Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-12, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 73 - 12. apríl 2006 Eins og undanfarin ár skipar fríkirkjan Oasan fyri stórari páskastevnu í høvuðsstaðnum. Stevna Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hoyvík: Hesa ferð verður stevnan ikki í Ítróttarhøllini á Hálsi sum vant, men í nýggja samkomubygningi teirra í Hoyvík. Páskastevnan, sum verður í døgunum 13. til 17. apríl byrjar við skrúðgongu skírishósdag kl. 18. Áður hevur skrúðgongan verið frá Vaglinum og niðan í Ítróttarhøllina á Hálsi. Men hesaferð verður hon í Hoyvík. Gingið verður frá ovasta buss-steðgiplássinum á Løg- mannabreyt og oman í OASUNA, har stevnan verður sett kl. 19. Umframt kvøldmøtini verða eisini onnur møti. Allar halgidagarnar á páskum verða morgunmøti. Av serligum tiltøkum á stevnuni kann nevnast eitt familjumøti, ið verður páskadag, eitt ungdómstiltak við lovsongsløtu páskaaftan og sangmøti/syngið við møti páskakvøld. Sum vanligt verður eisini hesaferð vitjan uttanífrá. Tað verða Wilson Goeda úr Suðurafrika, ið verður Familjan og sannføringar í miðdeplinum Bara eitt møti Páskastevna við talu og sangi Eitt einstakt páskamøti Fuglafjørður: Brøðra- samkomurnar í Eysturoy skipa á hvørjum ári fyri samfelagsstevnu á páskum. Soleiðis er eisini í ár. Hesa ferð er stevnan í Fuglafirði og í ítróttarhøllini á Kambsdali. Umframt samkomuna Siloa í Fuglafirði eru tað samkomurnar Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Mizpa á Eiði, ið standa undir innbjóðingini. Lagt verður fyri í Siloa skíriskvøld og langa fríggjakvøld. So verður flutt á Kambsdal. Í Fuglafirði eru evnini við íblástri frá Apostlasøguni 2,42-43. Fyrra dagin undir heitinum Sannføringar og royndir – um læru og um samfelag, og seinna dagin undir heitinum Sannføringar og royndir – um breyðbróting og um bøn. Páskaaftan verður serligt tiltak seint seinnapartin um ungdómsarbeiði. Við Teen street summartiltakið hjá OM luttaka nógvir føroyingar í á hvørjum sumri. Dan og Susie Porter frá Teen Street fara at taka lut í serliga tiltakinum um ungdómsarbeiði. Páskaaftan og páskadag verður ungdómsmøti, har tað eisini verður drama og tónleikur á skránni. Dramabólkurin Tool av Toftum fer at framføra. Annað kvøldið fer Arni Zachariassen við bólki at standa fyri tónleikinum, og hitt kvøldið verður tað Pætur Larsen við bólki. Páskadag verður breyðbróting og sunnudagsskúli á Kambsdali klokkan 11. Seinnapartin verður evnið “Familjan, arbeiðið og samkoman”. Eftir at øllum hevur staðið í boði at fáa ein nátturðabita í høllini verður sangløta. 2. páskadag verður evangeliskur fundur kl. 18, tá stevnan eisini endar. sb. Lívdin: Stóra samkoman í Lívdini í Hoyvík hevur bert tað eina møtið hesi páskini. Hetta møtið verður páskadag frá kl. 11:30 til 13 í Hoyvíkar skúla. Á skránni hesa løtuna eru vitnisburðir og tilbiðjan. Sagt verður at øll hini møtini eru avlýst. Víst verður ístaðin til samfelagsstevnurnar um páskirnar, har møti verða á Kambsdali, Trongisvági og í Oasuni í Hoyvík. sb. Hvalba: Í annaðkvøld kl. 18 byrjar páskastevna í missiónshúsinum í Hvalba. Við hetta møtið talar nýsetti trúboðarin hjá Heimamissiónini í Suðuroy, Jógvan Højgaard. Møtini halda fram langafríggjadag kl. 18, tá Petur Johannesen av Skála talar og streingjakórið á Tvøroyri syngur. Páskaaftan kl. 20 talar Ejvind Bech og páskadag kl. 18 Árni Kjærbæk. Við hetta møtið syngur kórið úr Sumba. Páskastevnan endar 2. páskadag kl. 18, tá Jógvan Højgaard, trúboðari aftur talar. Sagt verður, at onnur sangluttøka verður við møtini, tí bæði Porkeriskórið og Nimrod og Ebba syngja eisini. sb. Filadelfia, Havn: Samkoman Filadelfia hava bert tað eina møtið sjálvi hesi páskini. Hetta verður páskadag kl. 10:45, har Alex O’Campo talar. Kl. 11:50 er barnagudstænasta á skránni. Annars hevði samkoman fleiri tiltøk mikudagin – skírisaftan. Byrjað varð kl. 6 við morgunbøn, og kl. 17 var bønarhald fyri býnum og fyri Ísrael. sb. Páskastevna við talara úr Suðurafrika Í gjárkvøldið bjóðaði Hin Føroyska Ísraelsmissiónin til heimsins mest umtalaðu og væl kendu páskamáltíðina. Høvið var her at “smakka” hvussu Ísraelsfólk varð bjargað út úr Egyptalandi fyri mongum túsund árum síðani. PáSkamáltíð Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: Tað er rætt ísraelskt lag her í Meinigheitshúsinum. Boðið er inn til eina jødiska páskamáltíð, sum er heimsins mest umtalaða og kenda máltíð. Við borðini sita væl omanfyri 125 fólk, sum spent bíða eftir at hetta tiltakið skal byrja. Á borðunum stendur eitt fat við mati, sum verður nýttur til eina slíka máltíð í Ísrael. Undir liðini á tí stendur tað ísraelska flaggið og á veggunum hanga fleiri størri fløgg. Í einum horni er eitt borð og ein veggur prýddur við ymiskum lutum, sum jødar nýta í samband við eina slíka máltíð. Og úr einum hátalara ljóða teir eyðkendu tónarnir, tá talan er um sang og tónleik úr hesum landinum. Tað er hin Føroyska Ísraelsmissiónin og Meinigheitshúsið í Havn sum hava boðið til hesa páskamálatíðina. Hon er roynd nakrar ferðir áður, og hevur undirtøkan verið sera góð. Í ár var einki undantak í so máta. Eitt hæddarpunkt Klokkan er farin av 19 týskvøldið, tá Frans Jensen úr Ísraelsmissiónini leggur fyri við at greiða stutt frá søguni aftanfyri hesar máltíðirnar. Undir eini slíkari páskamáltíð verður sitið við eitt vakurt prýtt borð. Her verður lisið úr Skriftini, tað verður sungið og ein sleppur eisini at smakka, hvussu Gud bjargaði Ísraels-fólki út úr Egyptalandi á sinni. Í roynd og veru var hetta sama máltíðin, sum Jesus át saman við sínum lærusveinum skírisdag, áðrenn hann varð dømdur og doyði á krossinum. Hjá teimum jødunum, sum trúgva á Jesus – teimum sonevndu messiansku jødunum – er ein páskamáltíð av slíkum slagi eitt hæddarpunkt. Teir taka eisini tekstir í Nýggja Testamenti við í máltíðina, har víst verður á, hvussu Gud frelsti heimin við at senda son sín, Messias sum varð offraður sum páskalamb heimsins. Gjøgnum eina slíka páskamáltíð lærdu luttakararnir stutt sagt um tær jødisku og bíbilsku røturnar. Eitt hav av líðing Eins og hjá jødunum var henda jødiska páskamáltíðin eisini at meta sum ein familjuhátíð. Tí vóru bæði børn og vaksin savnað saman í gjárkvøldið. Her fingu tey øll eina smakkiroynd av teimum jødisku páskarættunum. Millum annað fingu tey høvið at smakka ósurgað breyð, beiskar urtir so sum selleri og aðrar jødiskar rættir. Í hesum sambandi sluppu luttakararnir at dyppa persillu niður í saltvatn og síðani eta tað. - Hetta skal minna okkum á tárini hjá ísraelsfólki í Egyptalandi og líðingina hjá Jesusi. - Eins og Ísrael gekk gjøgnum Reyða Havið gekk Jesus við síni pínu gjøgnum eitt hav av líðing, og við hesum frelsti hann okkum til ævigt lív, legði Frans Jensen dent á. Seinni var høvið hjá teimum 125 luttakarunum at eta ósurgað breyð aftur við beiskari urt. Áðrenn tiltakið endaði varð søgd tann serstaka jødiska páskaheilsanin. Øll árini, sum jødar hava livað spjaddir um allan heimin, hava teir endað páskamáltíðina við orðunum: “Næsta ár í Jerusalem!”. Jødarnir sum er í Jerusalem siga: “Næsta ár í tí endurreista Jerusalem”. Teir messiansku jødarnir siga: “Næsta ár í tí nýggja Jerusalem!” Tiltakið endaði við sanginum “Jerusalem, Guds halga stað”, áðrenn ein góður døgurðabiti var á skránni. Jødisk máltíð í føroyskum