summarfrítíðina í fjør. Fólk
høvdu vant seg við, at Erla
var ein av teimum fólkunum í
Føroyum, sum hevur upplivað
at missa ein persón orsakað av
sjálvmorði. Fólk høvdu fingið
annað at tosa um, og Erla
hevði lært seg at fara víðari við
lívinum.
Hetta seinasta árið hevur hon
lagt sjálvmorðið hjá Peri so
mikið aftur um seg, at hon ikki
longur hugsar um tað hvønn dag.
– Men tað fer at fylgja mær
alt lívið, sigur Erla Petersen,
sum aftan á summarfrítíðina
hevur ætlanir um víðarilesnað í
Danmark.
Tað var óbehagiligt, tí tey hugdu
so nógv
”
Eg hoyrdi, at vit skuldu havt gjørt
tað saman
”
– Eg var øgiliga óð, og
ofta hugsaði eg: Tú gjørdi
sjálvmorð, og tað gongur út
yvir meg