mikudagur 12. apríl 2006síða 41
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 12. apríl 2006
43
Páskastevna í nýggjum
Meinigheitshúsi
Barnavinarlig møtir á páskum
Serstøk páskavitjan úr Klaksvík
Skála: Í farna mánaði tók
meinigheitin á staðnum tað
nýggja meinigheitshúsið í
nýtslu. Hetta prýðiliga hús
skal standa sína roynd, nú
páskir standa fyri framman.
Stýrið fyri húsið hevur lagt
eina møtiskrá fyri hesar
dagarnar.
Páskastevnan byrjar við
gudstænastu skírisdag
kl. 18 í Skála kirkju, har
sóknarpresturin Jógvan
Fríðriksson talar, og kl. 21
verður møti har ung syngja og
vitna.
Langafríggjadag er møti
kl. 19 har Regin Høgnesen,
trúboðari talar og Bethania-
kórið í Gøtu syngur.
Páskaaftan koma havnafólk
at vitja. Talari hetta kvøldið
er Klæmint Tausen og sangur
verður frá Meinigheitskórinum.
Páskadag kl. 11 er
familjugudstænasta við
Jógvan Fríðriksson og øðrum
luttakarum, og kl. 19 møti
við Marius Jacobsen og
Taborkórinum á Toftum.
Stevnan endar 2. páskadag
kl. 19 har Niels Jacob Nielsen,
trúboðari talar og Skálakórið
syngur.
Sagt verður, at bønarmøti
verða ein hálvan tíma áðrenn
hvørt møtið.
sb.
Ebenezer, Havn: Hóast
stóru samfelagsstevnuna í
Fuglafirði, hevur samkoman
Ebenezer kortini eina
spennandi páskaskrá.
Møtini um páskini byrja
skíriskvøld kl. 18 har Símin
Olsen talar langafríggjadag kl.
18 har Jón Eliasen talar. Við
bæði kvøldini verður søga til
børn.
Páskadag kl. 10 er
Minnismáltíð Harrans. Við
hetta møtið talar Jógvan
Jacobsen og kl. 12 er
sunnudagsskúli, har øll eru
saman. Kl. 18 er evangeliskt
møti har Øssur Andreasen
og Rólant í Skorini tala. Her
verður eisini søga til børnini.
Sagt verður, at ætlanin er at
gera møtini barnavinarlig. Á
møtunum verður tí ein søga
við myndum, eins og miðað
verður eftir at møtini ikki
verða stórt longur enn ein tíma.
sb.
Kalsoy: Á páskum vitja nógv
fólk út á bygdirnar kring
landið. Kalsoyggin er helst
einki undantak í so máta.
Nú hava Pól Johannesen,
trúboðari hjá Heimamissiónini
og Øssur Kjølbro,
missiónsleiðari hjá Kirkjuliga
Missiónsfelagnum lagt
ætlanir saman um at fara út í
Kalsoynna um skírishalguna
at hava møtir á Húsum og
Mikladali.
Møtini byrja skírisaftan,
tá ungdómsmøti verður í
bygdarhúsinum á Húsum.
Skírisdag verður møti
í Mikladals kirkju og
langafríggjadag er familjumøti
á sama staði.
Tey, sum eru stødd á
Kalsoynni um páskirnar fáa
her møguleika at hoyra bæði
talur, sangir, bíbliusøgur og
vitnisburðar.
sb.
høvuðstalari. Eisini verður
Eivind Frøen úr Noregi við.
Endurreisn
Wilson Goeda hevur í meira enn
10 ár undirvíst í Guðs Orði víða
hvar í heiminum.
Hann er uppvaksin í
afrikanskari mentan undir
apartheid-stýrinum, og hevur
tessvegna góðar fortreytir fyri
at kunna geva menniskjum
ein boðskap um endurreising
og grøðing fyri tað innara
menniskja.
Hann er so farin út at undirvísa
í Guðs orði upp á ein sera
einfaldan máta, men við stórari
salving yvir sær.
Um seg sjálvan sigur Goeda:
“Eg havi halgað meg at síggja
milliónir menniskju verða sátt
við seg sjálvan, við øll menniskju
og við Guð”.
Eftir páskastevnuna í
Oasuni verða stórmøti hildin í
ítróttarhøllini í Vági, har bæði
Wilson og Eivind Frøen tala. Við
hesi møti luttaka kórið í Sumba
og Streingjakórið í Porkeri.
Wilson Goeda úr Suðurafrika verður
høvuðstalari á páskastevnuni í Havn
Kunoy: Aftur í ár verður
skipað fyri serstakari
barnasangløtu í Kunoyar
kirkju skíriskvøld.
Í fjør varð ein líknandi
gudstænasta hildin sama
dag og á sam staði, og var
undirtøkan sera góð.
– Kirkjan var fullsett, og
vóna vit, at aftur í ár verður
líka góða undirtøka, siga
stigtakararnir til hetta tiltakið.
Í ár verður tað barnaráðgevin
hjá Heimamissónin Marjon
Poulsen, sum fer at luttaka.
sb.
Børnini syngja páskini inn
umhvørvi
Íalt høvdu 125 fólk møguleika at uppliva eina
serstaka jødiska páskamáltíð
- Hetta er breyðið í trongdunum, sum okkara
andaligu brøður í Egyptalandi ótu við sorg, og sum
Jesus eisini át við sorg síðsta kvøldið áðrenn hann leið,
segði Frans Jensen sum leiddi kvøldið
Strendur: Tað er ikki á hvørjum
degi at eitt nýskrivað oratorium
verður framført á føroyskari jørð.
Tey sum fara í Sjóvar kirkju
langafríggjadag fáa kortini hetta
forvitnisliga høvið, tá verkið
“Judas Iskariot” verður framført.
Tað er norðmaðurin Tord
Gustavsen sum hevur gjørt
tónleikin, meðan ein annar
norðmaður, Willy R. Kastborg
sum er búsitandi á Strondum
hevur gjørt tekstin.
Kórið Tarita undir leiðslu
av Sunnleifi Rasmussen fer at
framføra tónaverkið.
sb.
Oratorium um Judas