mikudagur 12. apríl 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 12. apríl 2006
39
við, her vit standa. Vit koyra eitt
sindur fram eftir vegnum, og tá
kennist tað sera hugaligt at síggja
føroyska Merkið daga uppi yvir
trækrúnunum.
Vit snara inn millum trøini
og koma í túnið. Tjørnin og
umhvørvið líkjast sær sjálvum,
sum tað var fyri tredivu árum
síðani og meiri enn tað. Men her
er nógv nýtt bygd.
Í túninum stendur annar av
fyristøðumonnunm og prátar við
rættuliga tilkomnan mann og við
ein nakað yngri. Hesin seinni er
gamal ástringur, og nú eru hesir
so at siga stoknir inn á gólvið
fyri at fríska gomul minni og fyri
at vita, hvussu tað veit við. Hetta
kemur ofta fyri.
Vit hyggja okkum um. Tjørnin
er, sum hon varð, men tað er bøtt
um dráttin. Millum bátarnar, ið
flóta við lítlu brúnna og liggja
fyri íla, eru eisini føroyskir
bátar. Trævøksturin er vorðin
størri, og lítla plenan, har tað
plagdu at vera fótbóltsdystir
móti dreingjum, ið komu úr
smábygdum í grannalagnum og
høvdu stóra heimafylgi, líkist
sær sjálvari
Nú heilsa vit fyristøðumonn
unum báðum. Teir vísa okkum
leguplássið, og tað er týðuligt,
at teir kenna hetta sum ábyrgd
og avbjóðing, og at teir hava
eldhuga fyri verkinum. Vit fáa
søguna um, nær føroyingar hava
verið og bygt hetta og hitt húsið,
og tað er ikki sørt, at tað kennist
hugaligt, tá ið teir undirstrika,
at teir illa duga at ímynda sær,
hvussu tað hevði staðið til við
summarlegunum við Ástjörn, um
føroyingarnir ikki so dyggiliga
høvdu tikið undir við arbeiðnum
– bæði í at byggja og í at vera og
hjálpa til á legunum.
Millum starvsfólkini eru
tvær systrar fyristøðumenninar.
Onnur teirra, Helga Gerðalíð,
er gift í Klaksvík, og hin,
Hanna, er gift Pola Purkhús,
sum er ættaður úr Kunoy. Tey
búgva í Reykjavík, har Poli
er ein av ábyrgdarmonnunum
í Skemmunum hjá Jákupi á
Dul Jacobsen. Umframt tær
báðar eru tvær aðrar systrar
giftar føroyingum. So lønin frá
íslendingum fyri arbeiðið, sum
føroyingar hava gjørt við Ástjörn,
hevur verið rættuliga góð!
Tað er altíð hugaligt at
rógva aftur á aftur tað, sum
er gamalt og gott. Millum
starvsfólkini er ein, sum eisini
var har fyri tredivu árum
síðani. Hon er næsta skyldkona
fyristøðumenninar báðar og
sjálvandi systrar teirra. Hon
kemst við navnið á konuni, og
eftir at tær hava heilsast og minst
aftur á, hvør var her í 1972, og
hvussu umstøðurnar vóru tá
og veðrið – eins og í Føroyum
verður tað á hesum leiðum eisini
prátað um tað – gongur prátið
aftur og fram. Svanhvid greiðir
frá, at hon sum ung plagdi at
arbeiða á Seyðisfjørðinum í
sildavertstíðini. Tá var nógv
ferðsla og nógv virksemi á
Seyðisfirði. Íslendingar fiska
framvegis nógva sild, men nú er
lítið lív á Seyðisfjørðinum.
Vit njóta blíðsskap, heilsa upp
á krakkarnar, sum børnini ofta
verða nevnd, og tá ið vit hava
skrivað í gestabókina, biðja vit
farvæl og fara longri fram á
leiðini. Enn eitt gott upplivilsi er
komið í viðførið.
Tey við tjørnina vóna, at lág
ættin fer at halda fram. Ættirnar
hava ógvuliga nógv at siga
fyri summarveðrið her á leið.
Um høgættin sleppur framat
verður tað ongantíð rættuligt
summarveður. Á lágættunum
verður tað so heitt og gott, sum
tað sjáldan ella ongantíð er í
Føroyum.
Húsavík
Kósin verður sett tvørtur um
Kelduhverfi og út á Tjörnes.
Kelduhverfið er eitt av mongu
økjunum í Íslandi, sum jarð
frøðingar ofta sipa til. Her er
tilfarið sandur, sum er runnin
undan jøklunum longri inni í
landinum. Tað ber framvegis
til at síggja rivur og sprungur,
sum stóðust av vulkanska
virkseminum í Krafla við
Mývatn miðskeiðis í sjeyti
árunum.
Tað er langt millum búseting
arnar, og tær fækkast her á
leið. Á Flatey, sum liggur
her í flógvanum, búðu tað
inntil fyri hálvt hundrað árum
síðani hundrað fólk. Hetta
búplássið fekk somu lagnu
sum Slættanes fekk í sekti
árunum, og sum hóttir fleiri
aðrar av smábygdunum heima
hjá okkum sjálvum. Gongdin er
tann sama í Íslandi og Føroyum.
Smáplássini avtoftast, og tað
parturin av fólkinum, sum býr á
stórplássunum økist.
Onkrar kanningar hava víst,
at tað er ikki tí, at lønirnar eru
so nógv hægri í stórplássunum,
har útreiðslurnar altíð eru
væl størri. Miðallønin í fleiri
smáplássum, har tað hevur
verið nógv fiskarí út frá, hava
ofta verið høgar í Íslandi. Men
tað eru ikki bara lønirnar, sum
hava týdning. Hugurin hjá
unga fólkinum stendur til stór
plássini, har tilboðini á eitt nú
mentanarøkinum eru fleiri. At
umstøðurnar, ábyrgdirnar og
útreiðslurnar ofta vísa seg at bera
við sær, at nýtslan av tilboðunum
ikki er nakað serlig hevur einki
at siga. Býarvirðini tykjast vinna
alt meiri fram, og tey verða alt
færri, sum seta bygdarvirðini
høgt.
Íslendska fiskivinnan er nógv
broytt tey seinastu árini. Gongdin
hevur verið, at tey, sum eiga skip
og kvotur, eru færri nú, enn tey
vóru fyri einum ættarliðið síðani.
Tá ið vit koma til Húsavíkar
kenna vit okkum næstan sum
at vera í føroyskari bygd, ið
kanska er eitt sindur størri enn
Fuglafjørður. Har er flakavirki,
og har liggja tvey línuskip at
bryggju. Fiskur og fiskaarbeiði
eigur nógv rúm í hesum sam
felagnum, sum kennist liggja eitt
sindur fyri seg sjálvt.
Ferðafólkavinnan tykist
eisini eiga sín lut. Nakrir av
útlendingunum, sum vóru at
síggja á Mývatnar leiðini, eru
aftur at síggja her. Teir hava allir
somu ørindi. Ferðavinnan lýsir
við, at skip sigla út frá Húsavík
við ferðafólkum, sum ætla
sær at síggja hval. Sagt verður,
at í níggju av tíggju førum
eydnast tað at síggja hval! Og
fransmenninir, sum vit heilsa upp
á, ivast onga løtu í, at tað fer at
eydnast teimum at síggja hval, tá
ið tey um eina løtu skulu á ferð
so norðarlaga, sum tey ongantíð
hava verið áður. Norðari
polarkringurin er bara nakrar fáar
kilometrar burtur.
Á hesum leiðum eru nakrir
spjaddir bóndagarðar at
síggja. Birna, kona Hera prest,
systkinabarnið, er ættað av
Tjörnesi. Her vaks hon upp á
bóndagarðinum Ytra Tunga. Tað
er hugtakandi at hoyra hana siga
frá umstøðunum, sum hon vaks
upp undir. Tær eru ógvuliga líkar
umstøðunum, sum tær vóru á
bygd í Føroyum.
Birna var tíggju ára gomul, tá
ið hon fór í skúla. Skúlagongdin
var í stovuni heima hjá Birnu
og teimum. Har savnaðust
1015 børn av gørðunum í
grannalagnum. Her var heldur
ikki ókent við ferðalærarum.
Fyri Birnu er tað ikki ókent at
ganga í skúla í tvær vikur og so
at halda frí í tvær vikur, meðan
lærarin arbeiðir á øðrum plássi.
Seinni var hon á kostskúla,
áðrenn hon fór til Húsavíkar og
Akureyrar at arbeiða og seinni
til Reykjavíkar at lesa búskap á
lærda háskúlanum.
Tá var tað, at hon hitti
svínoyingin, sum nú er prestur
í Suðurstreymoyar vestara
prestagjaldi. Heri las gudfrøði,
sálarfrøði, søgu og fólkalívsfrøði
og pedagogikk á lærda
háskúlanum í Reykjavík. Hann
er borin til festið har Heimi í
Svínoy, og tí hevur tað ivaleyst
fallið honum raðið og nátúrligt,
tá ið hann so ofta hevur vitjað í
Ytru Tungu.
Tá ið eg spyrju Birnu, hvar
børnini í gamla grannalagnum
hjá henni nú ganga í skúla, ljóðar
søgan, sum hon er kend á so
mongum øðrum smáplássum
– bæði í Íslandi og í Føroyum.
Har eru so at siga eingi børn.
Tey, sum eru, ganga í skúla í
Húsavík. Eingin býr á garðinum
Ytru Tungu. Kríatúrini eru burtur.
Birna og systkini eiga jørðina og
barnaheimið, sum tey nýta sum
frítíðarbústað.
Leiðin til Akureyrar er fittur
teinur at koyra. Her er lítið fólk
at síggja og lítil ferðsla. Teinurin
úr Húsavík og til Akureyrar
kennist ov langur at ferðast aftur
og fram til arbeiðis ella lesna
hvønn dag. Tosað verður tó um
at betra um farleiðina soleiðis, at
møguleikin fyri pendling skal
gerast betri. Hetta verður hildið
at fara at gagna bæði Húsavíkar
økinum og eitt nú lærda
háskúlanum á Akureyri.
Fyrsti partur av higartil trimum
ferðahugleiðingum hjá Jóannesi
Hansen var í Sosialinum fríggja
dagin 24. februar, annar partur
var í blaðnum fríggjadagin 17.
mars, og triði partur fríggjadagin
24. mars. 5. og síðsti partur
verður eftir ætlan í blaðnum
fríggjadagin 21. apríl.
lum fryntligar íslendingar
Serliga á lágættunum er leguplássið við Ástjørn framúr
Húsavík er til støddar sum stór føroysk bygd
At síggja havnina í Húsavík er sum at síggja føroyskt havnarlag