týsdagur 18. apríl 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 18. apríl 2006
5
Ungmannafelagið
Súlan í Mykinesi
hevði aðalfund í
farnu viku - og í okto-
ber mánaði í fjør! Í
løtuni siga tvær
kvinnur seg at vera
formenn í felagnum
UNGMANNAFELØG
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Mykines:
Hóast
bæði
Katrina Johannesen og Em-
ly Joensen siga seg vera
formenn í felagnum, eru
tær kortini samdar um eitt:
Ungmannafelagshúsið
í
Mykinesi má gerast í stand.
Í farnu viku bar Sosial-
urin tíðindi frá aðalfundi í
Súluni, har nývaldi formað-
urin, Katrina Johannesen í
Mykinesi boðaði frá ætl-
anum felagsins í hesum
sambandi.
Tað sum ikki kom fram í
hesi umrøðuni var, at fel-
agið í roynd og veru varð
endurstovnað 9. oktober í
fjør, men tá við Emly Jo-
ensen í Miðvági sum for-
manni.
Á hesum fundi møtti 30
fólk. Av tí at eingin møtti
fyri gomlu nevndina valdi
fundarfólkið nýggja nevnd.
Fýra dagar seinni skipaði
nevndin seg við Emly Jo-
ensen
sum
formanni,
Bjarna Hansen og Boga
Ellingsgaard sum nevndar-
limum. Eykalimir eru Ják-
up í Løðu og Jákup Laur-
itsen.
– Tað boðar ikki frá sam-
anhaldi og trivnaði, at hesi
fólk, sum ikki vilja koma á
fundin seinasta heyst, nú í
vár boða til fundar, har bert
fýra fólk møta - og síðani
velja seg sjálvi í nevnd, sig-
ur Emly Joensen í eini við-
merking til støðuna.
Skiftandi virksemi
Ungmannafelagið
Súlan
varð stovnað 4. februar í
1945, og fekk tá sum gávu
frá teim eldru í bygdini eini
hús, sum tey í felag høvdu
bygt fyrst í farnu øld.
Av ymiskum orsøkum
minkaði
felagsarbeiðið.
Felagið varð endurstovnað
miðskeiðis í 60’unum. og
var virkið til út í 70’ini.
Í 1990 var aftur tosað um
at endurstovna felagið og
gera felagshúsið í stand.
Bingo varð hildið og nakað
av peningi kom inn.
Frá 1990 og fram til á
heysti í fjør var einki virk-
semi í felagnum. eingin að-
alfundur hevur verið og
einki limagjald er kravt inn.
Á heysti í fjør tóku limir-
nir stig til enn einaferð at
endurstovna felagið við
millum annað tí endamáli
at endurbyggja ungmanna-
felagshúsið, sum hesi sein-
astu tíggju árini hevur verið
so misrøkt, at tað er um at
detta niður.
Eingin gerðabók og
fíggjarstøða
Fundarfráboðanin
varð
hongd upp í vindeyganum í
skúlanum, har vanligt er at
hanga lýsingar. Her varð
boðað frá, at limirnir
ynsktu fund.
Sagt varð eisini, at um
nakar formaður og kassa-
meistari var, vóru tey biðin
at koma á fundin og taka
skjøl viðvíkjandi fíggjar-
støðuni í felagnum og gerð-
abøkurnar við.
Av einihvørjari orsøk var
fundarfráboðanin niðurtik-
in fleiri ferðir av ókendum
fólki. Tí varð avgjørt at
bera lýsingina út í hvørt
hús.
Fundurin var hildin sum
ætlað sunnudagin 9. okt-
ober í skúlanum, har eini
30 fólk møttu.
Tá eingin møtti fyri
gomlu nevndina avgjørdi
fundarfólkið at velja ta
nýggju nevndina.
Nevnd 1:
Á endurstovnandi fundi 9. oktober 2005 vórðu hesi
vald í nevndina:
Emly Joensen formaður; Bjarni Hansen og Bogi Ell-
ingsgaard sum nevndarlimum. Eykalimir eru Jákup í
Løðu og Jákup Lauritsen.
FAKTA
Nevnd 2:
Eftir aðalfundin 4. apríl 2006 skipaði nevndin seg
soleiðis:
Katrin Johannesen, formaður; Jógvan Meinhard
Johannesen, næstformaður og Esbern í Eyðansstovu,
kassameistari. Eykalimir eru Oskar Joensen og
Randi Zachariassen.
FAKTA
Lítið ungmannafelag við
tveimum formonnum
Ungmannafelagshúsið í Mykinesi treingir til ábøtur er neyvan
nakar í iva um. Alt veldst um áhugamál – og eygu!