Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-12, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 73 - 12. apríl 2006 FERÐAHUGLEIÐINGAR ÚR ÍSLANDI Jóannes Hansen 4. PARTUR Nú fer skjótt at vera feriutíð aftur. Feriuárið verður sagt at vera frá 1. mai og til 30. apríl. Tá ið hetta kom í lag millum heimsbardagarnar báðar, vóru hugtøkini frítíð og arbeiði munandi meiri fýrakantað, um tað ber til at siga tað soleiðis, enn tey eru tað nú. Skúlalærarar og skúlanæmingar verða ikki roknaðir uppí her. Tey, sum tað annars bar til at halda frí hjá, høvdu summarfrí í 1-3 vikur. Fiskiskapurin var í føstum tíðarkarmum, og millum sjómenn var hugtakið frítíð ókent. Teir vóru heima millum túrarnar, og tá ið teir vóru heima um vetrarnar kendu teir ábyrgd fyri so mongum, og so róðu teir út eisini. Eitt eyðkenni fyri post- modernistiska rákið er, at markið millum arbeiðspláss og heim og frítíðarvirksemi er rættuliga nógv kámað, og tað sama ger seg galdandi, tá ið tað snýr seg um frítíð og arbeiði. Hjá so mongum ber tað til at vera burturi í øðrum londum og ferðast og kortini at arbeiða. Tað ræður um at hava atgongd til fartelefon og teldu og net. 1. mai er ikki so langt burtur, so vit mugu fáa ferðahugleið- ingarnar frá síðsta sumri í Íslandi frá hondini. Ætlanin er at seta punktum fríggjakvøldið eftir páskir. Vit hava ferðast á Eysturland- inum og Norðurlandinum, og vit hava steðgað á við Mývatn. Nú gera vit av at venda eitt sindur aftur frá Mývatns økinum. Svávulroykurin kennist støðugt. Hann stavar frá Krafla økinum. Navnið er eftir einum av fjøllunum miðskeiðis í økinum. Krafla er eitt verk, sum syrgir fyri, at hitin úr jørðini verður gagnnýttur. Ofta verður sagt, at tað kann hugsast, at veldugu rembingarnar her miðskeiðis í sjeyti árunum stavaðu frá boringunum, sum vóru gjørdar í sambandi við at verkið varð bygt. Men hetta eru tað fleiri meiningar um. Rembingarnar í sjeyti árunum vóru tær fyrstu síðani eina ferð í 1700 talinum. Nakrar kilometrar undir jarðarskorpuni flýtur nógva lava, sum er orsøkin til virksemið. Lava goymslurnar eru orsøk til at jarðarskorpan rembist, grótsúlur stinga seg upp, vulkanin goysir, og jarðarskorpan legst aftur. Frá miðskeiðis í sjeyti árunum og fram í áttati árini vóru einir fimtan Krafla eldar, sum teir plaga at taka til. Yvir Reykja- hlið sást eldur á himinum, men tíbetur stóðst eingin fólka- skaði. Lavan rann burtur frá økjunum, har fólkið helt til. Tað er framvegis stórt virksemi. Jarðarskorpan flytir seg og arbeiðir upp og niður og aftur og fram. Orsøkin til broytingarnar er sjálvandi virksemið longri niðri ella inni í jørðini. Í áttati árunum varð skiltið sett upp, sum segði, at ferðafólkini skuldu halda seg burtur. Tað varð hildið at vera ov vandamikið at nærkast hesum økinum. Tað, sum ikki hevði verið, var nú. Menniskja er soleiðis innrættað, at tí dámar væl at vera so tætt at vandunum, sum tað ber til. Stríður streymur av ferðafólki vitjar higar fyri at royna at ganga á flógva undirlagnum! Ásbyrgi Fyrsta plássið, sum tað verður steðgað við, er Dettifossur. Hann sigst vera størsti fossur í Europa. Nógv, sum ivaleyst eru á ferð eftir ringvegnum kring Ísland, steðga á her. Merkisvert er tað, hvussu lítið bæði hetta plássið og so mong onnur, ið vera ógvuliga nógv vitjað, eru merkt av stóru ferðsluni. Ongar girðingar og forðingar eru at síggja. Tað er upp til tey vitjandi at ansa sær sjálvum og hvørjum øðrum. Í Noregi bar so at siga ikki til at seta bilin frá sær í nánd av náttúruperlu, um tað so var í oyðini, uttan at onkur stóð har og kravdi p-gjald. Her er einki sovorðið. Heldur ikki í Ásbyrgi verður ferðamaðurin undirdýktur í krøvum og gjaldum. Her er rokan í fjørðinum, og tað er torført at sleppa av við bilin. Her hevði tað verið kærkomið við skipaðum parkeringsplássum. Ein ørgrynna av fólki – íslendingar og fremmanda fólk – drekkur hesa náttúru upplivingina í seg. Ásbyrgi er partur av tjóðarparkini Jökulságljúfur, sum íslendingar siga. Skapið í byrginum er mest átókt hestaskógvi, og víkingarnir hildu, at hetta mundi vera mynstur av hóvnum á Sleipnir – velduga hestinum hjá Óðini. Tey, sum ikki hava verið í Ásbyrgi og harvið verið umgyrd av hundrað metra høga grótvegginum, hava ikki rættuliga upplivað Ísland. Meðan vit standa her, rennur ferðin í 1971 saman við ungfólkum í Betesda kórinum í Klaksvík aftur fram í hugan. Tað var fyrsta ferðin hjá mær í Íslandi og fyrsta uttanlandsferðin yvirhøvur hjá mongum okkara. At syngja manskór í Ásbyrgi og hoyra afturljóðið gella fleiri ferðir aftur og fram kendist at vera nakað heilt serstakt. Hetta við rossinum telur nógv í Íslandi. Trúgvasti og besti tænarin hjá okkum, siga íslendingar um rossið. Ivaleyst hava víkingarnar havt trúfasta vinin við sær, tá ið teir numu land fyri meiri enn túsund árum síðani. Íslandsrossið er eyðkent. Styrkin er stór, og treystleikin er óførur. Miðalhæddin sigst vera trettan hándsbreiddir, so talan er avgjørt ikki um mest elegantu kríatúrini. Men ferðin kann vera ófør. Íslandsrossið hevur lagað seg eftir veðurlagnum og umstsøðunum annars. Eitt nú sæst tað aftur í, hvussu pelsurin lagar seg eftir ársíðunum. Rossið hevði veldugan leiklut, tá ið eingir vegir og eingir tunnlar vóru. Nú ferðast íslendingar laga- ligari, enn teir gjørdu, men, sum bóndin á Ytra Álandi tók til henda dagin, vit vitjaðu har, so hevur rossið framvegis alstóran týdning í sambandi við seyðahaldið. Øll hava hoyrt um kappingar millum íslandsross, sum jú hava serligar mátar at føra seg fram uppá. Tað eru eisini í Føroyum nógv, sum vita um hetta. Merkisvert er tað, at tað kring Europa og í Norðuramerika í fleiri enn fimtan londum verður skipað fyri kappingum millum íslandsross. Eingi ross úr Íslandi taka lut í sovornum kappingum. Um ross fara úr Íslandi og til kappingar uttanlands, so sleppa tey ikki aftur til Íslands. Ásetingarnar og avmarkingarnar eru strangar. Íslendingar verja rossið ógvuliga væl. Ástjörn Nú eiga vit at vera heilt tætt við Ástjörn, sum er her í Kelduhverfinum. Tað er her, at akureyingar í hálvt hundrað ár hava hildið barnalegur. Fyrsta føroyska sambandið til hesar barnalegurnar mundi vera gjøgnum Jógvan Purkhús úr Klaksvík, sum í meiri enn fjøruti ár hevur búð í Íslandi. Nógvu tey fyrstu árini búði hann á Akureyri, og nú hevur hann í fleiri ár búð í Reykjavík. Tað vóru eingilski Arthur Cook, ið var trúboðari á Akureyri, og Sæmundur G. Jóhannesson, sum fleiri tilkomnir føroyingar komast við, ið fóru undir barna- legurnar við Ástjörn í 1946 ella fyri júst seksti árum síðani. Bogi Pétursson á Akureyri, sum eisini er kendur millum nógvar føroyingar, var fyristøðumaður í mong ár. Nú eru tað Árni og Magnus Hilmarsson, sum eru fyristøðumenn og harvið nýta stóran part av síni frítíð upp á hetta verkið. Teir eru synir Jón Hilmar Magnusson á Akureyri. Hann hevur verið umrøddur ikki so lítið í Føroyum seinastu mánaðirnar. Tað er hann, sum hevur skrivað íslendsk-føroysku orðabókina, sum kom út í fjør, og sum hann fekk serstaka virðisløn fyri í januar í ár. Nógvu tey fyrstu árini var barnalegan bara fyri dreingir. 7-12 ára gomlu dreingirnir vóru við Ástjörn í einar átta vikur. Tað mundi bæði vera mennandi og spennandi. Onkrir góvu skarvin yvir, tí teimum longdist so illa. Millum leguluttakararnar gjørdist samanhaldið gott, og kring alt landið eru nógvir íslendingar, sum eiga góð minni um summarlegur við Ástjörn. Teir verða nevndir ástringar. Hesi seinnu árini hava legurnar verið fleiri og samstundis styttri. Nú eru tær bæði fyri dreingir og gentur og ungdómar upp til 16 ár. Hvør lega er í tólv dagar. Serliga stóru seinastu fjórðingsøldina hava nógvir føroyingar verið við Ástjörn. Mong hava verið eina og fleiri vikur og hjálpt til á leguni, og klaksvíkingar og aðrir hava verið við til at víðkað og betrað um bústaðirnar. Vit bæði í bilinum eiga góð minni úr hesum økinum. Konan var her nakrar vikur á sumri í 1972, og eg var her í 1977. Okkum hevði líkað at sæð plássið eina ferð aftur, men vit ivast í, hvar tað er. Vit steðga á við krossveg og kanna kortið í talvuni á steðgiplássinum. Jú, Ástjörn eigur at vera heilt tætt Á skinklandi grund og mil Í hesum ferðahugleiðingunum úr Íslandi verður vitjað á leiðum, sum vórðu vitjaðar fyri umleið tredivu árum síðani og í økjum, sum eru rættuliga átøk umstøðum og viðurskiftum í Føroyum Ásbyrgi er sonn náttúruperla, sum øll, ið hava møguleika fyri tí, eiga at uppliva