týsdagur 18. apríl 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Komandi leygardag kl
17 bjóðar GHM til
familjukonsert við
kendum Disney-
løgum
KONSERT
Familjukonsertin við Har-
moniorkestrinum
GHM
verður í høllini hjá Tórs-
havnar Skipasmiðju. Á
skránni eru kend løg úr
Disney-teknifilmum, sum
Laila Carlsen og Jóannes
Lamhauge fara at syngja
saman við orkestrinum.
Harmoniorkestrið GHM
varð stovnað í 1922 og
nógv vatn er runnið í ánna
síðani tá. Orekstrið telur í
dag um 60 spælarar, harav
er stórur partur framkomnir
musikkskúlanæmingar.
Fleiri, sum í dag virka sum
tónleikarar og tónleiklærar-
ar í Føroyum og uttanlands,
hava traðka sínar barna-
skógvar í GHM, nevnast
kunnu Atli Petersen,Bjarni
Berg, Eirikur Skála, Oddur
Hentze,
Hans
Petur
í
Brekkunum og Anna E
Klett. Hesi bæði seinast
nevndu hava í vetur eisini
verið solistar við orkestri-
num. Afturat hesum hava
aðrir tónleikalærarar verið
knýttir at orkestrinum, eitt
nú hevur Kári Bæk í fleiri
umførum verið dirigentur
hjá GHM. Eisini nýggjar
kreftir eru við til at menna
orkestrið og her skal nevn-
ast klarinettlærarin Peder
Riis-Jensen sum í vetur,
hevur verið drívmegin í or-
kestrinum.
Hølið har konsertin verð-
ur, er heldur sermerkt, men
GHM er orkestrur sum
dámar at royna okkurt nýtt.
Tórshavnar
Skipasmiðja
hevur víst GHM tann væl-
vilja at lána høllini, sum
listafólk brúktu til fram-
sýning seinasta heyst, til
konsertina. Hettar kom ikki
óvart á, tí Skipasmiðjan
hevur í gjøgnum nógv ár
verið góður stuðul hjá
føroyskum tónleikarum.
GHM hevur í vetur ar-
beitt í verkætlanum og
nógvar frálíkar framførslur
hava verið. Skráin til ym-
isku verkætlaninar hevur
verið fjølbroytt, frá klass-
iskum verkum við Onnu
Klett sum solisti, jólatón-
leiki saman við stórum
felagskóri til jazz tónleik
við Hans Petur í Brekku-
num sum solisti. Konsertir-
nar hava verið í Tórshavn, á
Toftum, í Vestmanna, í
Gøtu og í Fuglafirði. Fleiri
dirigentar hava eisini staðið
fyri orkestrinum, Bernharð-
ur Wilkinson, Kári Bæk og
Peder Riis Jensen, haraftur-
at hava fleiri tónleikalæra-
rar hjálpt til í ymisku verk-
ætlanunum og her kunnu
nevnast
Atli
Petersen,
Bjarni Berg, Eirikur Skála,
Katja Volovelskaja, Kjell
Orseth, Oddur Hentze, Óla-
vur Olsen og Edvard N
Debess. Fyri GHM hevur
tað sera stóran týdning at
hesi dugnaligu fólk eru
knýtt at orkestrinum og
hettar sæst eisini aftur á
framførslunum.
Til konsertina leygardag-
in 22. apríl verða tveir
sangsolistar við, Laila Carl-
sen Hansen og Jóannes
Lamhauge.
Laila Carlsen Hansen er
fødd inn í tónleikin, øll
familjan fæst við tónleik og
fyrstu ferð honn sang á
fløgu var hon bert 2 ára
gomul. Hon hevur síðani tá
sungið saman við nógvum
tónleikarum, bæði føroysk-
um og harafturat verið við á
eina ørgrynnu av fløgum í
nógvum ymiskum saman-
hangi.
Jóannes
Lamhauge
kenna vit kanska best frá
sangleikinum Jósef, har
hann hevði høvuðsleiklut-
in. Hann hevur seinastu ár-
ini verið aktivur á føroyska
tónleikapallinum, eitt nú í
singer songwriter kapping-
ini 2004, har hann var ein
av finalistunum og í kapp-
ingini ársins songrødd sum
hann vann í 2005.
Bæði hava eina fortíð
sum messingblásarar, Jó-
annes í GHM og Laila í
Havnar Hornorkestri, men
eru til hetta tiltakið við sum
sangsolistar.
Løgini, vit fara at hoyra á
konsertini eru m.a. úr film-
unum Aladdin, Klokkarin
úr Notre Dame og Lion
King. Hettar eru vælskriv-
aði, kend løg, sum bæði
børnum og vaksnum dáma,
og tí ber til hjá allari familj-
uni at koma til konsertina,
sum varðar í umleið ein
tíma.
Stuðla konsertvirksemi-
num í vetur hava: Tórs-
havnar Býrað, Tórshavnar
Kvøld og Ungdómsskúli,
Norðurlandahúsið og Tórs-
havnar Musikkskúli.
4
Nr. 74 - 18. apríl 2006
AutoService
Jóannes Lamhauge og Laila Carlsen Hansen verða solistar á konsertini leygardagin
Aladdin á Tórshavnar Skipasmiðju