týsdagur 18. apríl 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 74 - 18. apríl 2006
Fleiri føroyingar vilja
útbúgva seg til flog
skipara. Á kunnandi
fundi í Miðlahúsinum
leygardagin kom
hetta týðiliga til
sjóndar
Flogskipari
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Áhugin millum føroyingar
at gerast flogskipari hevur
verið stórur seinastu árini, og
nógv bendir á, at hann ikki
er minkaður – tvørturímóti.
Danska fyritøkan Karlog
Air Flight Center ApS &
Karlog Air Charter ApS,
sum lærir upp flogskiparar
til rutuflúgving, stóð fyri
kunnandi tiltakinum í Miðla
húsinum leygardagin.
Fyritøkan hevur longu
útbúgvið fleiri føroyingar, og
nú áhugin millum føroyingar
at gerast flogskipari alsamt
gerst størri, valdi leiðslan
at koma til Føroya at halda
kunnandi fund um útbúgv
ingina:
– At arbeiða sum flog
skipari er sera spennandi.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi
og lønin góð. Men vit noyðast
alt fyri eitt at viðurkenna, at
sum flogskipari er tað ikki
altíð líka lætt at leggja tíðina
til rættis. Men harafturímóti
hava vit heimsins besta
arbeiði við nýggjum avbjóð
ingum hvønn einasta dag
og eitt serstakt kontór við
frálíkum útsýni, ið broytist
alla tíðina, sigur Kristine
Kærlåg, flogskipari og stjóri
á Karlog Air.
Krøvini
Fyri at gerast flogskipari á
einum ferðafólkaflogfari
skal ein vera millum 21-
65 ár og hava eina vanliga
heilsu, hoyrn og sjón:
– Flest øll halda, at um
tey hava okkurt smávegis
brek, kunnu tey ikki gerast
flogskipari. Men veruliga
skalt tú ikki vera nakar
supermaður fyri at flúgva eitt
ferðafólkaflogfar. Tó kanst
tú ikki gerast flogskipari,
um tú eitt nú ert litblindur
ella epileptikari. Áðrenn
útbúgvingin byrjar, skulu øll
gjøgnum eina læknaroynd
á Ríkissjúkrahúsinum í
Keypmannahavn, men hesa
royndina nýtist ongum at
ræðast, sigur Kristini Kær
låg, meðan hon tó leggur
áherðslu á, at Karlog Air
einans framleiðir tryggar
og góðar flogskiparar á
skúlanum:
– Um onkur ikki megnar
at lúka krøvini hjá okkum,
ja, so verður hann ikki flog
skipari.
Umstøðurnar góðar
Flogskiparaskúlin, Karlog
Air, húsast í góðum um
støðum í Sønderborg. Skúlin
hevur eitt nú egnan flogvøll
at venja á, og gott samanhald
er millum næmingarnar á
skúlanum, ið flest allir búgva
saman á skúlanum:
– Bústaðarmøguleikarnir
eru góðir. Til ber at velja
millum at búgva á skúlanum
og í býnum. Eisini kann ein
verða sjálvlesandi, men
tað vil eg helst ráða øllum
frá. Útbúgvingin tekur 22
intensar mánaðar og er
avgjørt ikki ein útbúgving,
ein fær sovandi. Tískil er tað
ofta ein fyrimunur at búgva
á skúlanum, tí har ber altíð
til at fáa hjálp, íblástur ella
stuðul frá øðrum næmingum,
sigur Kristine Kærlåg.
Útbúgving fer í høvuðs
heitum fram á skúlanum í
Sønderborg og skiftir millum
at verða í teori og praksis:
– Tann teoretiski parturin
er rættiliga strævin og
rúgvismikil, men so skjótt
ein sleppur at flúgva, fær ein
aftur áræði at halda fram við
nógva lesnaðinum, heldur
Kristine Kærlåg.
Prísurin fyri flogskipara
útbúgvingina er 535.00
krónur umframt innivist og
eyðkennisbúna, men ikki er
neyðugt at gjalda alt í senn.
Til ber somuleiðis at fáa S.U.
teir 22 mánaðarnar skúlin
tekur.
– Tú noyðist at
geva teg 100% í
lestrartíðini. Tað
nyttar einki at fara
á flogskiparaskúla,
um tú ikki veruliga
brennur fyri sakini,
sigur 23 ára gamli
flogskiparin, Jón
Falkvard
Flogskipari
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Fyri góðum ári síðan fekk
23 ára gamli Jón Falkvard
úr Sørvági prógv sum flog
skipari. Jón Falkvard gekk
á flogskiparaskúlanum,
Karlog Air, í samfullar 22
mánaðar og hevur síðan
lokna útbúgving arbeitt
sum flogskipari hjá Atlan
tic Airways. Nú nýggja
flogfelagið Faroe Jet byrjar
sína rutuflúgving, fer Jón
Falkvard at royna seg sum
flogskipari hjá nýggja flog
felagnum:
– Eg havi altíð viljað verið
flogskipari, og tað var ein
løtt avgerð at taka at fara á
flogskiparaskúla, sigur Jón
Falkvard.
Tá Jón Falkvard varð lið
ugur í fólkaskúlanum, valdi
hann heldur at fara beinleiðis
út á arbeiðsmarknaðin í
staðin fyri at halda leiðina
á miðnámskúla saman við
hinum floksfeløgunum.
– Eg havi ongantíð gingið
á nøkrum miðnámskúla,
men hóast hetta eri eg nú
flogskipari. Eg havi ongantíð
verið stinnur í teori, men við
einum góðum vilja megnaði
eg at koma gjøgnum rúgvis
mikla lesnaðin á flog
skiparaskúlanum. Men at
læra at flúgva var ongantíð
nakar trupulleiki, sigur Jón
Falkvard.
Strævin tíð
Jón Falkvard játtar, at tað
er strævið at ganga á flog
skiparaskúla, men heldur
tað er ein fyrimunur, at
flogskiparaskúlin hjá Karlog
Air liggur so avsíðis:
– Eg kendi næstan ongan
í Danmark, so eg hevði ikki
fyri neyðini at halda frí í
vikuskiftinum. Eg las út í
eitt allar gerandisdagarnar
og fleyg í vikuskiftinum, tá
hini høvdu frí. Tað er heldur
einki sum eitur frítíð á skúl
anum – hvørki á jólum,
páskum ella um summarið.
Hetta tykist kanska ótolandi,
men stóri hugurin eftir at
flúgva drívur verkið, sigur
Jón Falkvard við brosandi
eygum og leggur afturat,
at í lestrartíðini hevur ein
hvørki ráð ella tíð til at
dusa sær í býnum og annað,
tí tað er dýrt at ganga á flog
skiparaskúla.
Í lestrartíðini búði Jón
á sjálvum skúlanum hjá
Karlog Air í Sønderborg, og
har hevði hann tað óført:
– Øll hjálptu og stuðlaðu
hvørjum øðrum. Á skúlanum
vórðu vit heldur ikki órógvað
av nøkrum, og tað vísti seg
veruliga, at tey, ið ikki búðu
á skúlanum, kláraðu seg
verri samanumtikið.
Hóast lestrartíðin var
strævin, angrar Jón onga
løtu, at hann fór á flogskip
araskúla:
– Eg elski at flúgva og
mæli øllum, ið veruliga
brenna fyri hesum, at fara
á flogskiparaskúla. At byrja
við pumpaði adrenalinið í
kroppinum hvørja ferð, eg
fór á flog. Men alt er ein
vanasak, og nú nýti eg bara
hvørja løtu í luftini, sigur
Jón Falkvard at enda.
Stórur áhugi
at gerast flogskipari
Jón Falkvard:
– At gerast flogskipari er
einki lættisoppaverk
Kristina Kærlåg, flogskipari og stjóri á Karlog Air
– Sjálvandi ert tú spentur, tá tú fert á flog
í ringum veðri, men í góðum veðri er tað
eitt satt upplivilsi, sigur Jón Falkvard,
flogskipari