Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-12, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 12. apríl 2006 41 upp við uppgerðina er skjótur at ásanna, at eitt slíkt samfelag samstundis er eitt vágasamfelag, har vandi er fyri, at tey ríku fáa enn fleri møguleikar at gerast ríkari, meðan tey, sum eru uttanfyri, verða enn meir forfjónað. Hinvegin er hugsjónin hjá Bergi ikki sett fram sum ein loysn uppá, hvussu vit skulu bera okkum at. men heldur sum eitt íkast til at reflektera yvir lívið. – Eftir mínum tykki er eitt órannsakað lív ikki vert at liva. Hvussu fólk so rannsaka sítt lív, má verða upp til tey sjálvi. Hendan bókin er bara mítt boð uppá eina lívshugsjón, sum kann gera lesaran meir tilvitaðan um nøkur viðurskifti, ein áminning um, at høvuðsstreymurin skal vita, at tað allatíðina finst ein undirstreymur. – Sum bókmentafrøðingur haldi eg sjálvandi, at bókmenta­ greiningin er týdningarmikil. Men í bókmentum liggur eisini eitt ómetaliga stórt lívsfilosofiskt virði, sum eisini eigur at koma fram. Vit hava øll okkara fak, men vit hava eisini skyldu til at sýna øðrum viðurskiftum áhuga, so vit kunnu gerast kvalifiseraðir borgarar, heldur enn at dyrka eina shoppingmentan, har hvør situr í sínum horni við vatn­ røttum skotti til alt annað lív, sigur Bergur Rønne Moberg at enda. – Vaksandi eftirspurningurin hjá vinuulívinum eftir kreativiteti er enn eitt tekin um, at eisini tað siðbundna rationella samfelagið hevur tørv á eini 'aðrari' dimensión, heldur Bergur Rønne Moberg