týsdagur 18. apríl 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 18. apríl 2006
Størsta broytingin
í nýggju kringvarps
lógini verður, at tað
framyvir verður
eitt stýri, ið fær
meginpartin av
heimildunum, sum
landsstýrismaðurin
hevur nú.
Fjølmiðlar
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Við
nýggju
skipanini
um Kringvarp Føroya,
verða ávísar broytingar í
bygnaðinum í mun til áður.
Tær báðar mest týðandi
broytingarnar verða, í fyrsta
lagi, at stovnurin skal hava
eitt stýri við sjey limum, sum
skal hava evstu ábyrgdina
og virka sum skodd mill
um stovnin og politiska
myndugleikan. Hin stóra
broytingin verður, at public-
service uppgávurnar hjá
stovninum skulu raðfestast
av landsstýrismanninum í
samstarvi við leiðsluna og
stýrið, eftir aðalorðaskifti
í løgtinginum. Tá upskotið
varð sent út til hoyringar,
eitt nú hjá leiðsluni í kring
varpinum, kom til sjóndar, at
kringvarpið ivast í, um hesar
báðar broytingar eru batar fyri
public-service uppgávurnar
hjá stovnium. Tískil prenta
vit her á síðuni eisini partar
av hoyringssvarinum frá
Jógvani Jespersen.
Av øðrum broytingum
í nýggja uppskotinum um
kringvarp kunnu nevnast, at
eitt kringvarpsgjald verður
fyri hvørt húski, at tað gerst
lættari hjá privatum at seta
á stovn kringvarp og at
kringvarpið skal varðveita
alt talgilt tilfar í einum miðla
savni.
Annað viðurskifti, sum
privatu miðlarnir hava
bíðað eftir í spenningi er
spurningurin um, hvørt
almennu
fjølmiðlarnir
framhaldandi fara at vera
partvíst
fíggjaðir
við
lýsingum, umframt vanliga
lurtara- og hyggjaragjald
inum. Og sambært uppskotin
um frá landsstýrismanninum
í mentamálum, Jógvan á
Lakjuni, skulu almennu
fjølmiðlarnir framhaldandi
hava loyvi til at fíggja
ein part av virkseminum
við lýsingum. Tó hevur
landsstýrismaðurin ásett
í lógaruppskotinum, at
kringvarpið skal ikki hava
loyvi til at lýsa á heimasíðu
stovnsins.
Samanleggingin
veruleiki
Sambært uppskotinum er
endamálið við broytingunum
í lógini um kringvarp at fáa
ásett løgfrøðiligu karmarnar,
nú stovnarnir Útvarp Føroya
og Sjónvarp Føroya leggja
saman í nýggja og saman
lagda stovnin, Kringvarp
Føroya.
Í almennu viðmerking
unum til lógaruppskotið,
verður greitt nærri frá um upp
skotið, og verða tað nakrar
av hesum viðmerkingum,
sum vit fara at tríva í her.
Tryggja public service
Í uppskotinum verður, sum
nakað nýtt, mælt til at skipa
Kringvarp Føroya við einum
stýri, ið fær meginpartin av
teimum heimildum, sum
landsstýrismaðurin hevur nú.
Í viðmerkingunum stendur,
at royndir vísa, at tað er
óheppið, mett frá einum
public service sjónarmiði,
at landsstýrismaðurin hev
ur beinleiðis ábyrgd av
kringvarpi. Tí verður mett,
at eitt stýri millum lands
stýrismannin og stovnin er
neyðugt, til tess at tryggja
public service megin
reglurnar og redaksjonella
frælsið umframt.
Í uppskotinum skjýtur
landsstýrismaðurin upp, at
stýrið verður mannað við
7 limum, og at tað kemur
at hava ovastu leiðsluna á
stovninu. Stýrið skal hava
eftirlitsuppgávuna í sam
bandi við ásetingarnar í
lógini og avtalum annars.
Og stjórin kemur at hava
dagligu ábyrgdina og setir
og loysir starvsfólk. Stjórin
hevur programmábyrgdina,
men skal í samstarvi við
stýrið leggja yvirskipaða pro
grammpolitikkin til rættis.
Landsstýrismaðurin
tilnevnir sjey stýrislimir og
sjey varalimir fyri 4 ár í senn
og stýrislimir og varalimir
hjá hesum verða tilnevndir
soleiðis:
Átta persónar verða til
mæltir av politisku flokk
unum, ið hava umboð í Løg
tinginum. Millum hesar átta
tilnevnir landsstýrismaðurin
ávikavist fýra stýrislimir og
fýra varalimir. Ein limur
og ein varalimur verða til
nevndir eftir tilmæli frá
starvsfólkunum í føstum
starvi í Kringvarpi Føroya.
Landsstýrismaðurin til
nevnir eftir egnari avgerð
tveir stýrislimir og tveir
varalimir.
Raðfest public-service
Eitt eyðkenni innan før
oyska
fjølmiðlaheimin
hevur verið, at tað hevur
verið ilt at raðfesta public-
service uppgávurnar, tí orka
og játtan hava ikki altíð
svarað til megnar hugtakið
public-service (red.). Í
hesum sambandi skjýtur
landsstýrismaðurin upp, at
hann ger ein public-service
sáttmála við Kringvarp Før
oya. Ætlanin við hesum er, at
landsstýrismaðurin, eftir eitt
aðalorðaskifti í Løgtinginum
um public-service, skal
kunna avtala við leiðsluna
í kringvarpinum um, at
serstakir partar av public-
service økinum verða
raðfestir frammarlaga í
einum ávísum tíðarskeiði,
eitt nú í trý ár. Sambært
viðmerkingunum til lógar
uppskotið, er ætlanin við
hesum ikki, at landsstýris
maður og Løgting skulu
leggja seg út í programm
ábyrgdina hjá stjóranum,
men at landsstýrismaðurin
skal kunna raðfesta ávís
mentanarøki. Talan kann
eitt nú vera um føroyskt
mál, sendingar fyri børn og
ung o.s.fr.
Aðrar broytingar
Í uppskotinum um løgtingslóg
um kringvarp, sum kemur
til viðgerð í tinginum í dag,
verður eisini skotið upp, at
útvarps- og sjónvarpsgjøldini
verða løgd saman í eitt
kringvarpsgjald.
Ásetingar eru um, at
kringvarpið skal varðveita
alt talgilt tilfar í einum miðla
savnið. Eisini er ætlanin, at
analoga tilfarið skal talgildast
og varðveitast fyri alla tíð í
miðlasavninum. Somuleiðis
verður latið upp fyri, at aðrir
mentanarstovnar eins og
privatar kringvarpsstøðir
kunnu, um ynski er um
hetta, varðveita teirra tilfar
í miðlasavninum.
Í uppskotinum verður eisini
sagt, at sum støðan er í dag,
verður ikki mett neyðugt at
varðveita Loftmiðlanevndina
og
programmnevndir
nar. Sambært viðmerkingun
um er tað einki, ið forðar fyri,
at landsstýrismaðurin við
sínari fyrisiting kann útinna
tær uppgávur, sum nú liggja
hjá
Loftmiðlanevndini,
og viðvíkjandi programm
nevndirnar fer stýrið fram
yvir at røkja hesar uppgávur,
verður sagt.
Annað sum nevnt verður í
uppskotinum er, at eitt hvørt
felag, sum kringvarpar til
fleiri privatar bústaðir, skal
hava sendiloyvi. Orsøkin til
hesa broyting er, at tørvur er
á eftirliti við teimum send
ingum, sum eitt nú eigara
feløg senda. Fleiri av hesum
eigarafeløgum eru so mikið
stór, at sent verður til heilar
býlingar.
Kringvarpslógin
fyri tingið í dag
Kringvarp Føroya vísir á
ymisk viðurskifti í sam
bandi við ta skipan, sum
sett er í lógina. Eitt nú
metir Jógvan Jespersen,
stjóri, at tað ber illa til at
meta um ella staðfesta,
um tær reglur, sum lands
stýrismaðurin skal áseta
við heimild í lógini, fara
at veita ta trygd í mun til
public-service, sum lagt er
upp til.
Jógvan Jespersen sigur
í hoyringsskrivinum, at tá
tað snýr seg um programm
virksemi, metir hann
ikki, at lógaruppskotið í
sær sjálvum veitir trygd
fyri, at stovnurin fer at
virka óheftur av politisku
skipanini.
– Landsstýrismaðurin
fær heimild til at áseta
nærri reglur á nógvum
økjum, og ikki fyrr enn
hesar áetingar eru kendar,
ber til at staðfesta, um
skipanin fer at veita trygd
fyri, at skiftandi politisk
stýri ikki hava møguleika
fyri at gera sína ávirkan
á programmvirksemið
galdandi, sigur hann og
heldur fram, við at siga,
at tey fegnast um, at tað
við ásetingini um eitt
stýri verður sett eitt skott
ímillum landsstýrismannin
og stovnsleiðsluna, og vón
andi fer skipanin at beina
burtur allan iva um, at polit
iska valdið kann ávirka
programmvirksemið.
Í grein 4, 4. stk. er ásett,
at formaðurin og næstfor
maðurin í stýrinum ”skulu
samlað umboða førleikar, ið
fevna um dyggan kunnleika
til og innlit í føroysk sam
felagsviðurskifti og mentan,
fjølmiðlar og fíggjar- og
roknskaparviðurskifti.”
Í viðmerkingunum verð
ur sagt, at dyggur kunnleiki
merkir í hesum høpi, at
viðkomandi skulu hava
útbúgving og/ella drúgvar
starvsroyndir innan hesi
øki.
Og Jógvan Jespersen
sigur, at í grein 4, stk. 6
fær landsstýrismaðurin
heimild til at áseta nærri
reglur um, hvussu valið av
stýrislimum, ið politisku
flokkarnir skulu tilmæla,
skal fara fram.
– Ikki fyrr enn hesar
reglur eru kendar, ber til
at staðfesta, um skipanin
veitir trygd fyri, at tal
an er um eina fakliga
rakstrarnevnd, sigur hann
millum annað.
Public Service
sáttmáli
Jógvan Jespersen greiðir
frá, at í grein 11 fær lands
stýrismaðurin heimild til
at gera ein Public Service
sáttmála við kringvarpið.
Tílíkur sáttmáli skal gerast,
eftir at løgtingið hevur havt
høvi til at umrøða inni
haldið í sáttmálanum.
– Ein tílík skipan kann
tykjast skilagóð, men
hon kann lættliga føra
til, at politiska skipanin
beinleiðis fer at ávirka,
hvussu programmvirk
semið hjá kringvarpinum
skal skipast, sigur hann og
greiðir víðari frá, at vit í
dag hava eitt reint føroyskt
útvarp og eitt sjónvarp,
sum eftir førimuni roynir
at framleiða so nógva før
oyskar sendingar, sum
gjørligt.
– Vit kundu hugsað okk
um eitt enn betri programm
tilboð við fleiri dygdar
góðum sendingum bæði í
útvarpi og sjónvarpi. Men
tað er ikki tí, at hugskotini
tróta, men fíggjarliga orkan
er avmarkað, og vit royna
sum frægast at fáa sum mest
burtur úr tí tilfeingi, vit ráða
yvir. Vit noyðast støðugt
at raðfesta, so vit út frá
eini heildarmeting fáa tað
frægasta programmtilboðið
burtur úr tøku orkuni,
sigur Jógvan Jespersen
í hoyringssvarinum. Og
hann heldur fram, at fer
politiska valdið í einum
public-service sáttmála at
áseta, at ávísar sendingar
skulu raðfestast hægri
í útvarpi ella sjónvarpi,
ber hetta samstundis í
sær, at aðrar sendingar
skulu takast av skránni,
og í tí støðuni hevur
politiska valdið beinleiðis
programmpolitiska med
ávirkan.
– Viðurskiftini hjá okkum
kunnu ikki samanberast við
støðuna hjá eitt nú teimum
stóru norðurlendsku ríkis
útvarpunum, tí teirra fíggj
arliga orka er av slíkari
stødd, at ein public-service
sáttmáli ikki ávirkar á
sama hátt, sum hjá okkum,
sigur hann og vísir á, at
politiska valdið fyrr hevur
roynt at lóggivið fyri pro
grammvirkseminum. Í
grein 17, stk. 2 í galdandi
kringvarpslóg frá 1998
er ásett, at málið er, at 1.
januar 2001 skuldi ein
triðingur av senditíðini
hjá sjónvarpinum verða
føroysk framleiðsla.
– Tveir møguleikar
eru fyri at røkka hesum
máli. Annar er at játta pen
ing til at økja føroysku
framleiðsluna, og hin er at
minka um útlendska partin
av senditíðini. Tann fyrri
møguleikin hevur ikki víst
seg at vera realistiskur,
og tann seinni gevur neyv
an nakra meining, sigur
kringvarpsstjórin í hoyr
ingsskrivinum.
Er skoddið nóg tætt?
Jógvan Jespersen, stjóri í
Kringvarpi Føroya
Uppskotið um kringvarp kemur til 1. viðgerð í tinginum í dag